
Óla Hendrik av Fløtum er formaður í Argja róðrarfelag, og hann rør við Drekanum reyða. (Mynd Vagnur)
Óla Hendrik av Fløtum hevur nógv um oyrini, tí hann er bæði formaður í Argja róðrarfelag og situr á toftubekki umborð á Drekanum reyða. Í nógv ár havi eg hildið, at Argja róðrarfelag er best skipaða kappróðrarfelag í landinum. Altíð eydnast teimum væl at manna bátarnar, og felagið hevur í nógv ár havt flest manningar í FM-kappingini. Uttan eldsálir ber ikki til, og uttan væl skipaða venjing millum tey ungu, ber heldur ikki til. Tað sýnist, sum rógvarar trívast heilt væl á Argjum. Eg havi tosað við formannin um felagið, og hvussu teir umborð á Drekanum reyða eru nøgdir við róðrarárið higartil. Læs resten








