Fyri fáum árum síðani kom ikki fyri, at kvinna stýrdi 6-mannafari við monnum, 8-mannafari og 10-mannafari. Men nú síggja vit kvinnur sita aftur í rong í hesum bátum. Kunnu nevna Jannie Dam Jacobsen, sum stýrdi Suðuroyingi og Saritu Hansen, sum stýrdi Miðvingi. Aftur í rong umborð á Havnarbátinum situr ung kvinna, og hetta er fyrstu ferð í søguni hjá 10-mannafarinum, at kvinna stýrir bátinum FM-róðrar. Hetta er Durita Fagradal Augustinussen. Ikki hevur hon so nógvar royndir innan kappróður, tí í fjør stýrdi hon fyrstu ferð, og hetta var Sílinum 5-mannafar við gentum. Eg havi hitt 23 ára gomlu Duritu.
Mikukvøldið var eg í Álakeri, og ørindi vóru at hitta róðurskvinnuna umborð á Havnarbátinum, tí tað er ikki á hvørjum degi, at kvinna situr aftur í rong umborð á 10-mannafari. Tað oysti niður, og líkindi at rógva vóru ikki av teimum bestu, men her hjálpti eingin góða mamma, tí næsti FM-róður verður rógvin í Kollafirði leygardagin. Eg spyrji fyrst Duritu, hvussu hon er endað aftur í rong á Havnarbátinum? Eg stúrsi við, tá Durita sigur mær, at tvær serilgar hendingar í familjuni fyri tíggju árum síðani førdi til, at hon fekk ógvuslig óttaherðindi, og at hon ikki tordi út í tún í eitt ár. Og Durita sigur.
– Drongur mín rør við Havnarbátinum, og longu eftir ólavsøku í fjør gjørdu nakrir av teimum av at manna bátin í ár. Tá var ikki ætlanin, at eg skuldi stýra, tí teir vóru flest allir royndir rógvarar, og eg hevði bara stýrt Sílinum við gentum og var nýggj í kappróðrarhøpi. Tá kappróðrarárið nærkaðist, leitaðu teir eftir royndum róðursmanni, og eg skuldi bara vera eitt slags neyðloysn, um ikki eydnaðist at finna róðursmann. Í ódnartøkunum stýrdi eg Havnarbátinum við monnum, sum vóru eldri rógvarar. Hetta var stór upplivilsi fyri meg, tí manningin var fitt og hjálpsom, har eg lærdi nógv. Hetta førdi uttan iva til, at eg kom eisini at stýra núverandi manning.
– Nú siti eg so umborð á Havnarbátinum, sum er heilt stór avbjóðing fyri meg, tí tað er sanniliga heilt øðrvísi at stýra gentubáti við nýggjum og óroyndum rógvarum og at sita aftur í rong á 10-mannafari, har flestu rógvarar eru royndir rógvarar, sum hava vunnið nógvar róðrar. Tá tú spyrt meg um fyrsta FM-róðurin í Klaksvík, so var eg rólig fyri róðurin, men var ikki heilt væl nøgd við mítt avrik, tí nakað í endaspurtinum riggaði ikki nóg væl, sum eg hevði ábyrgdina av.
Eg fekk knappliga ógvuslig óttaherðindi sum trettan ára gomul.
– Tað kann tykjast løgið, at eg nú stýri 10-mannafari, tí tvær hendingar fyri tíggju árum síðani førdi til, at eg fekk so mikið ógvuslig óttaherðindi, at eg mest sum sat inni í eitt ár. Tordi ikki út. Abbi mín var funnin deyður á trøðni, og um sama mundi fekk pápi mín blóðtøpp. Alt gjørdist knappliga so ógvusligt fyri meg.
– Eg eri einabarn og frá at vera ung spelkin og glað trettan ára gomul genta, sum kundi fara allastaðni og kundi alt, fekk eg knappliga ógvuslig óttaherðindi og kundi einki. Eg spældi hondbólt og gjørdi fimleik, foreldrini vóru við mær allastaðni í ítróttinum, og alt sá so ljóst út. Men nú steðgaði knappliga alt upp hjá mær.
– Fyri trimum árum síðani møtti eg dreingi mínum, sum róði við Gongurólvi, og tá eg fór við teimum til Klaksvíkar, hevði eg ikki verið uttan fyri Havnina í fýra ár. Eg tordi rætt og slætt ikki at fara heimaífrá. At eg hitti drong mín og kom at vera partur av kappróðrinum, hevur hjálpt mær ómetaliga nógv, og tað eri eg takksom fyri.
– Seinast leygarmorgun, tá vit skuldu til Klaksvíkar, hugsaði eg, at í dag mátti eg veruliga taka meg saman, tí umborð eru tveir rógvarar, sum ikki hava róð áður, og tá nyttar ikki, at róðurskvinnan ikki hevur tamarhald á støðuni, sigur Durita at enda. (Vagnur)


