Stállínuskipini er góð og forvitnislig bók

Vesturhavið Blíða kom til Føroya 22. desember 1956.

Vesturhavið Blíða kom til Føroya 22. desember 1956.

Fjóðra bókin eg fari at umvæla á mín serligan hátt er Stállínuskipini – nýggj byrjan, sum tíðindamaðurin í Kringvarpinum Sigmar Bláberg legði fram Sjómannadagin 14. august í Klaksvík. Nógvu stállinuskipini, sum vóru bygd til Føroya seinasta í 50- árunum og fyrst í 60-árunum broyttu bæði føroyska fiskivinnu og harvið føroyska samfelagið. Mashallhjálpin og at Realkreditstovnurin var settur á stovn slóðaði fyri, at fiskiflotin kundi endurnýggjast.

Beinir kom til Føroya stutt fyri jól í 1957.

Beinir kom til Føroya stutt fyri jól í 1957.

Eg var ótrúliga spentur, tá ið eg fekk í hondina bókina Stállinuskipini – nýggj byrjan, tí eg havi havt og havi stóran áhuga fyri fiskivinnu og harvið eisini fiskiførum í Føroyum. Bókin er fyri meg serlig, tí eg eri uppvaksin við stállínuskipunum, og eg var bara sjey ára gamal, tá ið fyrsta stállínuskipið Vesturhavið Blíða kom til Føroya 22. desember 1956.

Fyrst í bókini er áhugavert tilfar at lesa um felagið D.P. Højgaard eftf. sum gjørdu fyrsta sáttmálan um línuskip. Og tað var vøkur sjón, tá ið fyrsta línuskipið Vesturhavið Blíða kom á Runavík, har stór mannamúgva tók ímóti. Fólk dámdu væl skipið, og øll hildu arbeiðið vera væl úr hondum greitt, sum norska skipasmiðjan hevði framt. Tað var sum at koma í annan heim hjá fiskimonnum at koma umborð á nýggju stállínuskipini, tí manningin fekk heilt aðrar umstøður. Umborð var rúmligari, har vóru kømur við brúsum, betri pláss at matgera og uppihaldsrúm..

Jógvan á Gørðinum í Grønland á veg í Føroyingahavnina.

Jógvan á Gørðinum í Grønlandi á veg í Føroyingahavnina.

Hesi nýggju línuskipini fóru um várið á saltfiskaveiðu mest í Nýfundlandi, men tað vóru skiparar, sum dámdu betur at fiska í Grønlandi. Um heystið fóru línubátarnir á ísfiskaveiði undir Føroyum, og skipini siglu til Bretlands at selja fiskin. Tað framgongur í bókini, at manningin fekk meira burturúr at sigla við nýggju línuskipunum enn gomlu sluppunum, og tað stóð ikki á at manna nýggju skipini.

Vesturhavið Blíða kom, sum áður sagt, í 1956, og næstu árini komu nógv nýggj stállínuskip. Úr rúgvuni kunnu við nevna skipini úr Suðurstreymoy Brest, Bein, Gamla Andrass, Grím Kamban og Hoyvíking. Úr Klaksvik Klakk og Jákup B, Vági Magnus, Petur og Jógvan á Gørðunum og Óla Horn. Ùr Vágum Vesturvón, Vestmanna Gullfinnur og Hans Oliver Højgaard úr Eysturoy.

Jógvna S úr Klaksvík.

Jógvna S úr Klaksvík. Flieiri stálllnuskip komu eftir Jógvan S til Klaksvíkar.

Áhugavert er at lesa, hvussu sárhentir menninir vórðu at egna, og tí royndu teir at skiftast um at vera á dekkinum og í egningarskúrinum. Torført var at fáa fatur í gummihandskum, og tá skipini fór inn á bunkra, leitaðu menn eftir handskum í hvørjari krambúð. Eisini áhugavert at lesa um Hoyvíking, sum fekk ísett frystilast og gekk nýggjar leiðir at fiska hemara. Eisini fáa vit at vita, tá Johan í Hoyvík undir krígnum rýmdi úr Danmark til Føroyar við skipi sínum. Eiler Jacobsen, sáli, fyllir nógv í bókini, tí umframt at hann var skipari á Beini, fór hann til Nýfundlands at læra teir at fiska við línu.

Myndirnar kundu fingið meira pláss

Skal eg siga mina meining um bókina, so er tilfarið forkunnugt og áhugavert. Nógvar samrøður eru við nú eldri menn, sum vóru við línuskipunum. Málið í bókini er lætt og nærkast talumálinum, óivið tí at rithøvundurin hevur fest á band samrøðurnar, sum eru áhugaverdar, og siðani skriva tær niður sum tilfar í bókini. Eingin ivi er um, at samrøðurnar kundu verið fleiri, sum so bleiv bókin ov rúgvusmikil.

Tað sýnist, sum menn alt nógv fyri, tí umframt saltfisk í lastini er nógvur saltfiskur á dekkinum.

Tað sýnist, sum menn løgdu alt ov nógv fyri, tí umframt saltfisk í lastini er nógvur saltfiskur á dekkinum.

Rithøvudurin hevur valt at skrivað allar manningarnar í bókina hesi fimm árini. Fyri meg, sum er uppvaksin við línuskipunum, er hetta áhugavert. Eg kenni nøkur nøvn, og sjómenn, familja, vinir og kenningar sýna heilt vist manningarlistunum áhuga. Hetta liggur í føroyinginum. Heilt nógvir av manningunum á hesum línuskipum eru farnir..

Teksturin í bókini er frálíkur, men eg haldi ikki, at myndirnar koma til sín veruligan rætt. Haldi heldur ikki, at bókin er nóg væl umbrotin, tí alt ov nógv tómt pláss á síðum fer til spillis. Eg hevði valt at gjørd myndirnar størri og brúkt alla síðuna, sum tildømis myndin av Vesturhavinum Blíða á forsíðuni, sum er frálík. Myndir er eisini søga, og eg hevði lagt enn størri dent á myndirnar. Síggi eisini, at nakrar myndir ganga aftur í bókini. Eg giti mær, at rithøvundurin er komin í tíðarneyð, so bókin kunni leggjast fram Sjómannadagin í Klaksvík í august mánað.

Lagt var nógv fyri, og skipini lógu tungt í sjónum, tí saltfiskur var mangan eisini frammi undir bógnum.

Lagt var nógv fyri, og skipini lógu tungt í sjónum, tí saltfiskur var mangan eisini frammi undir bógnum.

Ikki er so løgið, at eg ikki kann minnast Vesturhavið Blíða, tí báturin var jú til fiskiskap fleiri enn trýhundrað dagar um árið, og  sjáldan mann skipið hava verið í Havn. Men Brest, Bein, Gamla Andrass og allar teir, og eisini grønu bátarnar úr Vági minnist eg heilt væl.

Á forsíðuni í bókini er at lesa Nýggj byrjan 1956-61. Hetta er óivað ábending um, at rithøvundurin Sigmar Bláberg ætlar at savnað meira tilfar um fiskiskip og geva tilfarið út í bók. Vit gleða okkum, tí Stállínuskipini er áhugaverd bók at lesa hjá okkum, sum seinasta í 50-árunum og fyrst í 60-árunum høvdu okkara dagligu gongd niðri við sjóvarmálan í Havn og serliga á vestaru bryggju. Eg havi við loyvi frá ritstjóranum fingið loyvi at brúka myndirnar í greinini. Sigmar til lukku við bókini. (Vagnur)

Tað má mangan at hava verið baldrutt at arbeiða undir opnum himli í vánaligum verðri

Tað má mangan at hava verið baldrutt at arbeiða undir opnum himli í vánaligum veðri.

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *