
Kvívíkingur, Ørvur, Argjabáturin, Knørrur, Teistin og Toftabáturin róðu á ólavsøku í 2003. Kvívíkingur vinnur á Ørvi á ólavsøku í 2003. (Mynd Vagnur)
Í 2003 róði ein heilt góð manning við 8-mannafarinum Ørvi. Halgir Dahl Olesen mannaði Ørv við hoyvíkingum, og tað gekk strálandi fyrstu seks stevnurnar. Ørvur vann trygt allar róðrarnar, nú var bara ólavsøkuróðurin eftir, og so skuldu hoyvíkingarnir fyrst heiðrast á Kongabrúnni við ólavsøkusteypinum og síðani við FM-steypinum. Manningin boðaðu frá veitslu í Hoyvík, men Ørvur kannaði seg ov tíðliga bitan á ólavsøku, tí Kvívíkingur vildi nakað annað og hevði lagt snilda ætlan á ólavsøku. Størsta vónbrotið í mínum ítróttalívi, segði Halgir eftir róðurin.
Bátsformaðurin á Ørvi, Halgir Dahl Olesen, sum vit kenna frá hondbóltinum og frá Havnarbátinum, sum vann allar róðrarnar í 2001, segði áðrenn norðoyastevnu í 2003, at gjørdist Ørvur nummar trý og ikki var meira enn tvær bátslongdir aftan fyri fyrsta bátin, so hevði hann góðar vónir seinni í summar. Ørvur hevði jú nýggja manning. Ørvur vann á norðoyastevnu, og hann vann eisini næstu fimm róðrarnar. Nú var einans ólavsøkan eftir á heimavølli, men hetta bleiv eitt satt vónbrot, tí Ørvur tapti fyri Kvívíkingi. Og Halgir segði soleiðis við undirritaða eftir róðurin.
– Ólavsøkuróðurin var størsta vónbrotið í mínum ítróttarlívi. Vit vóru rætt og slætt tiknir á bóli av Kvívíkingi. Menn vóru ikki nóg nógv klárir yvir, hvussu nógv bátarnir leggja í at vinna ólavsøkuróðurin. Kvívíkingur tók møguleikan, gjørdi eitt taktiskt trekk, róði allan teinin í bekkinum og vann róðurin. Manningin umborð á Ørvi tosaði eftir róðurin um, hvussu skjótt teir gjørdust troyttir, tá ið teir sóu, at Ørvur ikki megnaði at taka Kvívíkingin aftur. Vit vóru sum slignir á nevið.
– Ólavsøkuróðurin hjá okkum er eitt dømi um, hvussu nógv tað sálarliga spælir við í kappróðri. Ein orsøk at vit taptu, var, at menn ikki vóru nóg bangnir at rógva á ólavsøku, vit høvdu jú vunnið allar hinar róðrarnar. Menn stákaðust til ólavsøku og fingust við alt møguligt annað. Ólavsøkuróðurin skuldi jú bara rógvast, segði ein vónbrotin Halgir við undirritaða eftir ólavsøkuróðurin í 2003.
Orðini hjá Halgiri eru bara enn eitt dømi, hvussu stóra orku manningar júst leggja í at vinna á ólavsøku. Manningar, sum kanska ikki hava vunnið nakað í árinum, síggja sær ein seinasta møguleika at bjarga róðrarárinum. At vinna ólavsøkuróður kann sammetast við at vinna eina steypafinalu. Nógvir áskoðarar til róðrarnar, og nógv fólk til steypahandanina á Kongabrúnni.
Mest sum hvørja ólavsøku verða ein ella fleiri manningar slignar á nevið á ólavsøku, men í ár man hetta ikki fara at henda, tí vinnandi bátarnir hava vunnið so tryggar róðrar í summar. (Vagnur)

Ørvur í 2003. St.f.v: Manningin á Ørvi við øllum steypunum í Álakeri á ólavsøku: Frá vinstru: Snorri Patursson, Christian Eli Zachariassen, Bárður Brimvík, Hallgrím Hansen, Halgir D. Olesen, Heini Harryson, Rúni Patursson, Johnny Durhuus og Magnus D. Olesen. (Mynd Vagnur)
