Neistin – Kyndil 38-26 (16-11) Neistaliðið var nógv betra liðið

Neistakvinnur 4.november 2012. St.f.v: Jákup Hanusson, hjálparvenjari, Kári Horn, venjari, Nicoleta Hansen, Marjun Danberg, Barbara Brauer, Bára Hansen, Jacklin Durhuus og Eirikur Magnussen, liðleiðari. Fremst f.v: Eir Berg, Barbara Johannesen, Ása á Neystabø, Maria Samuelsen, Rakul Augustinussen, Lilja Mohr og Birita Jacobsen. (Mynd Vagnur)       

Vit vóru nógv, sum vildu vita, hvussu fór at gangast kyndilskvinnum ímóti neistakvinnum seinnapartin, tí kyndilsliðið er betri enn í fjør, og liðið vann á Stjørnuni og spældi javnleik í Vági. Men í dag var Neistin betra liðið. Eg havi biðið Claus Rasmussen um nakrar viðmerkingar um dystin, og hann sigur soleiðis í stuttum setningum.

– Tað gekk bara javnt á fyrstu sjey minuttirnar, tá ið støðan var 4-3 til Neistan, men so gjørdi Neistin eitt lop upp til støðuna 11-4 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eg haldi, at royndirnar hjá neistaliðnum í dag vunnu á teimum minnu royndu hjá kyndilskvinnum, og her hugsi eg um nógvar av ungu kyndilskvinnum, sum spældu væl fyrstu tveir dystirnar. Eg haldi, at neistakvinnur spældu væl í dag, tær hildu avtalur, sýntust róligar og høvdu tak á støðuni.

Turið og Jacklin í hornatøkum

– Munurin gjørdist alt ov stórur seinasta korterið í seinna hálvleiki, tí summir kyndilsspælarar sýntust at geva upp, komu ikki aftur at verja, tá ið Neistin fór í skjótálop. Serliga kom hetta til sjóndar, tá ið Maria í neistamálinum ferð eftir ferð sendi bóltar fram til Ásu á Neystabø, sum skeyt níggju mál í dag, sigur Claus í stuttum úr Høllini á Hálsi.

Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen dømdu dystin. (Mynd Vagnur)

Dystargongdin var annars, at liðini fylgdust til støðana 4-3 til Neistan, tá ið sjey minuttir vóru farnir. Neistin var á odda 11-4 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Kyndil kom afturíafatur næstu minuttirnar, tí støðan eftir tjúgu minuttir var 13-8 til Neistan. Liðini fylgdust til hálvleik, sum endaði 16-11 til Neistan. Tað gekk framvegis javnt á fyrst í seinna hálvleiki, har munurin var hin sami fyrsta korterið. Støðan var 21-17 til Neistan eftir fimtan minuttir.

Men so hendi tað, sum Claus sigur omanfyri, at neistakvinnur renna frá kyndilskvinnum, tí eftir tveyogtjúgu minuttir er Neistin á odda 30-20. Seinastu tíggju minuttirnar økir Neistin enn meira um leiðsluna, so endaliga úrslitið gjørdist 38-26 til Neistan.

Neistin er í løtuni sterkasta liðið í deildini við stórari breidd, meðan ungu kyndilsspælararnir eru kanska nakað óroyndir enn til slíkan dyst sum ímóti Neistanum. Eg havi sæð kyndilskvinnur spæla, og eg haldi, at liðið er gott boð til annað FM-finaluplássið. Tað stendur tó og fellur sjálvandi við, um Jórun Ludvig kann spæla við fullari megi, og at tær ungu Guðrið, Anna, Turið, Birita, Anna, Ásleyg, hvussu tær allar eita megna at halda góðskuna seinni í kappingini. (Vagnur)

Fyri dystin tók eg mynd at neistakvinnum og dómararparinum, men tí verri var málverjin Kristina Gritsaite ikki komin úr Vágum, tá ið myndin av neistakvinnum varð tikin. Kristina, sum stendur í neistamálinum saman við Mariu Samuelsen,  eigur tvey smá børn og maðurin er sjómaður, tí kann hon ikki venja, men bara spæla dystir. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Ása á Neystabø 9, Barbara Brauer 8, Nicoleta Hansen 8, Eir Berg 4, Bára Hansen 3, Marjun Danberg 2, Jacklin Durhuus 2 og Barbara Johannesen 1

Málskjúttar Kyndils: Anna Brimnes 5, Guðrið G. Eystberg 5, Anja Heinadóttir 5, Randi S. Wardum 3, Jórun Ludvig 3, Turið Arge 2, Anna Sofía Mohr 1, Bára K. Hansen 1 og Birita Mortansdóttir 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 4 133 93 40 8
2 VB 4 98 99 -1 5
3 Kyndil 3 70 79 -9 3
4 StÍF 2 47 53 -6 2
5 VÍF/Tjaldur 2 44 51 -7 0
6 Stjørnan 3 58 75 -17 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *