Kvinnur skulu ikki rógva við 5-mannafari men við 6-mannafari

5-mannafarið Ritan hjá Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. Bakborð fremst: Jóna Livarsdóttir Nysted, síðani Ingibjørg Thomsen og Elsa Magnussen. Stýriborð fremst Lýdia Hvannastein Sørensen, síðani Anna Arnfríðudóttir Andreasen, Maibritt Waag Høgnesen og Inga Weihe. (Mynd Vagnur)

5-mannafarið Ritan hjá Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag. Bakborð fremst: Jóna Livarsdóttir Nysted, síðani Ingibjørg Thomsen og Elsa Magnussen. Stýriborð fremst Lýdia Hvannastein Sørensen, síðani Anna Arnfríðudóttir Andresen, Maibritt Waag Høgnesen og Inga Weihe. (Mynd Vagnur)

Mest sum eg ætlaði at finna út av, hvørjar kvinnur rógva við 5-mannafarinum Rituni, kom eg mikukvøldið fram á manningina og bátin úti á Argjum. Rituna eigur Norðdepils-Hvannsunds róðrarfelag, og tað eru kvinnur har norðurin, sum hava mannað bátin við kvinnum, Men summar kvinnur mugu tó koyra langt til venjingar. Manningin er serlig, tí upprunaliga høvdu tær mannað 6-mannafarið Sundabátin, men tær vóru tvungnar at rógva við 5-mannafari, tí eingin bátur var at rógva ímóti. Hetta hóvar ikki kvinnunum, og umborð á Rituni eru tær bersøgnar og siga: – Bólkurin 5-mannafør kvinnur skuldi verið strikaður, og kvinnur skulu heldur bara róð við 6-mannafari. Eg havi prátað við Annu, sum áður hevur róð við fleiri bátum á Argjum.

– Ja, tað er rætt, at vit høvdu mannað 6-mannafarið Sundabátin. Nú er tað soleiðis, at manningin kemur úr ymsum heraðshornum, har tvær komu úr Havn, ein av Argjum, ein úr Hvannasundi, ein av Viðarreiði, ein úr Klaksvík og ein úr Lamba. Fólk halda kanska, at hetta er ein úrvalsmanning, men so er ikki, tí tað er næstan ómøguligt at manna bát við kvinnum. Eg veit ikki, hvussu nógvar kvinnur, vit spurdi, áðrenn báturin varð mannaður. Og tá fóru vit eisini eftir kvinnum, sum ongantíð høvdu róð áður.

5-mannaførini Ritan og Teistin.

5-mannaførini Ritan og Teistin.

– Fýra av okkum hava róð við bátum hjá Argja róðrarfelag, meðan aðrar hava róð við Sølmundi og, Rituni. Inga Weihe, sum rør við okkum, ætlaði at manna 6-mannafarið Sølmund, men sjálvt um hon vendi sær til einar fjøruti kvinnur, so eydnaðist ikki at manna bátin. Tí kom hon umborð á Rituna. Okkum dámar nógv betri at rógva við 6-mannafari enn 5-mannafari, tí 5-mannafarið er minni bátur, er rankari og liggur ikki so væl í sjónum. Tað skal serligur teknikkur at rógva eitt 5-mannafar.

– ´Vit høvdu jú mannað 6-mannafarið Sundabátin, og tað gjørdist nakað rokaligt umborð hjá okkum frá byrjan, tí tá kvinnurnar hoyrdu, at tær noyddust at rógva við 5-mannafari, fór onkur av bátinum. Síðani máttu vit finna aðrar kvinnur. Eisini máttu rógvarar uttanlands í arbeiðsørindum, og tí ikki kundu venja. So aftur at finna eykarógvara. Tá tað er sagt, so eru vit hugagóðar og elska at rógva. Vit venja í Hvannasundi, men hava eisini vant nakrar ferðir á plássum, sum fyrireika FM-róðrarnar. Nú er vit so komnar til Havnar við bátinum.

jkjkjkj

5-mannaførini við kvinnum eru fækkaði seinnu árini. Í summar hevur Erla kongsdóttir verið í serflokki. (Mynd Hans Højgaard)

– Vit eru væl nøgdar við róðrarárið higartil, og tá vit tildømis gjørdust nummar tvey í Sandavági, vóru vit allar fegnar, og tað føldist, sum høvdu vunnið róðurin, sigur Anna at enda. Tá eg eina løtu stóð og prátaðu við fyrikomandi kvinnurnar um kappróður, kom prátið inn á, hví so torført er at manna 6-mannaførini við kvinnum, og at 5-mannaførini eru so fá. Tær vóru allar samdar um, at kvinnur skulu rógva við 6-mannafari og ikki við 5-mannafari. Menn rógva ikki við 5-mannafari, hví skulu so kvinnur gera tað, spyrja kvinnurnar umborð á Rituni at enda.

Eg kann skoyta uppí, at tá gentu/kvinnurbátarnir róðu í einum bólki fram til 2005. Tá fingu vit 5-mannafør gentur og 5-mannafør kvinnur. Fólk vildu hava aldursmark, so ungar gentur ikki róðu ímóti eldru royndum kvinnum. Í 2005 róðu fimm bátar 5-mannafør gentur og ellivu bátar 5-mannafør kvinnur. Nú skriva vit 2015 og á vestanstevnu róðu átta gentubátar og bert fimm bátar 5-mannafør kvinnur.

Eg haldi, at nógvar kvinnur hugsa øðrvísi um kappróður enn menn, tí eg minnist eina kvinnu siga mær fyri nú nøkrum árum síðani, at tær valdu heldur 5-mannafar kvinnur enn 6-mannafar, tí eingin hevði nakran møguleika ímóti Jarnbardi, sum var so stinnur hesi árini. Stutta av tí langa er í løtuni, at ov fáar kvinnur tíma at rógva, og so er spurningurin hví? (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *