Flestu føroyingar fylgja við málinum um Sea Shepherd og teirra verju av grindadrápi. Nógv er skrivað og nógv er filmað, nógv løgreglufólk og rættarsakir ímóti Sea Shepherd fólkunum. Mínar kenslur er blandaðar, tí sjálvt um mær dámar ein spikbita, hugsi eg mangan, hvar Pál Weihe og hansara fólk eru í løtuni í Sea Shepherd málinum, tí bæði Pál Weihe og landslæknin hava sagt, at tvøst og spik ikki eru mannaføði. Eg havi til stuttleika funnið fram nøkur brot, hvat Páll Weihe og onnur hava sagt um tvøst og spik.
Í 2009 varð sagt, at grind kann vera burðardyggur og heilsugóður kostur, men sum støðan er í løtuni í havinum, hava vit dálkað hvalin so mikið, at hann ikki kann brúkast til mannaføði. Aðrastaðni er at síggja, at tungmetallini í hvalinum er tíggju ferðir hægri í dag enn fyri 80 árunum síðani, og fáa fólk hesi tungmetallini í seg, kann tað ávirka nervalagið og immunverjuna hjá fólki. Eisini hava granskarar illgruna um, at hesi tungmetallini gera, at tvífalt so nógvir tilburðir av parkinsonskjúkuni er í Føroyum enn í øðrum norðanlondum.
í 2011 síggi eg, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kemur inn í myndina og vendir sær til danska matvøru serfrøði, men danir taka ikki so dýran til í sínum tilmæli sum Pál Weihe og landslæknin, sum siga, at tvøst og spik ikki er mannaføði. Nógv ár eru farin, síðan vit fingu at vita, at smágentur og kvinnur í barnførum aldri ikki mugu eta tvøst og spik.
Tað kann tykjast løgið, at tá fólk vita, hvussu heilsuskaðiligt er at eta tvøst og spik, at føroyingar leggja so nógv fyri til tess at sleppa at drepa hvalin. Danskir og føroyiskir løgreglumenn, tyrlur, skjóttgangandi bátar verja grindamenninar og nógvar rættarsakir til tess at verja grindina, sum granskarar siga ikki er mannaføði. Pál Weihi og hansara fólk velja tøgnina í løtuni, men tað kundi verið áhugavert at fingið at vita, um tað er sunnari at eta tvøst og spik í 2015, enn tað var fyri fáum árum síðani. Tað fari eg veruliga at ivast í. (Vagnur)
