Um allan heim hava fjølmiðlar borið tíðindi frá ódnini Sandy, sum í seinastuni hevur herjað við amerikansku strendurnar. Ógvusligar myndir og øgiligir skaðar. Meðan eg sat og hugdi at myndunum og eisini suður í Nólsoyarfjørð, reikaðu tankarnir um føroyska veðurlagið, sum til tíðir kann vera buldraligt kring oyggjarnar. Vit minnast skaðarnar frá jólaódnini í 1988, tá ið millum annað fleiri hundrað trø í plantasjum kring landið fóru um koll ella hálað upp við rót. Eg havi altíð havt tað fatan, at í risalandinum Amerika er alt so gott, men samanbera vit Amerika og Føroyar, so eru vit á nógvum økjum nógv betur fyri.
Á myndunum frá Amerika sóust ljóssteyrar úr træi, sum brotnaðu sum svávulpinnar. Hetta er farin tíð í Føroyum, tí allir “lyktapelar” úr træi eru fyri nógvum árum síðani tiknir niður, el-káplar grivnir í jørðini, og “lyktapelarnir” eru nú úr jarni.
Eg minnist væl sum ungur, tá ið el-káplar komu sama í ódnarveðrinum, og neistarokið lýsti sum á nýggjárinum. Hetta var vøkur sjón í okkara ungu eygum. At so streymurin í Føroyum fer onkuntíð, tí onkur lítil avbrótari ikki ger sum SEV vil, er annað mál.´
Í Føroyum hava vit yvirflatuvatn. Tað kann oysregna í dagar, og áirnar eru stórar og fossarnir kring landið stórir og vakrir, men tá ið slítur í, ganga fáir tímar, so eru áirnar minkaðar aftur, og tað mesta av vatninum runnið út á sjógv.
Vit hoyra sjáldan um kjallarar, sum standa undir í vatni. Eg kann minnast, tá ið regnaði illa, at urtagarðar við Ellisheimið í Havn stóðu undir í vatni, tí kloakkin longri uppi ikki megnaði at svølgja stóru vatnmongdini, men hetta er eisini farin tíð, tí kloakkin við Ellisheimið er umvæld fyri nógvum árum síðani.
Tá ið danir tosa um ódn, er vindurin mangan ikki meira enn 25 metrar um sekundið, sum ikki fær føroyingin at ressast við. Vit skulu upp um 30 metrar um sekundið, áðrenn føroyingar tosa um veruliga ódn. Vit síggja onkuntíð í sjónvarpi melduródnir kom inn at strondini í Kalifornia, har hús fara í smildur. Tað sýnist, sum húsini eru neyðarslig og bygd úr plátum, og tilfarið fer í allar ættir í vindinum.
Eru húsini nóg væl smíðað, fara tey í Føroyum ongan veg. Tað vóru heldur hesi útlendsku “typehúsini”, sum á sinni ikki megnaðu at fóta sær í føroyska veðurlagnum. Eisini hesir stóru útlendsku goymslubygningarnir, har takið rívur, bara hann øtlar veðrið meira enn vanligt. Føroyingar hava lært at ódnunum seinnu árini, og bjargingartænastan er ógvuliga nógv ment og væl samskipað.
Stórur munurin er á lendinum í Danmark, nógvastaðni í Amerika og so í Føroyum. Tosa vit um láglendi, sum onkuntíð er lægri enn sjóvarmálin, so hendir mangan, at tað floymir inn yvir økini, sum vit um dagarnar sóu í Amerika. Stór øki standa undir í vatni, og skaðarnir øgiligir. Stórar vatnmongdir, sum floyma inn yvir lágu økini, eru ikki at steðgja og heilir býlingar standa undir í vatni. Hetta sóu vit í Amerika, og hetta sóu vit í summar nógva staðni í Danmark.
Tá ið hetta er sagt, so henda eisini vannlukkur í ódnarveðri í Føroyum, og her hugsi eg serliga um skipsvannlukkur. Men tá ið vit um dagarnar síggja ógvusligu myndirnar úr Amerika, so mugu vit tó ásanna, at vit í Føroyum er spard fyri nógv, tá ið talan er um verður og vind. (Vagnur)


