Frúgvin, Sílið, Argjabáturin, Heiðabáturin, Drekin reyði og Klaksvíkingur í serligari ólavsøkustøðu

Sílið og Frúgvin dreingir púra javnir á fjarðastevnu.

Sílið úr Havn og Frúgvin úr Miðvági dreingir púra javnir á fjarðastevnu.

Onkur spyrj kanska, hvat í Harrans navni Vagnur vil við hesari yvirskriftini, sum fyri mangar lesarar ikki sigur teimum nakað sum helst. Jú, yvirskiftin boðar frá, at tann báturin, sum er framman fyri á ólavsøku í sínum róðri, er føroyrameistari. Òlavsøkuróðurin fyri hesar manningar er serligar, tí 5-mannafrið Frúgvin við dreingjum úr Miðvági og Sílið úr Havn hava ávikavist 38 og 37 stig. 8-mannaførini Argjabáturin og Heiðabáturin úr Runavík hava bæði 38 stig, og 10-mannaførini Drekin reyði av Argjum og Klaksvíkur hava ávikavist 39 og 38 stig. Stutt og greitt: Fremri báturin á ólavsøku vinnur føroyameistarheitið. Læs resten

Tóra og Monika Dahl hava verið giftar í trettan ár

Læs resten

Formaðurin í Havnar róðrarfelag vildi broyta ymist í felagnum

Róar Dalagaard rør við Havnarbátinum og er formaður í felagnum. (Mynd Vagnur)

Róar Dalagaard rør við Havnarbátinum og er formaður í felagnum. (Mynd Vagnur)

25 ára gamali Róar Dalsgaard rør við Havnarbátinum og er eisini formaður í felagnum. Longu sum fimtan/sekstan ára gamal gjørdist hann bitin av kappróðri, men hann fekk ikki góða byrjan í felagnum, tí eingin sýndi áhuga fyri dreingjunum í 2007, tá teir mannaðu Drekan. Teir vórðu sleptir upp á fjall og máttu finna út av øllum sjálvir. Eg havi prátað við Róar um gongdina hjá Havnarbátinum í summar, og hvat fekk hann sum ungur at fara í nevndina, og at enda gerast formaður í felagnum. Læs resten

Kappróður fyllir í løtuni heilt nógv hjá fólki á Tvøroyri

Firvaldur 5-mannafar gentur hava vunnið allar róðrarnar higartil summar og er føroyameistari.

Firvaldur 5-mannafar gentur hevur vunnið allar róðrarnar higartil summar, og tær eru føroyameistarar.

Kappróður hevur djúpar røtur á Tvøroyri, og tað var jú á Trongisvágsfirði í 1870-árunum, at skipað varð fyri fyrsta skipaða kappróðrinum í Føroyum, har manningar fingu heiðursgávu. Vit “eldru” minnast sum unglingar, tá 10-mannaførini Suðuroyingur og seinni Tvørabáturin settu dáma á føroyskan kappróður. Nú skriva vit 2015, og kappróðurin blómar á Tvøroyri sum ongantíð áður. 5-mannafarið Firvaldur gentur hevur vunnið sær FM-heitið, og 6-mannafarið Tvørabáturin liggur so væl fyri í FM-kappingin, at báturin skal antin fáa reytt kort ella renna á Molan á ólavsøku, skal ikki eydnast at vinna FM-heitið. Formaðurin í Froðbiar-sóknar Róðrarfelag eitur Tóki Hartmann Niclasen, og hann havi eg prátað við. Læs resten

Áhugin fyri kappróðri í Klaksvík ongantíð verið størri enn nú

jkjkjkj

Sólbjørn Andreasen og Magnus Norðberg eru báðir fegnir um enn ein sigur.

Í míni skriving um kappróður havi eg í telefonini havt mangt áhugavert prát við Magnus Norðberg, sum rør við Klaksvíkingi. Kendi danski rógvarin Stephan Mølvig  kom í 2005 til Klaksvíkar, og hann fekk klaksvíkingar at broyta hugburð um kappróður. Tíggju ár seinni í 2015 sita nakrir av som monnum umborð á Klaksvíkingi, har venjingaruppleggið og taktikkurin er júst hin sami, sum fyri tíggju árum síðani. Eg havi prátað við Magnus Norðberg um at rógva, og hvat fær eldri menn aftur at byggja nýggjan Klaksvíking og at seta seg við árarnar. Men fyrst til orðini, sum Stephan Mølvig segði um føroyskan kappróður í 2005. Læs resten

Kvinnur skulu ikki rógva við 5-mannafari men við 6-mannafari

5-mannafarið Ritan hjá Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. Bakborð fremst: Jóna Livarsdóttir Nysted, síðani Ingibjørg Thomsen og Elsa Magnussen. Stýriborð fremst Lýdia Hvannastein Sørensen, síðani Anna Arnfríðudóttir Andreasen, Maibritt Waag Høgnesen og Inga Weihe. (Mynd Vagnur)

5-mannafarið Ritan hjá Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. Bakborð fremst: Jóna Livarsdóttir Nysted, síðani Ingibjørg Thomsen og Elsa Magnussen. Stýriborð fremst Lýdia Hvannastein Sørensen, síðani Anna Arnfríðudóttir Andresen, Maibritt Waag Høgnesen og Inga Weihe. (Mynd Vagnur)

Mest sum eg ætlaði at finna út av, hvørjar kvinnur rógva við 5-mannafarinum Rituni, kom eg mikukvøldið fram á manningina og bátin úti á Argjum. Rituna eigur Norðdepils-Hvannsunds róðrarfelag, og tað eru kvinnur har norðurin, sum hava mannað bátin við kvinnum, Men summar kvinnur mugu tó koyra langt til venjingar. Manningin er serlig, tí upprunaliga høvdu tær mannað 6-mannafarið Sundabátin, men tær vóru tvungnar at rógva við 5-mannafari, tí eingin bátur var at rógva ímóti. Hetta hóvar ikki kvinnunum, og umborð á Rituni eru tær bersøgnar og siga: – Bólkurin 5-mannafør kvinnur skuldi verið strikaður, og kvinnur skulu heldur bara róð við 6-mannafari. Eg havi prátað við Annu, sum áður hevur róð við fleiri bátum á Argjum. Læs resten

Óla Hendrik av Fløtum er formaður og rør við Drekanum reyða

Òla Hendrik av Fløtum er formaður í Argja róðrarfelag, og hann rør við Argjabátinum. (Mynd Vagnur)

Óla Hendrik av Fløtum er formaður í Argja róðrarfelag, og hann rør við Drekanum reyða. (Mynd Vagnur)

Óla Hendrik av Fløtum hevur nógv um oyrini, tí hann er bæði formaður í Argja róðrarfelag og situr á toftubekki umborð á Drekanum reyða. Í nógv ár havi eg hildið, at Argja róðrarfelag er best skipaða kappróðrarfelag í landinum. Altíð eydnast teimum væl at manna bátarnar, og felagið hevur í nógv ár havt flest manningar í FM-kappingini. Uttan eldsálir ber ikki til, og uttan væl skipaða venjing millum tey ungu, ber heldur ikki til. Tað sýnist, sum rógvarar trívast heilt væl á Argjum. Eg havi tosað við formannin um felagið, og hvussu teir umborð á Drekanum reyða eru nøgdir við róðrarárið higartil. Læs resten

Heilt stórur munur at fara av Knørri umborð á Ormin langa

Ellindur Gaard Magussen er bátsformaður umborð  á Orminum. (Mynd Vagnur)

Ellindur Gaard Magnussen er bátsformaður umborð á Orminum. (Mynd Vagnur)

Í regninum týskvøldið leitaði eg mær oman á Müllers brúgv og inn í friðaða pakkhúsið, har Róðrarfelagið Knørrur heldur til. Frálíkar umstøður til bátarnar, men enn er ikki eydnast at fáa rógvarum skiftingarrúm við brúsi og vs. Ørindini míni vóru fyrst at fáa orð á útisetar, sum ætla at rógva við Hvessingi á ólavsøku. Hvessingur stóð á vogni, men eg sá ongar rógvarar. Tíbetur kom Ormurin júst at landi, og fekk eg orð á bátsformannin Ellind Gaard Magnussen. Og Ellindur sigur soleiðis um róðrarárið higartil. Læs resten

Úr myndasavninum – Sambandsflokkurin vann inniróður í 2005

Fólk vóru samband um, at Jógvan Arge hevði betri evni at varpa út kappróður enn at sita í rógvimasknu. (Mynd Christopher)

Fólk vóru samd um, at Jógvan Arge hevði betri evni at varpa út kappróður enn at sita í rógvimaskinu, tí har var hann í serflokki.  (Mynd Christopher)

Løgtingsval verður í heyst og spennandi verður, hvussu leikur fer. Um heystið í 2005 skipaði Róðrarfelagið Knørrur fyri inniróðri í SMS, har umboð úr øllum politisku flokkum róðu hvør ímóti øðrum. Og gongst løgtingsvalið í heyst eins og inniróðurin í SMS fyri tíggju árum síðani, so vinnur Sambandsflokkurin løgtingsvalið. Men tað ger flokkurin uttan iva ikki. Nógv fólk sóu inniróðurin í SMS. Soleiðis varð skrivað á heimasíðuni www.drekin.fo Læs resten

Sílakvinnur mistu í “dramatikki” FM-heitið á stokkinum í 2004

Ein vónbrotin Hildigunn Niclasen eftir ólavsøkuróðurin í 2004. (Mynd Vagnur)

Ein vónbrotin Hildigunn Niclasen eftir ólavsøkuróðurin í 2004. (Mynd Vagnur)

Ólavsøkurróðrarnir eru altíð serligir, tí tá endar róðrarárið, og nógvir áskoðarar síggja róðrarnar. Manningar, sum kanska ikki hava fingið nøktandi úrslit í róðrarárinum, síggja sær møguleikan at enda róðrarárið væl. Og so eru tað manningar, sum hava vunnið FM-heitið fyri ólavsøkuróðurin ella liggja væl fyri í stigum, sum alt verðini ikki vilja tapa á ólavsøku. Eitt dømi, har alt kann ganga av skriðuni júst á ólavsøku, er Sílið kvinnur í 2004. Sílið hevði 33 stig og Blikur 29 stig fyri ólavsøkuróðurin í 2004, men Blikur vann FM-heitið, tí Sílið fór aftur á fimta plássið í sera tøttum róðri. Eg skrivaði niðanfyri grein 1. august 2004. Lesið, hvat sílakvinnan Hildigunn Niclasen segði við undirritaða eftir ólavsøkuróðurin. Læs resten