Mikukvøldið kom eg at hoyra part av kjaksending í Rás2, har Óli Breckmann var vertur, og gestirnir vóru Jón Brian Hvidtfeldt frá Miðlahúsinum, Sveinur Tróndarson frá Portalinum og løgfrøðingurin Christian Andreasen. Óli er gomul “rotta” í blaðheiminum sum blaðstjóri á Dagblaðnum, hann er royndur landspolitikari og fólkatingslimur, og hann dugur væl at práta og málbera seg. Men sum vertur í Rás2 hevur Óli heilt misskilt sína uppgávu. Òli brennur inni við so nógvum, hann vil út við, at hann fer í sín gamla “hugaheim” og gloymir, at hann er vertur í sendingini.
Ein kjaksending fer vanliga fram soleiðis, at gestir verða bodnir til kjakborðið, har ein vertur skal stýra kjakinum. Mangan hava gestirnir ymsar áskoðanir um málið, sum kjakast skal um, áðrenn sendingin byrjar, og so skal verturin stýra kjakinum, sum málið verður lýst væl til gleði fyri lurtaran kring landið. Verturin er til arbeiðis og skal vera ópartískur í sendingini, men tað var Óli Breckmann langt frá í parti av sendingini, sum eg hoyrdi mikukvøldð í bilinum.
Kjakið snúði seg um málið um Jørgen Niclasen, har Christian Andreasen vardi Jørgen við ymsum grundgevingum, meðan Sveinur Tróndarson og Jón Brian Hvidfeldt meira hildu seg til, hvussu langt fjølmiðlarnir kunnu fara í teirra arbeiði. Kjakið millum Christian, Svein og Jón Brian var frálíkt, men Óli kendi ikki sína vitjanartíð sum vertur. Hann kundi tað sama sitið hinumegin borðið sum gestur, tí Òli bæði spurdi og kom við sínum serliga skrøppu meiningum serliga ímóti Kringvarpinum. Eg helt, at hetta hoyrdi ongastaðni heima, og tað skein alla tíðina í gjøgnum, at Òli vardi partamann sín úr Sørvági. Tað er ikki hansara uppgáva sum vertur.
Eg skilji heilt væl, at umboð fyri Kringvarpið ikki møtti til kjakið, har Óli er vertur. Hvør tímir at standa skúlarætt, tá ið verturin situr báðumegin borðið? Eingin. Skal Óli halda fram at arbeiða sum fjølmiðlamaður í Rás2, so má hann læra seg kynsturin at stýra einum kjakið og halda uppat at bróta inn í kjakið við sínum meiningum um evnið.
Tá ið alt omanfyri er sagt, so dugur Óli væl at velja áhugaverd evnið at kjakast um, og í nógvum sendingum hevur hann klárað seg heilt væl, men tað haltar í stóran mát, tá ið evnið snýr seg um politikk ella málið bara nærkast seg heimlandinum. “Fólkaflokkinum”. (Vagnur)

