Kappróður fyllir í løtuni heilt nógv hjá fólki á Tvøroyri

Firvaldur 5-mannafar gentur hava vunnið allar róðrarnar higartil summar og er føroyameistari.

Firvaldur 5-mannafar gentur hevur vunnið allar róðrarnar higartil summar, og tær eru føroyameistarar.

Kappróður hevur djúpar røtur á Tvøroyri, og tað var jú á Trongisvágsfirði í 1870-árunum, at skipað varð fyri fyrsta skipaða kappróðrinum í Føroyum, har manningar fingu heiðursgávu. Vit “eldru” minnast sum unglingar, tá 10-mannaførini Suðuroyingur og seinni Tvørabáturin settu dáma á føroyskan kappróður. Nú skriva vit 2015, og kappróðurin blómar á Tvøroyri sum ongantíð áður. 5-mannafarið Firvaldur gentur hevur vunnið sær FM-heitið, og 6-mannafarið Tvørabáturin liggur so væl fyri í FM-kappingin, at báturin skal antin fáa reytt kort ella renna á Molan á ólavsøku, skal ikki eydnast at vinna FM-heitið. Formaðurin í Froðbiar-sóknar Róðrarfelag eitur Tóki Hartmann Niclasen, og hann havi eg prátað við.

Brandur Petersen / Búgvi Petersen / Djóni Petersen / Bjarni Hammer / Jóhannes Petersen / Signheðin Djurhuus / Anna Katrina Eysturberg. ( Tvørabáturin ) Eir Kilgour / Karin Enni / Rannvá Wiberg / Halldis Michelsen / Sára M. Johansen / Rebekka Magnussen / Kristina K. Sørensen. ( Firvaldur Gentur ) Anja Magnussen / Maria Andersen / Bjørk Torfinnsdóttir / Elin Niclasen / Lív F. Guttesen / Bjarta Nielsen / Sóleyð E. Sigurðsdóttir. ( Hulda Barnaróður gentur ) Marner Nolsøe / Jannik Dalfoss / Jónas Øster / Albert Thomasen / Petur Hammer / Janus Marnersson / Marnar W. Niclasen  ( Firvaldur Barnaróður dreingir )

Tvørabáturin aftast f. v: Brandur Petersen, Búgvi Petersen, Djóni Petersen, Bjarni Hammer, Jóhannes Petersen, Signheðin Djurhuus og Anna Katrina Eysturberg. Firvaldur gentur næstaftasta rað f.v: Eir Kilgour, Karin Enni, Rannvá Wiberg, Halldis Michelsen, Sára M. Johansen, Rebekka Magnussen og Kristina K. Sørensen. Hulda barnaróður gentur næstfremsta rað f.v  Anja Magnussen, Maria Andersen, Bjørk Torfinnsdóttir, Elin Niclasen, Lív F. Guttesen, Bjarta Nielsen og  Sóleyð E. Sigurðsdóttir. Hulda barnaróður dreingir fremst f.v: Marner Nolsøe, Jannik Dalfoss, Jónas Øster, Albert Thomasen, Petur Hammer, Janus Marnersson og  Marnar W. Niclasen.

– Fýra manningar eru í neystinum, og eru tær Tvørabáturin 6-mannafar menn, Firvaldur 5-mannafar gentur, Hulda 5-mannafar gentur og Firvaldur dreingir barnaróður. Tú kanst gott siga, at alt er á gosi í løtuni á Tvøroyri, tá talan er um kappróður. Møtir tú fólki á gøtuni, so takka tey fyri góðu úrslitini, og tú merkir, hvussu stóran týdning kappróðurin hevur fyri hesi fólkini. Og undirtøkan er avbera góð, tí tá vit koma aftur av stevnu, standa 30-50 bilar á bryggjuna og taka ímóti okkum. Og tá manningarnar koma í neystið eftir FM-róðrarnar, koma millum 100 til 200 fólk at heilsa uppá, sigur formaðurin Tóki Hartmann Niclasen.

Tóki Hartmann Niclasern er formaður í Froðbiar-sóknar róðrarfelag.

Tóki Hartmann Niclasen er formaður í Froðbiar-sóknar róðrarfelag.

Nú kenni eg nakað til kappróðurin á Tvøroyri, og tá eg síggi Kristinu Sørensen standa har millum genturnar á Firvaldi, so veit eg, at genturnar eru í tryggum hondum. Hon róði sjálv við Firvaldi á sinni, og tá hon kom til Havnar, róði hon við bátum hjá Havnar Róðrarfelag. Skilakvinna, sum veit heilt nógv um kappróður. Hon stýrir Firvaldi og venur tær eisini. Borgarstjórin Kristin Michelsen er eitt slags liðleiðari hjá gentunum, sum hava vunnið allar róðrarnar í summar.

5-mannafarið Firvaldur hevur vunnið allar róðrarnar higartil og er Føroyarmeistari.

Tvørabáturin stendur at vinna FM-heitið á ólavsøku. Báturin skal bara hava eitt stig.

Eitt ítróttafelag er einki uttan eldsálir, og í Froðbiar-sóknar róðrarfelag hava tey eina serliga eldsál, sum eitur Torfinn Hammer, sum eisini er og hevur verið í nevndini í nógv ár. Torfinn er gullverdur fyri felagið, tí hann heldur neystið og bátarnar. Tá eg spyrji formannin Tóka, hvat er drívmegin í felagnum, nú tey standa at vinna tvey FM-heitið, so sigur hann nakað soleiðis: – Eg smæðist ikki við at siga, at nevndin ger stórt arbeiði, so rógvarar trívast væl. Góða venjing við vaksnum fólki til tey ungu, og at tey fáa góðan stuðul frá foreldrum og øðrum hjálparfólkum.

Torfinn Hammer er nevndarlimur í felagnum og ein av heilt stóru eldsálunum.

Torfinn Hammer er nevndarlimur í felagnum og ein av heilt stóru eldsálunum.

– Tá tú spyrt um neystið og umstøður, so halda vit framvegis til í gamla neystinum, har umstøðurnar uttan ivi kundi verið betri. Vit hava sjey rógvimaskur, og í niðastu hædd er pláss fyri trimum bátum. Eitt er Tvørabáturin og Firvaldur, men vit fegnaðust eisini um, at tað eydnaði Firvaldi barnaróður dreingir at vinna bronsuheiðursmerki í Sandavági. Dreingirnir róðu ikki fyrstu stevnurnar. Og fara vit til Huldu barnaróður gentur, so hava tær verið óførar í summar.Tær vunnu á jóansøku og á sundalagsstevnu, og so hava tær verið nummar tvey og trý á hinum stevnunum. Samanlagt í stigum er tær á øðrum plássi við 35 stigum. So hetta boðar frá góðari framtíð, sigur Tóki at enda.

Tvey FM-heitið eru ávegis til Tvøroyrar. Áhugin er stórur fyri kappróðinum, nú tað stundar til ólavsøku.

Tvey FM-heitið eru ávegis til Tvøroyrar. Áhugin er stórur fyri kappróðinum, nú tað stundar til ólavsøku.

Einaferð segði borgarstjórin í Sørvági í útvarpinum, at flogbólturin setti Sørvág á føroyakortið, eftir at SÍ eitt árið vann FM-heitið bæði fyri menn og kvinnur. Tað sama kunnu vit siga um kappróðurin á Tvøroyri. Tóki sigur mær, at hann veit, at nógv tvørafólk, sum búgva aðrastaðni í Føroyum og uttanlands, fylgja væl við bátunum av Tvøroyri. Uttanlands stroyma tey róðrarnar frá Kringvarpinum. Ferð eftir ferð sært tú, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk í bygd og bý í Føroyum hava nakað at vera felags og fegnast um. Tá er ítrótturin í hesum førinum kappróðurin kærkomin hjá fólki.

At enda kann eg nevna, at manningin umborð á Tvørabátinum er áhugaverd, tí umframt veteranan Bjarna Hammer á lærbekki, so er restina av manningini mest sum nýtt fólk. Ja, og so minnast vit aftur á ólavsøkuna í fjør, tá genturnar umborð á Firvaldi fyrst vunnu barnaróðurin, og síðani somu gentur vunna tveir tímar seinni róðurin 5-mannafør gentur. Hetta má sigast at vera eitt bragd, sum ikki er sætt áður.  (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *