Mánakvøldið hoyrdi eg útlending í útvarpinum, sum var komin til Føroya at halda ólavsøku. Tá viðkomandi hoyrdi um “Pride” skrúðgonguna og tiltakið, helt hon, at til slíka skrúðgongu komu ikki nógv fólk, tí tað búgva jú so fá fólk í Føroyum. Men hon ætlaði sær tó at fara. Hon stúrsaði við at síggja túsundtals fólk taka undir við átakinum bæði í sjálvari skrúðgonguni og hoyra røðurnar niðri í býnum. Tá eg hoyrdi hesi orðini, kom eg at hugsa um, at átakið má vera heimsins størsta í mun til fólkatalið.
Siga vit, at 4000 túsund fólk gingu skrúðgongu og vóru til tiltakið niðri í býnum. Rokni eg rætt, so svarar hetta til 8,4% av fólkatalium í Føroyum. Í Danmark búgva 5,7 milliónir fólk og 8,4% av 5,7 milliónum er 478.888 fólk. Amerikanski forsetin Barak Obama hevur júst boðað frá, at samkynd kunnu giftast og annars hava somu rættindi sum aðrir borgarar í landinum. í Amerika búgv umleið 300 milliónir fólk, og 8,4 % av 300 milliónum er 25,5 milliónir fólk. 478 888 danir og 25,5 milliónir amerikumenn er ikki við í einum átakið fyri teimum samkyndu.
Tí má tiltakið mánadagin til frama fyri rættin hjá teimum samkyndu vera heimsins størsta í mun til fólkatala. Tey samkyndu siga,: -Vit fara áhaldandi at krevja okkara mannarættindi og okkara rætt sum føroyingar. Vit fara at vinna og koma á mál, tí vit gevast ikki, fyrr enn vit hava fingið somu rættindi sum aðrir føroyingar. Tá eg mánadagin tók myndir av skúðgonguni uttan fyri hjá okkum, sást tíðuliga á fjøldini, at tey ungu, sum vóru í stórum meiriluta í skrúðgonguni, ynskja broytingar um tey samkyndu í Føroyum. Og hetta mugu politikkarar ikki undirmeta.
Eitt er vanliga fólkið, annað eru politikkararnir. Eg eru heilt vísir í, at allar flestu politikkar ynskja innast inni, at tey samkyndu skulu virðast eins og aðrir borgarar í landinum. Men hjá teimum er talan um atkvøður og at tora at hava eina støðu um tey samkyndu. Teir eru bangnir at missa atkvøður. Tíðin er við teimum samkyndu, og spurningur er bara um tíð, at tey samkyndu fáa eins rættindi og í grannalondunum. Sjálvur eri eg fyri nógvum árum síðani avgreiddur um tey samkyndu. Tey skulu hava frið at liva í okkara landi, og tey skulu sjálvandi hava somu rættindi sum aðrir borgarar í landinum.
Føroysku politiska skipanin skuldi nú gjørt skjótt av og fingið avgreitt hetta málið einaferð med alla. Ikki útsett pínuna, tí tíðin er við teimum samkyndu, og málið flytir seg alla tíðina til fyrimunar fyri teimum samkyndu. Ja, sjálvt Barak Obama sá hetta. (Vagnur)

