Dunnuhylurin í Plantasjuni hevur í løtuni ongan góðan

kjkjkjkj

Ikki vøkur sjón at síggja ovara hylin. Tað mátti borið til at fingið tett hylin. (Mynd Vagnur)

Spákaði mær niðan í Plantsjuna í kvøld til tess at síggja, um nakrir dunnuungar eru komnir. Havi í ár sæð eina dunnu við ungum, men hon misti skjótt allar ungarnar. Ikki tespuligt var at síggja ovara hylin í Plantasjuni, tí mest sum einki vatn var í hylinum. Flestu dunnurnar vóru rýmdar. Hylurin var stórt runudíki. Haldi meg minnast fyri einum árini síðani, at Tórshavnar kommuna skuldi umvæla hylin og fáa meira vatn at renna í hylin. Men enn er einki hent. Trupulleikin er ikki bara vatnið, tí ovara hylur lekur illa, tí minkar vatnið skjótt, sjálvt um nógv vatn er komið í áirnar seinastu vikurnar.

jkjkjkj

Dunnurnar eru flýggjaðar úr hyiinum, og tað skilji eg væl. (Mynd Vagnur)

Nú kenni eg nógv til Plantasjuna, tí eg havi arbeitt har, og Planasjan er nærmasti granni. Ògvuliga óheppið, at Tórshavnar kommuna ikki megnar loysa henda trupulleika, tí hundraðtals fólk kom í Plantasjuna hvønn dag. Ferðafólk frá ferðamannaskipi vóru har í dag, barnagarðsbørn og onnur fólk vóru eisini har. Vit kunnu hvørki bjóða teimum vitjandi og ikki minst dunnunum, sum halda til har, slikt.

jjhjhjh

Hylurin er eitt runudíki, og dunnurnar eru flýggjaðar. Svana sá eg ikki. (Mynd Vagnur)

Tá eg arbeiddi í Plantasjuni fyri sløkum tólv árum síðani, tá eg var í farloyvi sum lærari, arbeiddu vit hjá Tórshavnar kommunu og fingu løn frá TK. Men nú havi eg skilt, at kommunan gjaldir eitt ávíst gjald til Skógrøktina, so tey kunnu røkja Plantasjuna. Vit vóru tríggir mans, og vit høvdu nóg mikið at gera hvønn dag. Ein maður arbeiðir nú í Plantasjuni, og hann skal eisini gera arbeiði aðrastaðni. Hetta er slett ikki nóg gott eftir mínum tykki, tí stórt arbeiði er at røkja Plantasjuna, um arbeiðið skal gerast til fulnar.

Eg tosaði við fyrrverandi leiðaran í Plantasjuni, og hann segði mær, at ovari hylurin lekur nakað miðskeiðis í hylinum. Hann er tættur omanímóti niðara hyli, men vatn fer gjøgnum veit nakað miðskeiðis í hylinum og oman í niðari hyl. Tað mátti borið til at gjørt botnin soleiðis, at hann ikki lak, tí nakað av vatnið rennur í løtuni í hylin, men ikki nyttar, um vatnið fer víðari oman í niðara hyl. Nú gloymdi eg vøkru svanirnar, men teir sá eg einki til. Uttan iva eru teir eisini rýmdir. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *