Politiska hornið – Sosialurin hjálpti Tjóðveldi á danating

Serliga henda greinin í Sosialinum fekk tjóðveldisfólk upp úr stólinum. (Mynd Vagnur)

Serliga henda greinin í Sosialinum fekk tjóðveldisfólk upp úr stólinum. (Mynd Vagnur)

Løgin yvirskift heldur onkur. Tá eg herfyri sá grein í Sosialinum við mynd av Sjúrða Skaale og Edmundi Joensen, har sagt varð, at hesi báðir verða afturvaldir á danating, hugsaði eg mítt. “Henda yvirskiftin fer at fáa tjóðveldisfólk upp úr stólinum og á val.” Gloymdi hetta aftur, men tá eg so sá forsíðuna í Sosialinum mikudagin í vikuni, hugsaði eg: Henda yvirskriftin fer at bjarga Tjóðveldi, tí tjóðveldisfólk vilja ikki hava sitandi á sær, at báðir ríkisfelagsflokkarnir fara avstað við báðum umboðunum. Og so var.

Havi fylgt eitt sindur við danska valinum. Áhugavert at hoyra ymsu politisku viðmerkingarnar, og so seint sum í gjáramorgun tosaðu kendu viðmerkingararnir Mogensen og Kristiansen um veljarakanningar. Teir søgdu, at eitt eru  veljarakanningar, annað er hesir “undirstreymarnir”, millum manna seinastu dagarnar fyri valið. Tøl, sum veljarakanningar ikki fáa fatur í. Teir høvdu annað úrslit í høvdinum enn veljarakanningarnar boðaðu frá, men sum teir ikki vildu siga. Teir báðir søgdu eisini, at veljarakanningar fylla alt ov nógv í valstríðnum, tí tað visir seg ferð eftir ferð, at tú kanst ikki lýta á kanningarnar.

Forsíðan í Sosilainum mikudagin gjørdi uttan iva størta munin, at Tjóðveldi vann sær annað umboðið. (Mynd Vagnur)

Forsíðan í Sosilainum mikudagin gjørdi uttan iva størta munin, at Tjóðveldi vann sær annað umboðið. (Mynd Vagnur)

Nógv tjóðveldisfólk halda, at flokkurin skal ikki velja umboð á danating. Men hesuferð var øðrvísi takkað verið Sosialinum. Eg veit við vissu, at serliga ein grein herfyri inni í blaðnum og forsíðan mikudagin, fingu heilt vist heilt nógvar tjóðveldisveljarar úr stólinum og á val. Valluttøkan hesuferð var nógv størri enn við seinasta fólkatingsval, og eingin ivi um, at tað vóru serliga tjóðveldisveljararnir, sum gjørdi munin.

Eg rokni við, at tey, sum gera veljarakanningar í Føroyum, mugu klóra sær í nakkanum, tí veljarakanningin var langt av leið. Eg sá á in.fo Høgna Hoydal siga, at sjálvt um Tjóðveldi uttan tølini úr Havnini var fleiri prosent eftir Javnaðarflokkin, meðan Sambandið var tryggjur vinnari, so hevði Høgni tó ikki mist vónina. At tjóðveldi skuldi gera slíkt hál í Havn, hevði eingin roknað við. Fólk vóru spent, hvør fór við nógvu atkvøðunum, sum komu aftrat, nú valluttøkan gjørdist nógv størri.

Magni Arge má vera fegin maður, tí hann fekk túsund persónligar atkvøður, og var medvirkandi til, at Tjóðveldi fekk eitt so gott val. Eisini løgið at hugsa sær, at Javnaðarflokkurin var um reppið at missa umboðið. Eitt fólkatingsval er nakað heilt annað enn eitt løgtingsval, men fólkatingsvalið kann geva ávísar ábendingar, hvussu fer at gangast flokkunum á løgtingsvalinum í heyst. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *