Ólavsøkurróðrarnir eru altíð serligir, tí tá endar róðrarárið, og nógvir áskoðarar síggja róðrarnar. Manningar, sum kanska ikki hava fingið nøktandi úrslit í róðrarárinum, síggja sær møguleikan at enda róðrarárið væl. Og so eru tað manningar, sum hava vunnið FM-heitið fyri ólavsøkuróðurin ella liggja væl fyri í stigum, sum alt verðini ikki vilja tapa á ólavsøku. Eitt dømi, har alt kann ganga av skriðuni júst á ólavsøku, er Sílið kvinnur í 2004. Sílið hevði 33 stig og Blikur 29 stig fyri ólavsøkuróðurin í 2004, men Blikur vann FM-heitið, tí Sílið fór aftur á fimta plássið í sera tøttum róðri. Eg skrivaði niðanfyri grein 1. august 2004. Lesið, hvat sílakvinnan Hildigunn Niclasen segði við undirritaða eftir ólavsøkuróðurin.
Ringast løtan í lívi mínum
– Ræðuligt at koma á mál sum nummar fimm á ólavsøku og vita sær, at hundraðpartar avgera um tú vinnur Fm-heitið ella ikki. Tá ið vit hoyrdu og sóu fagnaðin umborð á Bliki, vistu vit, at FM-slagið var tapt, sigur sílagentan Hildigunn Niclasen.
Hildigunn Niclasen situr á lærbekki umborð á Sílinum. Hon er fimleikari og fimleikavenjari, men seinastu trý árini hevur hon eisini róð við bátum hjá Havnar Róðrarfelag. Eitt ár við 6-mannafarinum Víkingi og tvey ár við Sílinum. Við Sílinum vann hon tveir róðrar í fjør, og í ár vann Sílið tríggjar róðrar. Og Sílið var favorittur at vinna FM-heitið á ólavsøku, tí Sílið var fýra stig framman fyri Blik, men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Ikki er neyðugt at spyrja Hildigunn, um hon er kedd um ólavsøkuróðurin, tí tað vita vit sjálvandi, at hon er.

Fimm bátar javnir 250 metrar frá málinum. Blikur, Frúgvin, Firvaldur og Sílið. Drekin nærmast. (Mynd Vagnur)
– Ólavsøkuróðurin var tann harðasti og stævnasti, eg nakrantíð havi róð. Kanska var tað ein samanrenning av spenningi, hita og nervnum, sum gjørdi henda róðurin so serligan. Vit vistu, at alt kundi henda á ólavsøku, tí gentubátarnir hava verið so javnir í summar, men vit fóru við góðum treysti at rógva á ólavsøku. Vit fingu tíðliga í róðrinum at vita frá róðursgentuni, at bátarnir vóru javnir, og tað gekk eisini væl hjá okkum inn til Molan. Og okkum dámar eisini væl at koma inn um Molan, men vit vita eisini, at bátur okkara kann detta niður og missa ferð beint áðrenn endaspurtin, og tað hevur hann óivað eisini gjørt, tí vit missa takið seinast í róðrinum, sigur Hildigunn.
– Og tað var ræðuligt at liggja undir Skipafelagnum og bíða eftir úrslitinum. Vit hoyrdu fyrst, at Drekin hevði vunnið, men so sóu og hoyrdu við fagnaðin umborð á Bliki, og tá vistu vit, at FM-slagið var tapt.

Hóast tap og mist FM-heitið, so eydnaðist at fáa smíl frá Tórgunn Gásdal. Tórgunn sat eins og Hildigunn á lærinum umborð á Sílinum í 2004 (Mynd Vagnur)
– Vit vóru illa fyri eftir róðurin, onkur spýði, og annars var kroppurin ikki í balansu. Hetta var ringasta ítróttarløtan í lívi mínum, alt var sum ein ringur dreymur. Vit høvdu jú eisini tapt FM-heitið á ólavsøku í fjør, so hetta var ein endurtøka, men bara nógv verri hesuferð.
– Annars vóru fólk bæði blíð og týð og royndu at ugga okkum, tá ið vit komu í land og eisini seinni, tá ið vit hittu fólk á ólavsøku, men tað var tungt at liva við ósigrinum fyrstu tímarnar eftir ólavsøkuróðurin, og ikki so stuttligt at halda ólavsøku. Tí hetta er ein so ringur háttur at tapa ein róður, sigur ein blíð Hildigunn at enda í telefonini, sum nú er betur fyri, enn tá ið vit tóku mynd av henni í neystinum eftir ólavsøkuróðurin.
Vit kunnu ugga Hildigunn og siga, at vit eru eisini kedd, at Sílið ikki vann FM-heitið, og at Drekin ikki vann ólavsøkuróðurin. Men alt hetta er ein partur av ítróttarspælinum, har summi vinna og eru glað og onnur tapa og eru kedd. Sílagenturnar hava vunnið róðrar bæði í ár og fjør, og tað er meira enn aðrar manningar hava gjørt. Nú vóna vit, at sílagenturnar aftur næsta ár sita umborð á Sílinum, men sum vit skilja, so fara gentur millum annað av landinum í lestrarørindum, skrivaði eg 1. august í 2004.
Eg kann leggja aftrat, at Blikur vann róðurin við tíðini 4.49.08, síðani kom Drekin 4.49.12, Frúgvin 4.49.17, Firvaldur 4.49.24 og Sílið 4.51.02. Fór Sílið ikki aftur um nummar fýra, so vann Sílið FM-heitið. Men Sílið gjørdist nummar fimm, og serliga var tað Drekin, sum smoygdi seg millum toppbátarnar, tí besta úrslitið hjá Drekanum fyri ólavsøkuróðurin var eitt sjeynda pláss.
Á ólavøku 2004 róður fimtan kvinnu/gentubátar í sama róðri. Hetta var áðrenn, at hesin bólkur var býttur sundur í kvinnur og gentur. (Vagnur)
