Á løgtingsvalinum 29. oktober í 2011 vóru 30713 fólk á vali. Ùrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 6883 atkvøður og 22,6 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 7546 atkvøður og 24,6 %, Javnaðarflokkurin 5428 atkvøður og 17,7 %, Tjóðveldi 5589 atkvøður og 18,2 %, Framsókn 1933 atkvøður og 6,3 og Miðflokkurin 1883 atkvøður og 6,1 % av samlaðu atkvøðunum. Læs resten
Atkvøðubýtið lítið og einki broytt í hálvthundrað ár
Um eina viku er løgtingsval, og fólk eru spent, um vit fáa stjórnarskifti. Eg liggi inni við nøkrum valtølum seinastu hálvthundrað árini, og so løgið tað ljóðar, broytir atkvøðutalið hjá stóru flokkunum ikki nakað serligt. Vit hava so nógvar føddar atkvøður, og tørført er at flyta føroyingin ella rættari sagt, er føroyingurin ógvuliga vanabundin. Havi funnið fram nøkur tøl frá løgtingsvalinum í 1962. Og %-býtið av atkvøðum millum stóru flokkarnar er ikki nógv broytt. Eitt lítið rák er ein veg í eina tíð, so skiftir rákið bara eitt sindur. Soleiðis gerst eisini á løgtingsvalinum um eina viku. Læs resten
Nakrir politiskir flokkar keypa bíligar lýsingar eystanfyri
Nú havi eg í nógv ár havt stóran áhuga fyri lýsingum, tí eg havi ábyrgdina av rulliskeltinum í R.C. Effersøesgøtu, sum Stuðlafelagið Neistin eigur. Vit hava ongantíð lýst við politiskum lýsingum, tí vit halda hetta vera løtuvinningur. Nú síggjast í havnargøtu stórar “dúk” lýsingar, sum eg veit kosta vanliga einar 250 krónur fermeturin at gera í Føroyum. Men hetta vilja summir flokkar ikki gjalda, og tí eru teir farnir eystureftir eftr lýsingum. Læs resten
Standmyndin – Eri bergtikin av standmyndina av J.F.Kjølbro
Havi altíð havt tað soleiðis, at tá ið eg komi út á bygd ella í bý, vilt eg ofta síggja standmyndir, serligar bygningar og vitja kirkugarðin. Tá vit koyra eftir Biskopsstøðgøtu nær Betesta, síggja vit vakra standmynd av vinnulívsmanninum J.F.Kjølbro, sála, persónur, sum hevur havt ótrúligan stóran týdning fyri Klaksvíkina.
Eg visti nakað um kenda klaksvíkingin longu frá ungum árum, men nú vildi eg vita eitt sindur meira um mannin, sum kundi knýtast at standmyndini. Og hetta var áhugaverdur lesnaður.
J.F.Kjølbro Joen Frederik Kjølbro varð føddur í Klaksvík 25. februar 1887 og doyði 6. februar 1967. Og tað eru ikki hissini avrik, maðurin fekk frá hondini. Skúlagongdin var ikki tann nógva hjá manninum, vanliga fólkaskúlan og nakrar mánaðir á handilsskúla í Danmark. (Greinin skrivað 27. november 2013) Læs resten
Politiska hornið – Hvussu fáa miðal – og láglønt skattalætta?
Tá eg spyrji fólk, hvat tey lesa av politiska tilfarinum, sum er at lesa á fjølmiðlunum, so siga tey allar flestu, at tey bara lesa nakrar yvirskiftir. Soleiðis er eisini við mær. Eg verði í ringum lag at lesa greinar frá valevnum, har eg veit, at alt er bara sjónleikur, tóm orð og valflesk. Stúrsi eisini við at síggja stóru valplakaturnar, sum gerast størri og størri ár um ár, meðan navnið á flokkinum bara minkar og næstan ikki sæst. Eg lurtið altíð eftir Kringvarpinum og Rás 2 á middegi og um nátturðatíð, og har kemur mangan sumt áhugavert á borðið. Týskvøldið segði maður nakað sera áhugavert um skattalætta til miðal- og láglønt, sum Fólkaflokkurin lovar í valstríðnum. Læs resten
Stállínuskipini er góð og forvitnislig bók
Fjóðra bókin eg fari at umvæla á mín serligan hátt er Stállínuskipini – nýggj byrjan, sum tíðindamaðurin í Kringvarpinum Sigmar Bláberg legði fram Sjómannadagin 14. august í Klaksvík. Nógvu stállinuskipini, sum vóru bygd til Føroya seinasta í 50- árunum og fyrst í 60-árunum broyttu bæði føroyska fiskivinnu og harvið føroyska samfelagið. Mashallhjálpin og at Realkreditstovnurin var settur á stovn slóðaði fyri, at fiskiflotin kundi endurnýggjast. Læs resten
Ove Joensen úr Nólsoy tendraði mín áhuga fyri havróðri

- Longu í 1980-árunum fekk eg áhuga fyri havróðri takkað verið Ova Joensen, sigur Jógvan. (Mynd Vagnur)
Jógvan Clementsen var ein av manningini umborð á Avalon, sum róði úr Skotlandi til Føroya. Livar Nysted hevur birt lív í havróður í Føroyum, og hann var eisini ein av manningini. 44 ára gamli Jógvan er kendur rógvari í Havnar róðrarfelag, og hevur hann vunnið fleiri FM-heiti við Havnarbátinum og Ørvi. Hann var eisini ein av manningini umborð á 6-mannafarinum Hvessingi, sum vann á vestanstevnu. Men eitt er Havnarbáturin, Ørvur og aðrir kappróðrarbátar, annað er at rógva millum lond. Mikudagin hitti eg Jógvan niðri í Vágsbotni, og hetta gjørdist áhugavert prát. – Men hví havróður, Jógvan? spurdi eg hann. – Longu sum unglingi sá eg niðri á Saltsølini bátasmiðin Hanus Jensen smíða “Daniu Victoriu” hjá Ova Joensen, og tá birtist áhugin fyri havróðri og harvið ævintýrinum, sigur Jógvan og heldur fram. Læs resten
Áhugaverd og spennandi tatoveringsferð í Vestmanna (1)

Gentan heldur í hond á vinkonu, tí hon var eitt sindur bangin. Alt endar væl, og hon var væl nøgd. (Mynd Vagnur)
Fyri tveimum árunum síðani leitaði eg mær til Vestmannar at vitja tá 36 ára gamla Dia Jacobsen, sum er timburmaður, men sum nú livir av at totovera í Føroyum og í Grønlandi. Ikki veit eg nógv um at prýða holdið við ymsum teknum, myndum og orðum, uttan tað eg havi sæð í sjónvarpi og teir fáu sjómenn, sum á mínum ungu árum uttanlands fingu tatoverað kvinnu ella hjarta við navni á armin. Leygardagin sá eg, tá ið Dia prýddi gentu við teksti á annan armin. Hetta var spennandi løta. Læs resten
Fimtan rógvarar mannaðu 8-mannafarið Heiðabátin í summar
Róðrarfjøldin veit lítið um, hvat fyriferst umborð á einstaka kappróðrarbátinum. 8-mannafarsróðrarnir í summar vóru løgnir á tann hátt, at fyri ólavsøku høvdu Argjabáturin og Heiðabáturin vunnið aðru hvørja ferð.
Tá eg práti við Boga Olsen, sum róði við Heiðabátinum, gongur upp fyri mær, hví so var. Fimtan rógvarar máttu á listan, skuldi báturin mannast í summar, tí menn vegna arbeiði ikki vóru tøkir allar sjey FM-róðrarnar. Á ólavsøku vann Argjabáturin.
Bogi brennur fyri rógving, og longu sum fjúrtan ára gamal kom hann umborð á kappróðrarbát. Bogasa stóra ynski er, at Eysturoyingur skal mannast næsta ár. Eysturoyingur vann seinast FM-heitið í 2010, og vónandi eydnast at manna bátin í 2016. Og Bogi sigur: Læs resten
Myndirnar frá ólavsøkuróðrunum eru so avbera góðar

Frálíka myndin hevur alt. Nógvir áskoðarar, málstengurnar, spenning, kringvarpsbátin, og Klaksvíking og Drekan Reyða. (Mynd Norðlýsið)
Altíð løgið og tómt at koma oman í Álaker og á Vestaru bryggju dagarnar eftir ólavsøku. Eingin kappróðrarbátur á vágni, og fyri meg eitt sindur dapurt, tí nú gongur rúm tíð, at bátar aftur verða flotaðir. Mær dámar heilt væl at hyggja aftur at róðrunum í Kringvarpinum og hyggja eftir ymsu myndunum, fjølmiðlarnir taka av kappróðrinum. Nógvar heilt góðar myndir. Eg spurdi á Norðlýsinum, um eg kundi lána serliga mynd av Jallinum til grein. Gamaní, varð sagt. Fólk áttu at farið inn á myndasavnið hjá Norðlýsinum, tí har síggjast myndir frá 10-mannaførinum, har Klaksvíkingur og Drekin reyða fara stavn um stavn um málið. Myndin omanfyri hevur alt. Læs resten






