Heiðabáturin og Argjabáturin vinna aðru hvørja ferð

Argjabátur er leysur av Heiðabátinum, tá hann fer um málið í Sandavági. (Mynd Hans Højgaard)

Argjabátur er leysur av Heiðabátinum, tá hann fer um málið í Sandavági. (Mynd Hans Højgaard)

Spell, at 8-mannaførini bara eru tvey, tí talan er um áhugaverda bátastødd. Tað var tann tíð, tá tólv 8-mannafør róðu á ólavsøku, og hjá fleiri feløgunum var 8-mannafarið flaggskipið og harvið stoltleikin. Eg havi hugt eitt sindur í hagtølini, men fyrst til 8-mannaførini í 2015. Gleðilig tíðindi í vár, at vágbingar komu við 8-mannafarinum Tofta Regini, men báturin var bara við fáar stevnur. Upprunaligi róðrarteinurin hjá 8-mannaførunum var 1500 metrar. Í summar kappast tvey 8-mannafør um FM-heitið, og fyri ólavsøkuróðurin eru bátarnir javnir í stigum.

Argjabáturin og Heiðabáturin hava vunnið tríggjar róðrar hvør, og áhugavert er, at bátarnir hava vunnið aðru hvørja ferð. Heiðabáturin vann á norðoyastevnu eitt sekund undan Argjabátinum. Á sundalagsstevnu vann Argjabáturin, og bátarnir fóru mest sum javnir um mállinjuna, har talan var um hundraðpartar av sekundi á muni. Síðani vinnur Heiðabáturin aftur á fjarðastevnu við einum sekundi, sum er umleið triðings bátslong. Á jóansøku vinnur Argjabáturin, har aftur hundrað partar av sekundi er á muni. Nú hava bátarnir vunnið tveir róðrar hvør.

Her vinnur Heiðabáturin í Fuglafirði, men hvør vinnur á ólavsøku og harvið FM-heitið.

Her vinnur Heiðabáturin í Fuglafirði, men hvør vinnur á ólavsøku og harvið FM-heitið? (Mynd Álvur)

Men so hendir nakað óvanligt og áhugavert, tí á eystanstevnu í Fuglafirði leggur Heiðabáturin hart út og leggur seg klárt á odda frá byrjan. Tú roknar alla tíðina við, at nú mann Argjabáturin fara at koma, men hann kom ongantíð henda dagin. Tú sást tíðuliga, at meira krút var umborð á Heiðabátinum allan teinin, og umborð á Argjabátinum tyktist alt meira seigligt og tungt. Heiðabáturin vinnur tryggan sigur við heili fýra sekundum.

Her fer Heiðabáturin fyrstur um málið á varmakeldu í Fuglafirði. (Mynd Hans Højgaard)

Her fer Heiðabáturin fyrstur um málið á varmakeldu í Fuglafirði. (Mynd Hans Højgaard)

Spennur var á vestanstevnu, um Heiðabáturin tryggjaði sær FM-heitið henda dagin, men teir umborð á Argjabátinum vildu tað øðrvísi. Argjabáturin legði seg trygt á odda frá byrjan og helt tørn allan vegin á málið. Argjabáturin var leysur av Heiðabátinum, og munurin var trý sekund, tá bátarnir fóru um mállinjuna. Bátarnir hava vunnið tríggjar FM-róðrar hvør og hava 39 stig. Tað vil siga stutt og greitt, at báturin, sum fer fyrstur um málið á ólavsøku vinnur FM-hetið.

Fara vit til hagtølini, so kann eg enda við at siga, at í ár 2000 sóu vit tólv 8-mannafør á ólavsøku, í 2005 sjey 8-mannafør og í 2010 seks 8-mannafør á ólavsøku. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *