Onkur spyrj kanska, hvat í Harrans navni Vagnur vil við hesari yvirskriftini, sum fyri mangar lesarar ikki sigur teimum nakað sum helst. Jú, yvirskiftin boðar frá, at tann báturin, sum er framman fyri á ólavsøku í sínum róðri, er føroyrameistari. Òlavsøkuróðurin fyri hesar manningar er serligar, tí 5-mannafrið Frúgvin við dreingjum úr Miðvági og Sílið úr Havn hava ávikavist 38 og 37 stig. 8-mannaførini Argjabáturin og Heiðabáturin úr Runavík hava bæði 38 stig, og 10-mannaførini Drekin reyði av Argjum og Klaksvíkur hava ávikavist 39 og 38 stig. Stutt og greitt: Fremri báturin á ólavsøku vinnur føroyameistarheitið.
Nú eru eru minni enn tvey døgn til seinastu FM-róðrarnar í 2015. Erla kongsdóttir 5-mannafar kvinnur úr Fuglafirði og Firvaldur 5-mannafar gentur av Tvøroyri hava fyri ólavsøkuróðurin longu vunnið føroyameistaraheitið. Tað hevur 6-mannafarið Jarnbardur kvinnur úr Havn og Tvørabáturin 6-mannafarið menn av Tvøroyri mest sum eisini. Bert heilt lítlir mikroskopiskir møguleikar eru, at hetta ikki verður so. Tað eru “eldri” rógvarar, sum manna Jarnbard og Gongurólvi við kvinnum.
Hvat kunnu vit so væntað á ólavsøku. Á ólavsøku vilja øll vinna, og mangan kemur okkurt óvæntað úrslit. Eg veit, at sjálvt um bátar hava vunnið føroyameistaraheitið fyri ólavsøku, so vilja tær fyri alt í verðin ikki tapa á ólavsøku. Haldi eg fari at gita, hvør bátur fer fyrstur um málið. Dreingjaróðurin vinnur Sílið, 5-mannafør gentur vinnur Firvaldur, 5-mannafør kvinnur vinnur Erla kongsdóttir, 6-mannafør kvinnur vinnur Jarnbardur, 6-mannafør menn vinnur Rádni, 8-mannafør Heiðabáturin/Argjabáturin og 10-mannafør Klaksvíkingur.
Men hetta er alt gitingar, og so veit eg, at fleiri broytingar eru farnar fram umborð á nógvum bátum síðani á vestanstevnu í Sandavági. Tá hetta er sagt, so hava tildømis Heiðabáturin og Argjabáturin vunnið tríggjar stevnur hvør, og Argjabáturin vann í Sandavegi. Her má mann næstan bara kasta lut. Eisini eru 6-mannaførini við monnum sera jøvn. Men tá tað kemur til 10-mannaførini, so vann Klaksvíkingur so sannførandi í Sandavági, at Drekin reyði skal rógva upp til sítt allar besta, skal føroyameistarin finnast á Argjum. Síladreingirnir hava vunnið seinastu tríggjar róðrarnar, tí eru teir favorittar á ólavsøku. (Vagnur)


