Úr myndasavninum – Sambandsflokkurin vann inniróður í 2005

Fólk vóru samband um, at Jógvan Arge hevði betri evni at varpa út kappróður enn at sita í rógvimasknu. (Mynd Christopher)

Fólk vóru samd um, at Jógvan Arge hevði betri evni at varpa út kappróður enn at sita í rógvimaskinu, tí har var hann í serflokki.  (Mynd Christopher)

Løgtingsval verður í heyst og spennandi verður, hvussu leikur fer. Um heystið í 2005 skipaði Róðrarfelagið Knørrur fyri inniróðri í SMS, har umboð úr øllum politisku flokkum róðu hvør ímóti øðrum. Og gongst løgtingsvalið í heyst eins og inniróðurin í SMS fyri tíggju árum síðani, so vinnur Sambandsflokkurin løgtingsvalið. Men tað ger flokkurin uttan iva ikki. Nógv fólk sóu inniróðurin í SMS. Soleiðis varð skrivað á heimasíðuni www.drekin.fo

kjkjk

Sambandsflokkurin vann. F.v. Alfred Olsen, Kaj Leo Johannessen og Annfinn Brekkstein. (Mynd Christopher)

Róðrarfelagið Knørrur skipaði fyri innandura rógvikapping á torginum í SMS í dag. Har vóru nógv fólk savnað til tess at síggja landsins kosnu rógva kapp móti hvørjum øðrum. Sambandsflokkurin vann kappingina. Landsins kosnu menn og kvinnur róðu stafettróður á rógvimaskinum á torginum í SMS. Allir flokkar vóru við, og trý umboð úr hvørjum flokki royndu seg. Hvør flokkur skuldi rógva 900 metrar. Trý umboð úr hvørjum flokki skuldu rógva, so hvør politikari kom at rógva 300 metrar.

Kári Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum er til dystin fúsur. (Mynd Christoffer)

Kári Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum hitar upp til róðurin. (Mynd Christoffer)

Tað vóru tvey innleiðandi umførð, har vinnarin kom víðari í ein finalubólk. Í fyrsta umfari róðu samgongan móti hvørjum øðrum. Tað vóru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurinm, ið róðu. Endin varð, at Sambandiflokkurin vann umfarið hjá samgonguni.

Tað seinna umfarið stóð ímillum andstøðuna. Her vóru tað Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin, ið róðu móti hvørjum øðrum. Endin gjørdist, at Miðflokkurin vann seinna innleiðandi umfarið og kom víðari í finalubólkin.

Ingi Olsen og Bjarni Djurholm vóru á liðnum hjá Fólkaflokkinum. (Mynd Chistopher)

Ingi Olsen og Bjarni Djurholm vóru á liðnum hjá Fólkaflokkinum. (Mynd Chistopher)

Finalubólkurin stóð sostatt ímillum Sambandsflokkin og Miðflokkin. Her vann Sambandsflokkurin og gjørdist vinnari av kappingini.

Tíðinar vóru hesar:

Finalan:

03:04:3           Sambandsflokkurin

03:21:1           Miðflokkurin

Samgongan:

03:13.1           Sambandsflokkurin

03:19.4           Javnaðarflokkurin

03:40.0           Fólkaflokkurin

Andstøðan:

03:16.1           Miðflokkurin

03:24.0           Sjálvsstýrisflokkurin

03:27.9           Tjóðveldisflokkurin

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *