Nýggja brúgvin um Sandá fyllir nógv í landslagnum

jjkjkj

Høgt eru úr ánni og upp á brúnna. (Mynd Vagnur)

Brúgvin um Sandá skuldi eftir ætlan vera liðug á ólavsøku, men tað verður brúgvin ikki. Fyrst í mai mánað segði verkfrøðingur mær, at vit uttan iva nærkast jólum, áðrenn fyrsti bilurin sleppur um brúnna. Rundkoyringarnar báðum megin brúnna eru lidnar, og nú er komið so langt, at teir leggja dekkið, sum myndirnar vísa. Vegurin til brúnna úr Havn er mest sum liðugur, men framvegis stoypa teir seinastu styttuna, so brúgvin kann bindast í Argir.

kjkjkj

Nógv tilfar er koyrt til brúnna, tí jarðarmunurin er stórur á staðnum. (Mynd Vagnur)

Eitt er at byggja sethús og stórar bygningar, men ikki er hvønn dag, at tú sært byggifyritøkur byggja stórar brúgvar. Áhugavert at ganga oman í Sandá og síggja, hvussu nýggja brúgvin verður bygd. Hetta er stór verkætlan, sum samanlagt táttar í 80 milliónir krónur. Brúgvin kemur at binda Argir í vestara ringveg, og tá er ikki neyðugt hjá nógvu ferðsluni at koyra nógvar umvegir til tess at koma út á Argir og ikki minst niðan á Hamaran. (Vagnur)

Áhugavert at fylgja arbeiðinum at gera brúnna um Sandá. (Mynd Vagnur)

Áhugavert at fylgja arbeiðinum at gera brúnna um Sandá. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *