Jannie Dam Jacobsen er ótroyttilig, tá talan er um kappróður

kjkjkj

Jannie fylti 35 ár hósdagin og skal hava triðja barnið. (Mynd Vagnur)

Tá eg í seinastu viku var í neystinum hjá Kappróðrarfelagnum Knørri, hitti eg Jannie Dam Jacobsen. Sá, at hon var við barn, og eg kundi ikki lata vera við at siga: – Jannie, megnar tú ikki at halda teg burturi frá kappróðri. Hon smíltist og segði, at hon “bert” hjálpti gentunum umborð á Jallinum.Tá eg í grein gitti um vinnarar á ólavsøku, skrivaði eg fyrst, at Firvaldur við gentum fór at vinna, men at Jallurin fór at gera okkum bilsin og kanska vinna. Men eg strikaði henda setning, tí nú hevði Firvaldur jú vunnið allar róðrarnar. Hví skuldi Jallurin knappliga vinna á ólavsøku? Jú, tí nú sat Jannie afturi í rong. Og hvør vann so á ólavsøku. Jallurin. Jannie er serliga og kann nakað serligt, tá talan er um kappróður.

Jannie afturí rongini umborð Suðuroyingi í 2012. Tá var eisini við barn. (Mynd Vagnur)

Jannie afturí rong umborð Suðuroyingi í 2012. Tá var hon eisini við barn. (Mynd Vagnur)

Leiðin gekk hósdagin seinnapart yvir í Djóni í Geilsgøtu 17 at hitta Jannie, tí eg helt, at valaverk av henni at fáa Jallin við gentum at vinna á ólavsøku. Tá eg hugdi enn einaferð at róðrunum í summar við gentubátum sást, at Jallurin í flestu róðrum fekk góða byrjan, men í seinna parti í róðrinum dragnaði báturin. Jallurin var í øllum róðrunum millum tvey og sjey sekund eftir Firvald, sum vann tryggar róðrar. Hví vann so Jallurin á ólavsøku?. Tað havi eg spurt Jannie um.

– Eg kom umborð á Jallin sum róðurskvinna hósdagin fyri vestanstevnu, men eg hevði fyrr í árinum verið umborð nakrar fáar ferðir og lagt teimum lag á. Tá so róðurskvinnan gav avboð seinastu tvær stevnurnar, helt eg, at eg kundi seta meg aftur í rong. Nakrar góðar dygdir vóru umborð á Jallinum, men har vantaði eisini nakað, so Jallurin kundi veruliga bjóða Firvaldi av á ólavsøku. Eg hevði barsilsfarloyvi, men havi tvey smábørn, so eg kundi antin venja mitt á degi ella seint á kvøldi. Vit vandu mest mitt á degi.

– Tað sýntist, sum ungu genturnar høvdu “respekt” fyri mær og gjørdu, sum eg segði. Vit vandu miðvíst fram til ólavsøkuróðurin, og tað var fantastiskt at vinna og síggja, hvussu ovurfegnar genturnar vóru um sigurin, sigur Jannie.

Sum ítróttaskrivari dámar mær best, at sami bátur ikki vinnur ov nógv ár. Tí gjørdist Jannie fyri nøkrum árum síðani eitt slags plága fyri meg, tí eg hvørki tímdi ella orkaði longur at síggja Jannie í óteljandi róðrum strekkja armarnar upp um høvd, hvør skal siga, so vann Jarnbardur aftur. Jannie kann nakað heilt serligt innan rógving. Umframt at vera góð róðurskvinna og læra rógvarar at rógva, so lá væl fyri at manna Jarnbard við góðum rógvarum. Men nær byrjaði Jannie at fáa áhuga fyri kappróðri?

Her fer Jallurin fyrstur um málið og Silja nummar tvey. Firvaldur fekk heilt ringan start á ólavsøku og kom ongantíð fyri seg í róðrinum. (Mynd Norðlýsið)

Jallurin fer fyrstur um málið, og nummar tvey Silja. Firvaldur fekk ringan start á ólavsøku og kom ongantíð fyri seg í róðrinum, sum hann plagdi á hinum stevnunum.. Á ólavsøku í fjør tók Firvaldur øll á bóli við fyrst at vinna barnaróðurin og síðani løtu seinni vinna genturóðurin. (Mynd Norðlýsið)

– Júst fyri tjúgu árum síðani sum fimtan ára gomul setti eg meg aftur í rongina á kappróðrarbáti. Eg var tá lítil og løtt, og so var eg ikki skorin fyri tungubandið. Eg hevði sum so ikki nakað tilknýti til kappróður uttan tað, at beiggi mín róði. Sum árini gingu gjørdist áhugin bara størri og størri, og framvegis megni eg ikki at halda meg burtur. Í vár ætlaði eg at manna Jarnbard, men royndin miseydnaðist, sigur Jannie at enda.

Ørindini míni í Djóni í Geilsgøtu 17 var bara at taka mynd av Jannie, tí vit høvdu tosað saman í telefon. Men steðgurin gjørdist ein tími, har Jannie, maðurin Høgni og eg prátaðu um kappróður. Høgni róði við Drekanum reyða í fjør, hann hevur eisini róð Argjabátinum og var eitt skifti formaður í Argja róðrarfelag. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *