Myndirnar frá ólavsøkuróðrunum eru so avbera góðar

Henda frálíka myndin hevur alt. Nógvar áskoðarar, málstengur, kringvaprsbát og Klaksvíkingur og Drekin Reyði. (Mynd Norðlýsið)

Frálíka myndin hevur alt. Nógvir áskoðarar, málstengurnar, spenning, kringvarpsbátin, og Klaksvíking og Drekan Reyða. (Mynd Norðlýsið)

Altíð løgið og tómt at koma oman í Álaker og á Vestaru bryggju dagarnar eftir ólavsøku. Eingin kappróðrarbátur á vágni, og fyri meg eitt sindur dapurt, tí nú gongur rúm tíð, at bátar aftur verða flotaðir. Mær dámar heilt væl at hyggja aftur at róðrunum í Kringvarpinum og hyggja eftir ymsu myndunum, fjølmiðlarnir taka av kappróðrinum. Nógvar heilt góðar myndir. Eg spurdi á Norðlýsinum, um eg kundi lána serliga mynd av Jallinum til grein. Gamaní, varð sagt. Fólk áttu at farið inn á myndasavnið hjá Norðlýsinum, tí har síggjast myndir frá 10-mannaførinum, har Klaksvíkingur og Drekin reyða fara stavn um stavn um málið. Myndin omanfyri hevur alt.

Frálík av Páll Fanga og Tvørabátinum, tá teir nærkast málinum á ólavsøku. (Mynd Norðlýsið)

Frálík mynd av Páll Fanga og Tvørabátinum, tá teir nærkast málinum á ólavsøku. (Mynd Norðlýsið)

Høvuðsleiklutin í myndini hava Klaksvíkingur og Drekin reyði og harvið báðar manningarnar. Tú sært eisini báðar málstengurnar vinstrumegin í myndini. Og bara heilt fáir metrar eru inn á mállinjuna. Hvør eigur nú seinasta takið? Áralagið er frálíkt, og menn kýta seg. Eisini síggja vit nógvu áskoðararnar, sum altíð standa nógvir úti í Tinganesi. Nógvir av teimum standa har ár um ár. Spenningur er í myndini. Hinar myndirnar eru eisini frálíkar og sigandi.

Sílið og Frúgvin fara um málið. Eisini frálík nú søgulig mynd. (Norðlýsið)

Sílið og Frúgvin fara um málið. Eisini frálík nú søgulig mynd. (Norðlýsið)

Kringvarpsbáturin er stórur partur í myndina, og teir báðir Suni Merksstein og Ludvík við Stein vóru í essinum, tá teir søgdu frá 10-mannafarsróðrinum, sum var so javnur. Nú skulu vit minnast til, at myndamaðurin stendur stillur, tá myndin verður tikin, og bátarnir flyta seg skjótt. Eg kundi ynskt mær, at myndafólk var umborð á kringvarpsbátinum, tí har fært tú aðrar myndir. Í 1980-árunum var eg nakrar ferðir í útvarpsbátinum og tók myndir. Jógvan Arge segði tá frá róðrunum. Einaferð í Klaksvík og einaferð á Tvøroyri. Hetta var serlig uppliving.

Erla kongsdóttir áhugaverd manning, tí umborð sita tríggir eldri og tríggir yngri rógvarar við árarnar.  Ja, og eisini ein mamma og hennara tvær døtir. (Mynd Norðlýsið)

Erla kongsdóttir er áhugaverd manning, tí umborð sita tríggir eldri og tríggir yngri rógvarar við árarnar. Ja, og eisini ein mamma og hennara tvær døtir. (Mynd Norðlýsið)

Róðrarárið 2015 er av, og róðrarnir gingu væl at avgreiða við einum tveimum undantøkum. Tað kundi verið áhugavert at gjørt eina kanning millum rógvarar umboð á 10-mannaførum, 8-mannaførum og 6-mannaførum við monnum, um vit skulu varðveita einast 1000 metrar teinin. Eg haldi, at hesar bátarstøddir áttu at róð 1500 metrar, har ber til. Á hvørjari stevnu skulu tá altíð vera tveir startir, so ikki er neyðugt at flyta start. Ja, so skal RSF broyta reglurnar soleiðis hjá 6-mannaførum við kvinnum, at tú kanst bara gerast føroyameistari, uttan tú rørt allar sjey FM-róðrarnar. Vit mugu ikki missa virðingina fyri hesi bátastødd.  (Vagnur)

Argjabáturin vinnur tryggan sigur við Heiðabátunum nummar. Stuttligt at síggja Kvívíking koma undan. (Mynd Norðlýsið)

Argjabáturin vinnur tryggan sigur við Heiðabátunum nummar tvey. Stuttligt at síggja Kvívíking koma undan. (Mynd Norðlýsið)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *