Team Klaksvík – KÍF 7- 42 (5-20) Veingjaskert Team Klaksvík lið fyri søguligum ósigri

Tólv ymiskir spælarar hjá KÍF skutu mál í Klaksvík

Tað var væntandi, at Team Klaksvík fór at tapa stórt í kvøld ímóti KÍF, tí tveir av bestu spælarunum úr Klaksvík spældu ikki. Dánjal Kjærbo er skaddur í einar tríggjar vikur, og toppskjúttin Sámal á Tjaldrafløtti Olsen er í Danmark í sambandi við arbeiði. Og tað bleiv, sum væntað, men at Team Klaksvík bara skeyt sjey mál í alt og bara tvey mál í seinna hálvleiki, tað hevði eg ikki væntað. Hetta er prógv um, at breiddin á liðnum úr Klaksvík er ikki stór, og at liðið ikki tolir at missa tveir so týdningarmiklar spælarar sum Sámal og Dánjal. Dystargongdin var henda, og hon er døpur.’

KÍF legði seg á odda beinanvegin 7-1, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Og tá ið tjúgu minuttir vóru spældir, var KÍF á odda heili 16-1. Seinastu tíggju minuttirnar fingu liðini fýra mál hvør, so hálvleikstøðan gjørdist 20-5 til KÍF.

Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hja Team Klaksvík, tí liðið skeyt bara tvey mál í seinna hálvleiki, meðan KÍF skeyt heili tveyogtjúgu mál. Endaliga støðan gjørdist 42-7 til KÍF, sum er størsta tapið í bestu deildini, sum eg kann minnast. Í mínari verð tænur slíkur dystur einki endamál, tí alt ov stórur munur er á liðunum.

Sjálvandi ger tað stóran mun, tá ið Sámal á Tjaldrafløtti Olsen kemur aftur á liðið hjá Team Klaksvík, men Dánjal er ikki tøkur næstu dystirnar, tí sær ikki gott út hjá Team Klaksvík í løtuni, sum annars hevur staðið seg væl í løtum í undanfarnum dystum. Seinast eg tosaði til Klaksvíkar var bjartskygni at hóma, men hetta bjartskygni fekk skot fyri bógvin í dystinum ímóti KÍF. (Vagnur)

Málskjúttar Team Klaksvík: Jákup Pauli Ziskason 2, Vilhelm Vilhelmsen 1, Kjartan Jacobsen 1, Beinir Johannesen 1, Kristoffur Jacobsen 1 og Beinur Heðinsson 1

Málskjúttar KÍF: Nicklas Selvig 9, Hans Eli Sigurbjørnson 7, Gert Hansen 5, Pætur Johannesen 4, Damir Oros 3, Teitur Joensen 3, Rúni Joensen 3, Andrias Nielsen 2, Suni Johannessen 2, Tony Weihe 2, Daniel Skipper Fooed 1 og Fríði Weihe 1  

Dómarar: Ragnar Simonsen og Thomas J. Thomsen

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *