Formaðurin í Havnar róðrarfelag vildi broyta ymist í felagnum

Róar Dalagaard rør við Havnarbátinum og er formaður í felagnum. (Mynd Vagnur)

Róar Dalagaard rør við Havnarbátinum og er formaður í felagnum. (Mynd Vagnur)

25 ára gamali Róar Dalsgaard rør við Havnarbátinum og er eisini formaður í felagnum. Longu sum fimtan/sekstan ára gamal gjørdist hann bitin av kappróðri, men hann fekk ikki góða byrjan í felagnum, tí eingin sýndi áhuga fyri dreingjunum í 2007, tá teir mannaðu Drekan. Teir vórðu sleptir upp á fjall og máttu finna út av øllum sjálvir. Eg havi prátað við Róar um gongdina hjá Havnarbátinum í summar, og hvat fekk hann sum ungur at fara í nevndina, og at enda gerast formaður í felagnum.

– Ì 2007 vóru vit nakrir, sum fingu loyvi at manna Drekan, men stuðlulin var eingin, og vit máttu sjálvir læra okkum at rógva. Fyrsta árið gekk ikki væl, og sjálvt um eingin stuðul heldur ikki kom í 2008, so vóru vit mentir so mikið nógv, at vit vunnu allar róðrarnar og harvið FM-heitið. Serliga hetta árið gjørdist er veruliga bitin av kappróðri. Eg sá longu tá,  at skuldi Havnar róðrarfelag vera lív lagað, so mátti nakað broytast í felagnum serliga í sambandi við at seta við ungar rógvarar.

Havnarbáturin niðri í Álakeri. Róðurskvinnan eitur Durita Augustinusssen, á lærbekki sita Steingrím Joensen í bakkborð og Regin Holm Poulsen, á bógbekki sita Arnbjørn Isfeldt í bakkborð og Djóni í Geil Johasen í stýriborð, í miðrúminum sita Eli Nielsen í bakkborð og Róar Dalsgaard í stýriborð, á fremra bókbekki sita Brandur Suðuroy í bakkborð og Jóan Pauli Lamhauge í stýriborð og á aftari toftubekki sita Jógvan Joensen í bakkborð og Christian Djurhuus í stýriborð. (Mynd Vagnur)

Havnarbáturin niðri í Álakeri. Róðurskvinnan eitur Durita Fagradal Augustinusssen, á lærbekki sita Steingrím Joensen í bakborð og Regin Holm Poulsen í stýriborð, á eysrúmsbekki sita Arnbjørn Isfelld í bakborð og Djóni í Geil Johasen í stýriborð, á rúmbekki sita Eli Nielsen í bakborð og Róar Dalsgaard í stýriborð, á bógbekki sita Brandur Suðuroy í bakborð og Jóan Pauli Lamhauge í stýriborð og á toftubekki sita Jógvan Joensen í bakborð og Christian Djurhuus í stýriborð. (Mynd Vagnur)

– Eftir sigursrúsin í 2008 vóru vit ov gamlir at rógva við Drekanum, og sjálvandi skuldu vit manna Gongurólv og halda góða stiman í 2009. Men hetta gjørdist satt vónbrot, tí tað vísti seg, at vit átjan/nítjan ára gomlu unglingar høvdu ongan møguleika ímóti garvaðum royndum rógvarum uppi í 20-árunum. 6-mannaførini vóru ómetaliga góð hetta árið. Vit róðu so við Gongurólvi í trý ár, og besta úrslitið var í 2013, tá vit vunnu okkum bronsu í FM-kappingini.

– Meðan vit róðu við Drekanum og Gongurólvi, var sjálvandi málið hjá mær einaferð at rógva við Havnarbátinum. Ì 2009 kom eg í nevndini við endamálinum at fremja broytingar, tí broytingar máttu til, helt eg. Fyrsta árið var eg skrivari, og eg lærdi heilt nógv um mannagongdir í felagnum frá hinum nevndarlimunum. Nú er eg formaður, og tú spyrt, um tíð og orka strekkir til bæði at rógva við Havnarbátinum og vera formaður í felagnum.

Góður venjingarumstøður eru í neystinum og pláss fyri nógvum bátum. Eingin skuldi er í neystinum. (Mynd Vagnur)

Góður venjingarumstøður eru í neystinum og pláss er fyri nógvum bátum. Eingin skuldi er í neystinum. (Mynd Vagnur)

– Sjálvandi er hetta strevið, men fyrimunurin er, at tú ert í neystinum mest sum hvønn dag og harvið hevur fingurin á pulsinum. Felagið skal ikki hava ein formann, sum rógvararnir sjáldan síggja og kunnu koma á tal við. Mær dámar væl at vera millum ung, og mær dámar at geva nakað aftur til felagið. Eg haldi, at vit eru á rættari kós og hava eitt slag av viðvindi í løtuni.

– Tú spyrt, hvussu vit umborð á Havnarbátinum eru nøgdir við róðrarárið higaril. Her er stutt at siga, at vit eru heilt væl nøgdir. Umborð á Havnarbátinum sita rógvarar, sum ongantíð hava róð áður. Vit hava givið Drekanum reyða og Klaksvíkingi har frammi kapping í summar, og so vunnu vit á Klaksvíking eina stevnu, sum Drekin reyði vann. Hetta er ein sigur í sær sjálvum.

Smílandi sílagentur í dáttinum.

Smílandi sílagentur í dráttinum henda dagin, tá mynd varð tikin av Havnarbátinum. Fremst róðursgentan Linda Klein. Síðani i bakborð Vár Petersen, Barba Fróðadóttir og Marjun Behrens. Fremst stýriborð Bjørk Teitsdóttir, Elin Kristiansen og Bryndis Joensen. (Mynd Vagnur)

– Mín meining er, at øll skulu hava møguleikan at rógva, og tað skal vera ein æra at sleppa at seta seg í ein kappróðrarbát. Mær dámar væl at arbeiða og rógva í felagnum, og vit halda fram at byggja upp. Vit mugu fáa fleiri ungar rógvarar í felagið, og so fegnist eg um, at síladreingir hava vunnið róðrar í summar, og teir á ólavsøku hava góðan møguleika at vinna FM-heitið. Vónandi sita nakrar av teimum umborð á Havnarbátinum um fá ár.

– Havnarbáturin skal eisini mannast næsta ár, og eg ætli mær sjálvur at vera ein av manningini, og fleiri av hinum halda eisini fram, so tað er at fegnast um. Ynski mítt er at fáa bygt okkum nýtt 8-mannafar og at fáa bátin mannaðan, sigur Róar at enda.

kjkj

Vit eru øll í Álakeri spent, um tað eydnast síladreingjunum at vinna FM-heitið.

Vit eru nakrir “eldri”, sum um morgnarnar rógva í rógvimaskinum og venja eitt sindur av styrkivenjingum til húsbrúk. Eg síggi væl, at Havnar róðrarfelag er á heilt góðari leið, og at felagið mennist ár um ár eftir óhepna gongd fyri nøkrum árum síðani. Í felagnum eru nógvar eldsálir, sum vit eisini kenna frá ódnartøkunum, snarróðrunum og í nevndini. Mítt hjartasuff til felagið skal vera, at vit mugu royna at fáa fleiri ung at rógva barnaróður, og annars fáa mannað enn fleiri bátar. Ja, og so fáa okkum nýggjan Ørv. Vit skulu leggja nógva orku í at seta fleiri rógvarar við, sum vit plaga at siga. Góða ólavsøku øll somul. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *