Eg ringdi til Vestmannar at fáa at vita eitt sindur um tapið fyri H71 seinnapartin, men menn vóru fáorðaðir og ikki sørt vónsviknir, tí VÍF spældi væl í fyrra hálvleiki og sýntist at hava taka á støðunum. Úr Vestmanna verður sagt, at í seinna hálvleiki vendi gongdin, tí vestmenningar gjørdu alt ov nógvar villur, og hetta dugdi H71 ógvuliga væl at revsa. Og Bogdan hjá H71 var ikki at kenna aftur á vøllinum og var besti spælarin í seinna hálvleiki, og hann var munurin á liðunum hesa løtuna. Samanlagt mugu vit siga, at VÍF spældi fínan fyrra hálvleika og vánaligan seinna hálvleik við nógvum villum, tí hevði H71 uppiborið sigurin í seinna hálvleiki og serliga seinastu minuttirnar. H71 dugdi eisini væl at verja Filip Jojic í seinna hálvleik, sum er í flokki fyri seg, verður sagt út Vestmanna. Dystargongdin var henda.
Javnt gekk á frá byrjan, og tá ið tíggju minuttir eru spældir er javnleikur 4-4. Miðskeiðis í hálvleikinum er javnleikur 6-6, og tað eru eisini støðan, tá ið 25 minuttir eru farnir, tí tá var javnleikur er 11-11. Men so tekur VÍF dik á seg við fýra skjótum málum, meðan H71 fær eitt mál. Hálvleikstøðan 15-11 til VÍF.
Ì seinna hálvleiki fær H71 øgiliga góða byrjan, sum um nýggj ætlan er løgd í hálvleikinum. Miðskeiðis í hálvleikinum er H71 nú knappliga á odda 19-18, og H71 er á odda við einum málið heilt fram til tríggir minuttir eru eftir at spæla, men so javnar VÍF til 26-26. Hvat hendir so? H71 fær fýra mál seinastu tríggjar minuttirnar, meðan VÍF einki fær, tí endar dysturin við sigri til H71 30-26. Skal eg vera heilt erligur, so hevði eg ikki roknað við, at H71 fór at vinna í Vestmanna seinnapartin. Men eg havi ikki sæð H71 spælt, síðan vinstrahenti spælarin Poul Kjartan Dam er komin aftur á liðið. Hann skeyt fimm mál í dag.
Eg taki orðini í meg aftur, tí ført er áður fram, at H71 er ikki nóg sterkt í løtuni at koma heilt upp á tindin. H71 er sjálvandi eitt av liðnum, sum vit kunnu rokna við er eitt av liðunum í FM-finalunum. Men enn er langt á mál í kappingini. Regin Mittún Petersen og Ragnar Simonsen dømdu dystin.(Vagnur)
Málskjúttar VÍF: Filip Jojvic 10, Martin Ritto 4, Holgar Durhuus 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Andrias Eriksen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1, Bárður Brimvík 1 og Magnus Müller 1
Málskjúttar H71: Bogdan Florea 9, Rúni Højgaard 6, Poul Kjartan Dam 5, Bogi Davidsen 3, Sigmund Dahl 2, Hallur Biskopstø 2, Rógvi Sørensen 2 og Sigmundur Nolseø 1
