Tóra Dahl er dóttir Turið Dahl, sálu, úr Havn. Tóra hevur frá ungum árum altíð búð hjá okkum, tá familjan vitjaði í Føroyum. Fyri sjey árum síðani kom Monika fyri fyrstu ferð til Føroya og búði eisini tá hjá okkum. Ein fyrikomandi og fitt kvinna úr Kekkia, sum er útbúgvin snikkari. Í 2001 var Tóra í Kekkia og spældi kontrabass, og har hitti hon Moniku. Vit vóru einki serliga bilsin, tá vit frættu, at Tóra var samkynd og hevði funnið sær kekkiska unnustu, sum hon síðani giftist við.

Tá tær um dagarnar vitjaðu okkum saman við sjey ára gomlu dóttrini Emmu, hugsar tú slett ikki tankan, at tær eru samkyndar, hava gullring á fingri og eru giftar. Eg havi prátað við tær báðar um vera samkyndar, og hvørji rættindi samkynd hava í Føroyum í mun til aðrastaðni. Fyrsti spurningur er, nær tær á lívsleiðini funnu útav, at tær vóru samkyndar?
Tóra sigur: – Frá ungum árum var eg roknað sum ein “dreingjagenta”, tí eg var stór og kropssterk. Men tað kom mær ongantíð til hugs sum hálvvaksin, um eg skuldi deila mítt lív við eini gentu ella dreingi. Sum seytjan ára gomul gjørdist eg góð við drong, og vit gingu saman í fýra ár. Eftir tey fýra árini, gjørdist klárt fyri meg, at eg uttan iva ikki aftur skuldi liva saman við einum manni. Eg gekk bara saman við tí eina dreinginum, og eftir at vera støk í nøkur ár, fann eg endaliga út av, at eg var samkynd.
Monika sigur: Líka síðani eg var um átta ára aldur, visti eg, at eg ikki skuldi hava ein mann. Orsøkina visti eg ikki, kenslurnar vóru bara har. Eg var eisini eitt slag av “dreingjagentu”, sum bæði hevði dreingir og gentur sum vinir. Haldi, at eg kann siga, at eg føldi altíð ávíst trýst frá mammu míni, at sjálvandi skuldi eg hava ein mann. Eg búði eisini eitt skifti saman við manni, men eg føldi, at hetta var ikki mítt ynski. Og tá tosi eg ikki um tað seksuella. Eg búði eisini í fimm ár saman við eini kvinnu, men eg var pressað av mammu, sum helt, at hetta var ikki rætt, og at eg skuldi finna mær ein mann, sigur Monika.

Síðani skriva vit 2001, og Tóra fer til Kekkia í nakrar mánaðir at læra enn betur at spæla kontrabass, og har kom hon at hitta Moniku gjøgnum felags vinir. Tóra hevur annars fingið sína útbúgving í kontrabassspæli á konservatoriinum í Odense. Ferðin í Kekkia í 2001 var liður í útbúgvingini, sum ikki enn var liðug. “Kærleiki við fyrsta eygnakast” siga tær báðar mær. Tá eg spyrji tær, hvat familja og vinir hildu, tá tey frættu, at tær vóru blivnar góðar, siga tær:
Tóra sigur: Tá eg hitti Moniku fyrstu ferð í Kekkia, helt eg beinanvegin, at her var talan um eina fitta og spennandi kvinnu. Ein spennandi menniskja, sum eg fall fyri. Sjálvandi var hart i byrjanini at standa andlit til andlit við familju og vinir og siga teimum, at nú hevði eg funnið mær ein kvinnuligan maka. Men mamma mín var eitt gott og forstáiligt mennskja, og hon segði frá byrjan, at hetta var mítt val. Vit elska teg eins nógv sum fyrr, skalt tú bara vita.

Monika sigur: Tað var hart í byrjanini, tí millum annað mamma mín góðtók ikki hetta í fyrstani. Ógvuliga tørført at fortelja øðrum, at eg var samkynd og hevði funnið mær danska kvinnu, sum eg ætlaði at liva saman við. Nógvir fordómar eru jú um samkynd eisini í Kekkia. Tá tú spyrt, hvussu vit fyrstu árini vóru góðtikin sum par, so er svarið, at hugburðurin um tey samkyndu er broyttur nógv seinastu árini. Fólk settu frá byrjan kikaran mest á tað seksuella millum tvær samkyndar kvinnur, har talan bara var um kynið. Nù tosa fólk um tvey menniskju, sum hava funnið saman.
– Eg fekk eina fantastiska svigarmammu í Turið, sum tíverri ikki er millum okkum longur. Hon segði einaferð við mammu Moniku: Vit foreldir ynskja alt tað besta fyri okkara børn, men tað er ikki vist, at okkara ynski eru tey bestu ynskini fyri børn okkara, sigur Monika.
Tóra sigur: Eg kendi nakað til støðuna millum Moniku og mammuna, men eg haldi, at mítt “første håndtryk” við Moniku var gott, tí tað kom eisini at vísa seg, at mamma Moniku og eg komu at gerast bestu vinir. Fyri sjey árum síðani ynsktu vit okkum at fáa børn, og vit settu okkum í samband við tveir samkyndar menn, sum vit kendu. Frá øðrum fekk Monika sáð og gjørdist við barn, og í dag eiga vit eina sjey ára gamla gentu. Monika tosar kekkiskt við dóttrina, og eg danskt við hana. Eg tosi eisini kekkiskt, málið er eingin trupulleiki millum okkum tríggjar. Emma hevur tvær mammur. Hon sigur mamma við meg og mammi við Moniku.

Vit liva saman sum øll onnur pør, ja, og við somu dagligum trupulleikum. Monika arbeiðir sum snikkari, eg arbeiði á stovni fyri sálarliga sjúk. Emma gongur í skúla og skal byrja í 2. flokki, sigur Tóra.
Monika og Tóra hava nú verið giftar í trettan ár, og eg má siga, at hesi trý fólkini sýnast ógvuliga glað og eydnurík. Skal eg taka saman um tey samkyndu, so havi eg varhugan av, at samkyndar kvinnur sleppa lættari, tá talan er um happing og tey samkyndu. Fólk góðtaka betur samkynd konufólk enn samkynd mannfólk, og soleiðis er eisini í Kekkia, sigur Monika mær.
Nú skulu vit eisini minnast til, at sjey ára gamla gentan Emma sær ikki bara konufólk, tí hon hevur eisini ein pápa, sum hon hevur samband við. Í so máta er henda familjan ikki øðrvísi, enn nógvar aðrar barnafamiljur. Í summum barnafamiljum er mamman støk, og hjúnaskilnaður fer eisini fram millum pør, har børn skiftast at búgva hjá foreldrunum. Og sum eg skilji, so vísa kanningar í Svøríki, at børnini hjá samkyndum hava tað gott og eru ynskibørn. (Vagnur)

Viðmerkingar
0 viðmerkingar

