Vit hoyrdi einki aftur til uppskotið hjá Jacobi Vestergaard landsstýrismanni, sum ætlar at einskilja landsjørðini, og í hesum sambandi standi eg klárur at keypa mær ein hagapart í Suðurstreymoy. Men so er spurningurin, um eg sleppi at bjóða uppá hagan, sum eg havi eyguni á, tá uppboðssølan einaferð fer fram. Haldi ikki tað er rætt, at bara núverandi festarar sleppa at bjóða upp á landsjørðini. Hetta er órættvíst, tí tað eru so fáir festarar, sum liva at seyðinum í Føroyum. Annars rokni eg ikki við, at landsjørðin verður einskild. Læs resten
Dunnuhylurin í Plantasjuni hevur í løtuni ongan góðan
Spákaði mær niðan í Plantsjuna í kvøld til tess at síggja, um nakrir dunnuungar eru komnir. Havi í ár sæð eina dunnu við ungum, men hon misti skjótt allar ungarnar. Ikki tespuligt var at síggja ovara hylin í Plantasjuni, tí mest sum einki vatn var í hylinum. Flestu dunnurnar vóru rýmdar. Hylurin var stórt runudíki. Haldi meg minnast fyri einum árini síðani, at Tórshavnar kommuna skuldi umvæla hylin og fáa meira vatn at renna í hylin. Men enn er einki hent. Trupulleikin er ikki bara vatnið, tí ovara hylur lekur illa, tí minkar vatnið skjótt, sjálvt um nógv vatn er komið í áirnar seinastu vikurnar. Læs resten
Mamma fekk blómutyssi, sum drotning Margretha skuldi hava

Blómutyssið, sum Margretha drotning skuldi hava, stendur á borðið í gongini á Ellisheiminum. (Mynd Vagnur)
Eitt systkinabarn mítt var komin til Føroya at vitja pápa sín, sum býr á Tjarnargarði. Í hesum sambandi náddi hon eisini 97 ára føðingardagin hjá mammu, sum var í vikuni á Ellisheiminum í Havn. Systkinabarnið fór inn í blómuhandil at keypa blómutyssi at geva mammu. “Nú skalt tú fáa vakurt blómutyssi, sum Margretha drotning skuldi hava.” Blómuhandilin hevði bílagt rúgva av blómum uttanlands, sum vóru bílagdar til ymist í sambandi við drotninginavitjanina. Dagin eftir, at nógvu blómurnar vóru komnar til Føroya, vóru bíløgdu blómurnar ógildaðar, tí vitjanin var avlýst. Drotningin dámar væl tær hvítu margueriti blómurnar og serligar reyðar rósur. Blómutyssið er bundin saman á serligan hátt. Nú veit eg ikki, um blómuhandilin fær endurgjald fyri bíløgdu blómurnar. Borgarstjórin á Tvøroyri hevur so verið í fjølmiðlunum og sagt, at løgmaður má syrgja fyri, at tey, sum hava havt útreiðslur av avlýstu drotningvitjanini mugu fáa endurgjald. Sjálvandi skuldi drotningavitjan verið útsett sama dag, sum fólkatingsvalið varð útskrivað. (Vagnur)
Politiska hornið – Sosialurin hjálpti Tjóðveldi á danating
Løgin yvirskift heldur onkur. Tá eg herfyri sá grein í Sosialinum við mynd av Sjúrða Skaale og Edmundi Joensen, har sagt varð, at hesi báðir verða afturvaldir á danating, hugsaði eg mítt. “Henda yvirskiftin fer at fáa tjóðveldisfólk upp úr stólinum og á val.” Gloymdi hetta aftur, men tá eg so sá forsíðuna í Sosialinum mikudagin í vikuni, hugsaði eg: Henda yvirskriftin fer at bjarga Tjóðveldi, tí tjóðveldisfólk vilja ikki hava sitandi á sær, at báðir ríkisfelagsflokkarnir fara avstað við báðum umboðunum. Og so var. Læs resten
Úr myndasavninum – Eg royki fimm mánaðir um árið
Plagi onkuntíð at hyggja at greinum, sum eg skrivaði á heimasíðuni www.drekin.fo frá 2003 til og við 2008. Kom fram á niðanfyri grein skrivað 16 mai 2005. Eg hitti tá ungan rógvara ein dagin í Álakeri, sum segði mær, at 1. januar slókti hann sigarettina og tendraði hana ikki aftur fyrr enn eftir ólavsøkuróðurin. Hetta hevði hann gjørt í fleiri ár. Nógv vatn er runnið í ánna síðani 2005 viðvíkjandi royking í Føroyum.Tit kunnu lesa greinina niðanfyri frá 2005. Læs resten
Kvinna stýrir fyri fyrstu ferð Havnarbátinum FM-róðrar
Fyri fáum árum síðani kom ikki fyri, at kvinna stýrdi 6-mannafari við monnum, 8-mannafari og 10-mannafari. Men nú síggja vit kvinnur sita aftur í rong í hesum bátum. Kunnu nevna Jannie Dam Jacobsen, sum stýrdi Suðuroyingi og Saritu Hansen, sum stýrdi Miðvingi. Aftur í rong umborð á Havnarbátinum situr ung kvinna, og hetta er fyrstu ferð í søguni hjá 10-mannafarinum, at kvinna stýrir bátinum FM-róðrar. Hetta er Durita Fagradal Augustinussen. Ikki hevur hon so nógvar royndir innan kappróður, tí í fjør stýrdi hon fyrstu ferð, og hetta var Sílinum 5-mannafar við gentum. Eg havi hitt 23 ára gomlu Duritu. Læs resten
Meiningahornið – Navn títt skal vera “Skúlin á Fløtum”

Navn títt skal vera Víkingur, bygdur í !962. Minnist væl, tá línuskipið fór av bakkastokki. (Mynd Havnin fólk og yrki)
Nógv fólk við mær undrast á, at Tórshavnar kommuna longu gevur nýggja skúlanum í vestubýnum navn, áðrenn skúlin er teknaður, arbeiðið bjóðað út, og skúlin liðugt bygdur. Í míni verð ein politiskur sjónleikur. Minnist sum smádrongur, hvussu spent vit vóru, tá nýbygningur fór av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju. Altíð spennandi at síggja, tá hvíti dúkurin varð drigin frá navninum, og tá guðmamman langaði vínfløskuna í skipið og avdúkaði navnið. Læs resten
“Photoshop” er nú partur í valstríðnum til fólkatingið

Hetta er dømi um photoshop, har tú bara kanst hanga ein persón í myndina, so tað gerst ein gjørd mynd.
Havi altíð havt stóran áhuga í myndum. Kemur tað til persónsmyndir ella andlitsmyndir, so eru svart/hvítu myndirnar tær vakrastu. Áhugavert at síggja, hvussu væl tildømis Bambus dugdi at taka myndir. Og sært tú gamlar myndir, sæst beinavegin, um køn hond hevur tikið myndina. Nú stundar til løgtingsval, og “Photoshop” er vorðið partur av valstríðnum, tí flestu myndirnar av valevnunum hava verið ígjøgnum programmið “photoshop”, har tú kanst broyta nógv í myndini. Læs resten
Óvæntaða úrslitið, at Drekin reyði vann so tryggan sigur

6-mannafarið Páll Fangi úr Klaksvík fer her fyrstur um málið. Spenandi róðrar eru í væntu. (Mynd Fríðbjartur Viberg)
Norðoyastevnuróðrarnir eru altíð áhugaverdir og spennandi róðrar, tí hetta eru fyrstu FM-róðar á árinum. Áhugavert at síggja, hvørjir bátar eru við, og hvat vit kunnu rokna við í róðrarárinum. Sum vit plaga at siga: Eftir norðoyastevnu broytist so nógv, tí summar manningar eru væl nøgdar, summar hampuliga væl nøgdar, meðan aðrar manningar vónbrotnar av avrikinum, tí tær høvdu væntað nakað heilt annað. Òdnartøkini góvu okkum nakrar fáar ábendingar, men norðoyastevnuróðrarnir geva okkum allar ábendingarnar um róðrarárið. Mest óvæntaða úrslitið á norðoyastevnu var, at 10-mannafarið Drekin reyði av Argjum vann so tryggan sigur. Næstu FM-róðrar eru í Kollafirði leygardag. Læs resten
Meiningahornið – Stór dygd at viðurkenna, tá mistak er gjørt
Eg má veruliga rósa borgarstjóranum í Havn fyri nýggju støðuna, hann nú hevur um nýggja havnarlagið í Havn. í Kringvarpinum á middegi í dag segði borgarstjórin, at Tórshavnar kommunu fer at umhugsa støðuna á nýggjum um havnarlagið. Kringvarpið segði á middegi, at nýggja fíggarmetingin sigur 495 milliónir krónur. Men so skal 6,5 % í mvg leggjast aftrat, so talið er um 530 milliónir krónur, sum Kringvarpið segði fríggjadagin. Borgarstjórin segði eisini, at økið við Skansan og framvið sjóvarmálan Yvir við Strond skal takast upp til nýggja viðgerð, og eitt úrslit er klárt um ólavsøkutíðina. Vil bara siga borgarstjóranum, at tað er stór dygd at viðurkenna, tá mistak er gjørt. Tá er mann ein rættur og góður borgarstjóri. Tí Tórshavnar Havn kann sjálvandi byggjast út, so økið við Skansan ikki verður oyðilagt, og sjóvarmálin Yvir við Strond verður oyðilagdur. Hetta skylda vit okkum øllum og okkara eftirkomarum. Alt annað er vitleyst. (Vagnur)





