Granna- og neistagentan gjørdist forkvinna í NSÍ

Kinna Fritsdóttir Olsen er forkvinna í NSÍ, og hon er nøgd við gongdina í felagnum.

Tá eg komi í gamla grannalagið við Landavegin, steðgi eg mangan á og hugsi um øll fólkini, sum farin eru ella eru flutt úr grannalagnum. Herfyri steðgaði eg við hvít hús við Grønlandsveg 3, har teknistova er nú. Í mínum uppvøkstri búði har húski við fimm fólkum. Foreldrini Frits og Mia Larsen eru farin, eldra dóttirin, Marjun, býr í Danmark, sonurin, Kristian, býr í Lamba og dóttirin Kinna býr í Rituvík. Hugsaði: “Kinna” gamla grannagentan og neistagentan er vorðin forkvinna í NSÍ, hana fari eg at ringja til, tí stuttligt og áhugavert er at síggja fyrrverandi grannar í fjølmiðlum í øðrum høpi, og sum tú ikki hevur sæð í nógv Harrans ár. Hvussu var so hjá Kinnu sum 23 ára gomul at flyta til Rituvíkar?  Læs resten

Neistin – Kyndil 21-27 (10-10) Neistamenn megnaðu fyrra hálvleik

Finnur Hansson, Kyndil, gjørdi veruliga um seg við sjey málum í seinna hálvleiki

Neistmenn spældu frálíkan fyrra hálvleik ímóti Kyndli og byrjaði dystin væl við 3-0 leiðslu. Fá mál komu annars fyrsta korterið, tí tá var javnleikur 4-4. Restina av hálvleikinum var bara eitt mál á muni og javnleikur. 5-5, 6-6, 7-7, 8-8, 9-9 og hálvleikstøðan 10-10. Í seinna hálvleiki mistu neistamenn takið frá byrjan, tí Kyndil vann fyrstu tíggju minuttirnar 6-1, og nú var støðan knappliga  16-11 til Kyndil. Neistamenn komu eitt sindur nærri Kyndil, tá ið tjúgu minuttir vóru spældir. Kyndil var tá á odda 21-18. Læs resten

VÍF-H71 26-30 (15-11) VÍF fánaði og Bogdan tók seg um reiggj í seinna hálvleiki

Bogdan Florea, H71, fær nógv rós úr Vestmanna. (Mynd Álvur)

Eg ringdi til Vestmannar at fáa at vita eitt sindur um tapið fyri H71 seinnapartin, men menn vóru fáorðaðir og ikki sørt vónsviknir, tí VÍF spældi væl í fyrra hálvleiki og sýntist at hava taka á støðunum. Úr Vestmanna verður sagt, at í seinna hálvleiki vendi gongdin, tí vestmenningar gjørdu alt ov nógvar villur, og hetta dugdi H71 ógvuliga væl at revsa. Og Bogdan hjá H71 var ikki at kenna aftur á vøllinum og var besti spælarin í seinna hálvleiki, og hann var munurin á liðunum hesa løtuna. Samanlagt mugu vit siga, at VÍF spældi fínan fyrra hálvleika og vánaligan seinna hálvleik við nógvum villum, tí hevði H71 uppiborið sigurin í seinna hálvleiki og serliga seinastu minuttirnar.  H71 dugdi eisini væl at verja Filip Jojic í seinna hálvleik, sum er í flokki fyri seg, verður sagt út Vestmanna. Dystargongdin var henda. Læs resten

Neistin – Kyndil 38-26 (16-11) Neistaliðið var nógv betra liðið

Neistakvinnur 4.november 2012. St.f.v: Jákup Hanusson, hjálparvenjari, Kári Horn, venjari, Nicoleta Hansen, Marjun Danberg, Barbara Brauer, Bára Hansen, Jacklin Durhuus og Eirikur Magnussen, liðleiðari. Fremst f.v: Eir Berg, Barbara Johannesen, Ása á Neystabø, Maria Samuelsen, Rakul Augustinussen, Lilja Mohr og Birita Jacobsen. (Mynd Vagnur)       

Vit vóru nógv, sum vildu vita, hvussu fór at gangast kyndilskvinnum ímóti neistakvinnum seinnapartin, tí kyndilsliðið er betri enn í fjør, og liðið vann á Stjørnuni og spældi javnleik í Vági. Men í dag var Neistin betra liðið. Eg havi biðið Claus Rasmussen um nakrar viðmerkingar um dystin, og hann sigur soleiðis í stuttum setningum. Læs resten

Føroyingar eru spardir fyri nógv í ódnarveðri

Vakra kvøldarsjónin suður í Nólsoyarfjørð fekk meg at skriva greinina. (Mynd Vagnur)

Um allan heim hava fjølmiðlar borið tíðindi frá ódnini Sandy, sum í seinastuni hevur herjað við amerikansku strendurnar. Ógvusligar myndir og øgiligir skaðar. Meðan eg sat og hugdi at myndunum og eisini suður í Nólsoyarfjørð, reikaðu tankarnir um føroyska veðurlagið, sum til tíðir kann vera buldraligt kring oyggjarnar. Vit minnast skaðarnar frá jólaódnini í 1988, tá ið millum annað fleiri hundrað trø í plantasjum kring landið fóru um koll ella hálað upp við rót. Eg havi altíð havt tað fatan, at í risalandinum Amerika er alt so gott, men samanbera vit Amerika og Føroyar, so eru vit á nógvum økjum nógv betur fyri.  Læs resten

Team Klaksvík – KÍF 7- 42 (5-20) Veingjaskert Team Klaksvík lið fyri søguligum ósigri

Tólv ymiskir spælarar hjá KÍF skutu mál í Klaksvík

Tað var væntandi, at Team Klaksvík fór at tapa stórt í kvøld ímóti KÍF, tí tveir av bestu spælarunum úr Klaksvík spældu ikki. Dánjal Kjærbo er skaddur í einar tríggjar vikur, og toppskjúttin Sámal á Tjaldrafløtti Olsen er í Danmark í sambandi við arbeiði. Og tað bleiv, sum væntað, men at Team Klaksvík bara skeyt sjey mál í alt og bara tvey mál í seinna hálvleiki, tað hevði eg ikki væntað. Hetta er prógv um, at breiddin á liðnum úr Klaksvík er ikki stór, og at liðið ikki tolir at missa tveir so týdningarmiklar spælarar sum Sámal og Dánjal. Dystargongdin var henda, og hon er døpur.’

KÍF legði seg á odda beinanvegin 7-1, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir, var KÍF á odda heili 16-1. Seinastu tíggju minuttirnar fingu liðini fýra mál hvør, so hálvleikstøðan gjørdist 20-5 til KÍF. Læs resten

Føroyskur kappróður gongur í 2013 nýggjar leiðir

6-mannaførini við monnum skulu í 2013 rógva 1000 metrar á øllum stevnum. (Mynd Vagnur)

Róðrarárið 2013 verður serligt, tí tá rógva eingir bátar 1500 metrar. 10-mannafør og 8-mannafør rógva 2000 metrar, men tey rógva tó 1000 metrar, tá ið møguleikar ikki eru at rógva 2000 metrar. 6-mannafør við monnum rógva í 2013 1000 metrar á øllum stevnum, og tað gera barnamanningarnar eisini. 5-mannaførini við dreingjum og gentum og 6-mannaførini við kvinnum rógva sum vanligt 1000 metrar. Eg havi spurt Magna Brøðraberg, hvørja ávirkan hetta kemur at fáa á føroyskan kappróður.  Læs resten

VÍF/Tjaldur – StÍF 21 – 22 (12-14) StÍF vann í seinasta minutti

Rebekka Justinussen skeyt tíggju mál, og hon skeyt eisini seinasta og avgerandi málið í seinasta minutti. (Mynd Vagnur)

Ein spennandi hondbóltsdystur í bestu kvinnudeildini varð spældur í kvøld millum VÍF/Tjaldur og StÍF. Dysturin varð spældur í høllini í Runavík. Eg sá ikki dystin, men skrivi hesi orð úr dómaraseðlinum. StÍF kom á odda tíðliga í dystinum 4-1, men tá tíggju minuttir vóru spældir var javnleikur 4-4. Javnt gekk síðani á, og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir var javnleikur 9-9. StÍF kom á odda 13-11, og liðini fóru til hálvleik við StÍF leiðslu 14-12.

Í seinna hálvleiki gekk javnt á, og tá ið níggju minuttir vóru spældir var javnleikur 16-16. Javnt var framvegis næstu tíggju minuttirnar, tí eftir tjúgu minuttir spæl var StÍF á odda 20-19. Fá mál vóru skotin næstu átta minuttirnar, men nú var VÍF/Tjaldur knappliga á odda 21-20, men í næstseinasta og seinasta minutti skeyt Rebekka tvey mál, so StÍF vann dystin 22-21. Læs resten

ÍF Føroyar hondbóltur hevur aftur fingið vind í seglini

ÍF Føroyar hondbóltur Menn 1. St.f.v: Helgi Justinussen, Jákup Apol, Jóhan Brekkstein, Jens Mohr og Rani Ellingsgaard. Fremst f.v: Hanus Johansen, Hjalti Mohr Jacobsen, Pól Andreassen, Heini Kristiansen og Brian Vang Poulsen. (Mynd Kirstin Johansen)

2. august skrivaði heimasíðan, at ÍF Føroyar hondbóltur í vár fekk 40.000 krónur í bót, og at liðið mátti flyta í niðastu deild, tí spælarar høvdu spælt ólógliga í donsku kappingini. ÍF Føroyar hevði tá sítt besta manslið nakrantíð, og liðið var júst flutt upp í 3. deild. Men nú er alt hetta søga, tí bótin, sum varð niðursett til 19.000 krónur, er goldin, og sólin skínur aftur á ÍF Føroyar hondbólt, tí stuðlar eru fingnir til øll liðini, og ongantíð hava so nógvir spælarar spælt hondbólt í ÍF Føroyum, sum júst nú. Ein av oddamonnunum Hjalti Mohr Jacobsen er ógvuliga bjartskygdur og sigur: Læs resten

VB – Kyndil 23-23 (13-11) Væl spældur kvinnudystur í Vági

Kyndil hevur fingið góða byrjan í kappingini.

Eftir dystin millum kvinnuliðini hjá VB og Kyndil seinnapartin ringdi eg suður til eina av eldru eldsálunum hjá VB og spurdi hana, hvørja viðmerking hon hevði til kvinnudystin, og tað vóru føgur orð. – Vit sóu ein avbera væl spældan kvinnudyst seinnapartin  í Vági og serliga í fyrra hálvleiki. Kyndil hevur fingið eitt gott kvinnulið, og serlig leggi eg merki til fleiri ungar spælarar, sum veruliga nú bíta frá sær. Bara at nevna Ásleyg Súnadóttir, sum var ótrúliga góð, og so Guðrið G. Eystberg, og har eru fleiri. Eingin ivi um, at VB følnaði, tí Kyndil í seinna hálvleik fór at mansverja Gurið Mortensen. Alt skramblaði saman, sigur eldsálin úr Vági. Læs resten