Fimtan rógvarar mannaðu 8-mannafarið Heiðabátin í summar

Stóra ynski hjá Boga er, at Eysturoyingur verður mannaður næsta ár.

Stóra ynski hjá Boga er, at Eysturoyingur verður mannaður næsta ár.

Róðrarfjøldin veit lítið um, hvat fyriferst umborð á einstaka kappróðrarbátinum. 8-mannafarsróðrarnir í summar vóru løgnir á tann hátt, at fyri ólavsøku høvdu Argjabáturin og Heiðabáturin vunnið aðru hvørja ferð.

Tá eg práti við Boga Olsen, sum róði við Heiðabátinum, gongur upp fyri mær, hví so var. Fimtan rógvarar máttu á listan, skuldi báturin mannast í summar, tí menn vegna arbeiði ikki vóru tøkir allar sjey FM-róðrarnar. Á ólavsøku vann Argjabáturin.

Bogi brennur fyri rógving, og longu sum fjúrtan ára gamal kom hann umborð á kappróðrarbát. Bogasa stóra ynski er, at Eysturoyingur skal mannast næsta ár. Eysturoyingur vann seinast FM-heitið í 2010, og vónandi eydnast at manna bátin í 2016. Og Bogi sigur:

Heiðabáturin vann á norðoyastevnu, fjarðastevnu og varmakeldu.

Heiðabáturin vann á norðoyastevnu, fjarðastevnu og varmakeldu.

– Sum smádrongur fekk eg áhugan fyri kappróðri, tí ein beiggi mín róði við Tjaldrinum, sum eisini vann FM-heitið í 1986. Róðrarheimurin bertók meg, og sum fjúrtan ára gamal slapp eg í 1988 at stýra Tjaldrinum. Tveir dagar bjargaðu mær, tí eg eri føddur 29. apríl, og tú skuldi vera fyltur fjúrtan ár fyri fyrsta mai.

– Í 1989 og 1990 stýrdi eg Sølmundi, sum gjørdist føroyameistari hesi árini. Í 1990-árunum róði eg nógv ár við Sølmundi, har vit fingu blandaði úrslit. Eg minnist serliga ólavsøkuróðurin í 1999, tá mjørkin darvaði so mikið, at bátur fór út um Molan. Umróður mátti til hjá okkum, sum vit vunnu.

Eysturingur 2005. St.fr v: Standandi f.v: Gudmund Danielsen, Jonleif Danielsen, Ludvík Justinussen, Eyðfinn Bjarnastein, Jón Rosenblad og Lars Abrahamsen. Húkandi f.v: Bogi Olsen, Hilmar Sam Lamhauge, Tóroddur Vang, Sámal Hansen og Rógvi Poulsen. (mynd Christoffer)

Eysturoyingur 2005. St.fr v: Standandi f.v: Gudmund Danielsen, Jonleif Danielsen, Ludvík Justinussen, Eyðfinn Bjarnastein, Jón Rosenblad og Lars Abrahamsen. Húkandi f.v: Bogi Olsen, Hilmar Sam Lamhauge, Tóroddur Vang, Sámal Hansen og Rógvi Poulsen. (mynd Christoffer)

– Fyrstu ferð eg róði við Eysturoyingi var í 2003, og eisini fyrstu ferð eg gjørdist føroyameistari við 10-mannafari. Hetta var serlig uppliving og hending. Øll hesin árini var ómetaliga gott  samanhald umborð á Eysturoyingi og eisini millum øll 10-mannaførini. Hetta sakni eg nú í kappróðrinum. Næstu árini róði eg eisini við Eysturoyingi, og í 2005 og 2006 gjørdust vit føroyameistarar, men tíverri hevur Eysturoyingur ikki verið heilt frammi í oddinum síðan 2010, tá báturin gjørdist føroyameistari, sigur Bogi.

– Tú spyrt, hví Heiðabáturin hevði skiftandi úrslit í summar? Orsøkin er einfald, men slett ikki nøkur umbering. Vit byrjaðu tveir mánaðir fyri norðoyastevnu at rógva tríggjar ferðir um vikuna. Ikki væntaðu vit okkum tað heilt stóra og slett ikki at vinna á norðoyastevnu, tí Heiðabáturin kundi ikki hava somu manning alt róðrarárið. Vegna arbeiði kundu menn ikki vóru tøkir fleiri róðrar, og fimtan ymiskir rógvarar hava verið umborð í summar.

Her hevur Heiðabáturin júst vunnið á fjarðastevnu. Bogi situr á lærinum bakborð.

Her hevur Heiðabáturin júst vunnið á fjarðastevnu. Bogi situr á lærinum bakborð.

– Ein rógvari, sum róði nakrar róðrar, var Jón Nónklett, sum vit kenna serliga frá inniróðri men eisini umborð Eystoyingi og Havnarbátinum. Umframt at vera góður rógvari, hevur hann heilt nógv at týða fyri tað sálarliga umborð. Vit funnu ikki rættiliga stevið aftur, tá Jón mátti fara av bátinum. Annars kom óvart á okkum at vinna á norðoyastevnu, tí vit hildu, at serliga Tofta Regin fór at gera seg galdandi í summar, men so var ikki.

Heiðabáturin ólavsøku 2015. (Mynd Norðlýsið)

Heiðabáturin á ólavsøku 2015. (Mynd Norðlýsið)

– Mær hevur altíð dámt væl at róð, og skal eg er røra meg eitt sindur, seti eg meg heldur við rógvimaskinuna enn fari út at renna. Haldi, at rógvingin fer betri við kroppinum enn at renna, nú mann er farin at eldast. Her hugsi eg um knø og aðrar liðir. Tað er min vón, at Eysuroyingur verður mannaður næsta ár, men illa gongst hjá okkum at seta fólk við, og tú kundi ynskt, at ungir rógvarar tóku yvir eftir okkum eldri, sigur 41 ára gamli Bogi Olsen at enda.

Eg havi skrivað áður, at í Onglandi rógva nógvir eldri eliturógvarar seinast í 30-árunum, og í Føroyum í summar hava fleiri rógvarar – farnir um tey fjøruti árini – vunnið róðrar. Vit kunnu nevnda umborð á  Hvessingi, Tvørabátinum, Klaksvíkingi, Heiðabátinum og Erlu kongsdóttir. Tá tosa vit ikki um mastersrógvarar. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *