
Gentan heldur í hond á vinkonu, tí hon var eitt sindur bangin. Alt endar væl, og hon var væl nøgd. (Mynd Vagnur)
Fyri tveimum árunum síðani leitaði eg mær til Vestmannar at vitja tá 36 ára gamla Dia Jacobsen, sum er timburmaður, men sum nú livir av at totovera í Føroyum og í Grønlandi. Ikki veit eg nógv um at prýða holdið við ymsum teknum, myndum og orðum, uttan tað eg havi sæð í sjónvarpi og teir fáu sjómenn, sum á mínum ungu árum uttanlands fingu tatoverað kvinnu ella hjarta við navni á armin. Leygardagin sá eg, tá ið Dia prýddi gentu við teksti á annan armin. Hetta var spennandi løta.
Dia Jacobsen heldur saman við Tailendskari kvinnu, sum í løtuni arbeiðir sum bioanalytikari á sjúkrahúsinum í Nuuk í Grønlandi. Dia eigur hús í Vestmanna, men meðan konan skal arbeiða eina tíð í Grønlandi, ferðast Dia millum Føroyar og Grønland, har hann hevur nóg mikið av kundum at tatovera.
Seinasta leygardag leitaði eg mær til Vestmannar, og skjótt fann eg Bøgøtu 10. Eg visti frá Dia, at tríggjar gentur skuldu fáa gjørdar smáar tatoveringar. Eg kom inn í rúmið, har Dia fyrireikaði fyrstu tatoveringina. Í rúminum vóru øll amboð, sum hoyra til eitt sokallað tatoveringsverkstað, og har vóru eisini tær tríggjar genturnar úr Havn og ein beiggi einu gentuna, sum hevði koyrt tær til Vestmannar.
Meðan Dia tatoveraði fyrstu gentuna, tosaði eg eitt sindur við Dia um at tatovera, og hann sigur soleiðis: – Eg havi altíð tekna nógv, og tað er stór hjálp hjá tatovøri. Eg byrjaði til stuttleika at tatovera ein vinmann í 2007, og hetta gekk so mikið væl, at eg gjørdist bitin av hesum. Við tíðini vant hetta upp á seg, at mítt arbeiði í løtuni er at tatovera í Føroyum og í Grønlandi. Fyrst og fremst er tað áhugin, sum dregur verkið, sigur Dia.
Gentan, sum lá á bríkini, skuldi hava tatoverað orðini “be strong girl” á innaru síðu á eina yvirarminum. Eg spurdi gentuna, sum var eitt sindur bangin, hví tatoveringin skuldi fjalast soleiðis. – Hetta er mín fyrsta tatovering, tí skal hon ikki síggjast væl. Men eg ætli mær at fáa mær fleiri totoveringar seinni, segði gentan. Hon hevði eisini grønt hár, men hetta var bara í dag, tí hon skuldi í veitslu um kvøldið.
Tvær vinkonur skuldu eisini tatoverast, men eg var farin aftur til Havnar, tá ið hetta varð gjørt. Ein genta skuldi hava eitt orð á ein fingur, meðan hin skuldi hava tatoverað eitt merkið á síðuna á yvirkroppinum, merkið, hon sjálv hevði teknað, Eg spurdi Dia, hvussu nógv tað kostar at fáa tatovera ymist á holdið?
– Tær stóru tatoveringarnar taka so mikið nógvar tímar at gera, at hetta gerst ikki eftir einum degi. Tað eru stórar tatoveringar, sum umfata allan ryggin, armar og bringu. Hetta arbeiði má gerast í fleiri umførum. Tær allar størstu tatoveringarnar kunnu gott kosta 20.000 krónur, men tær smáu, sum hesara gentarnar fáa gjørt, kosta nakrar hundrað krónur.
– Tú kanst ikki fáa tatoverað nakað, fyrr enn tú er fylt/fyltur átjan ár. Tilfar og tatoveringsamboð kostar nógv, og bara verkstaðurin í Grønlandi stendur mær í 300.000 krónum, og her í Vestmanna er útgerð fyri nógvar túsund krónur. Tá ið tú spyrt meg, hvørji kundarnir eru, sum koma til mín, so er at siga, at stórur partur eru bæði kvinnur og menn javnt býtt millum 18 og 25 ár, men kundarnir eru í øllum aldri. Eisini eldri fólk fáa tatovera okkurt á holdið. Eg havi so mikið nógv at gera bæði í Grønlandi og í Føroyum, at bíðilistin er langur, sigur Dia at enda.
Dia hevur verið á nógvum tatoveringskeiðum uttanlands, og hann segði mær, at honum dámar ótrúliga væl at vera á skeiði saman við tatovørum, sum dugu betur enn hann sjálvur.
Eg sá brot úr sending um tatovering, har sagt var, at verða tatoveringar ikki gjørdar av kønum tatovørum, kunnu fólkini fáa trupuleikar seinni í lívinum. Tú kanst við lasara fáa tikið burtur aftur tatoveringar, men ar eru altíð eftir á holdinum.
Í seinnu grein um tatovering spyrji eg eina kvinnu, sum hevur fleiri tatoveringar á holdinum, hvat tað er, sum fær hana at prýða sær holdið við tatoveringum. Er talan um útsjónd, at fáa betri sjálvsvirði og sjálvsálit ella er tað ungdómsuppreistur, sum fær hana at gera slíkt. (Vagnur)

Hesa mynd tók eg í 2008 av rógvara umborð á Havnarbátinum. Tatoveringin á herðablaðnum høgru megin riggar væl. (Mynd Vagnur)


