Klaksvíkingur vann uppibornan sigur í Fuglafirði

Klaksvíkingur hevði tak á støðuni í Fuglafirði. (Mynd Hans Højgaard)

Klaksvíkingur hevði tak á støðuni í Fuglafirði. (Mynd Hans Højgaard)

Tá eg hyggi aftur eftir FM-róðrunum í Fuglafirði , er mangt áhugavert at síggja. Tí tað kann tykjast løgið, at bátar sum Heiðabáturin og Klaksvíkingur knappliga eru so stinnir eftir at hava tapt fyri viku síðuna. Klárt er at síggja á myndunum, at hevur tú tapt ein róður, skal leggjast á annan bógv á næstu stevnu. Serliga sóu vit hetta leygardagin umborð á Heiðabátinum og Klaksvíkingi.

lklklk

Tvørabáturin fer fyrstur um málið í harðari kapping við serliga Rádna úr Fuglafirði. (Mynd Hans Højgaard)

Fyri mær sá út, sum teir umborð á Heiðabátinum róðu í bekk allan teinin, men tað hava teir uttan iva ikki gjørt. Teir løgdu hart út við høgari ferð, meðan umborð á Argjabátinum vóru tøkini ikki so títt. Tú bíðaði eftir, at Argjabáturin fór at koma, men Heiðabáturin helt somu ferð og somu frástøðu allan teinin. Løgin róður, tí so stórur munur hevur ikki áður í summar verið millum Heiðabátin og Argjabátin. Nú mugu teir umborð á Argjabátinum leggja harðari út í Sandavági, skal báturin fylgja Heiðabátinum.

jkjkjkj

Sílið vinnur her tryggan sigur í Fuglafirði við Tjaldrinum og Frúnni í hølinum. (Mynd Hans Højgaard)

Tað sama var galdandi í 10-mannafarsróðrinum. Bátarnir ógvuliga javnir frá byrjan, men tá Klaksvíkingur legði seg á odda, sýntist teir at hava tamarhald á støðuni inn á málið. Báturin datt ongantíð niður, og hvørki Drekin reyði ella Havnarbáturin gjørdu nakað við Klaksvíking, sum seinast vóru so javnir. Klaksvíkingur vann uppibornan sigur í Fuglafirði. Eitt er Drekin reyði, men Havnarbáturin, sum var heilt frammi langt inn, misti knappliga eina bátslongd ikki so langt frá málinum. So her má eftirmetast rætt.

Erla kongsdóttir er klárt á odda. (Mynd Hans Højgaard)

Erla kongsdóttir er klárt á odda. (Mynd Hans Højgaard)

Altíð nógvar søgur fylgja Klaksvíkingi, og fyri róðurin hoyrdist um menn, sum fóru av bátinum og aðrir umborð. Einir fimtan ymsir menn skulu rógva við Klaksvíkingi í summar, tí menn mugu uttanlands í arbeiðsørindum.

Gott lag á Tvøroyri, tí Firvaldur við gentum stevnir fram ímóti FM-heitinum og tað sama gera Tvørábáturin. Tað vóru annars Rádni og Tvørabáturin, sum skjótt eftir startin løgdu seg á odda. Eisini áhugavert at fylgja síladreingjunum, sum rógva í nýggjum báti. Ikki gekk so væl fyrstu róðrarnar, men so broyttist alt, og Sílið vann tryggan róður í Fuglafirði. Hesar reglur eru skrivaðar, tí eg fekk nakrar myndir sendandi í morgun frá Hansi Højgaard, sum eg ikki kenni. Frálíkar myndir. Takk Hans fyri ískoytið til kappróðurin. (Vagnur)

kjkjkj

Her sæst, hvussu stórur munurin er á mállinjuni. Erla kongsdóttir er longu farin um mállinjuna. Síðani Teisitin, Ritan, Drekin og Ørnini. (Mynd Hans Højgaard.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *