Neistin – Kyndil 21-27 (10-10) Neistamenn megnaðu fyrra hálvleik

Finnur Hansson, Kyndil, gjørdi veruliga um seg við sjey málum í seinna hálvleiki

Neistmenn spældu frálíkan fyrra hálvleik ímóti Kyndli og byrjaði dystin væl við 3-0 leiðslu. Fá mál komu annars fyrsta korterið, tí tá var javnleikur 4-4. Restina av hálvleikinum var bara eitt mál á muni og javnleikur. 5-5, 6-6, 7-7, 8-8, 9-9 og hálvleikstøðan 10-10. Í seinna hálvleiki mistu neistamenn takið frá byrjan, tí Kyndil vann fyrstu tíggju minuttirnar 6-1, og nú var støðan knappliga  16-11 til Kyndil. Neistamenn komu eitt sindur nærri Kyndil, tá ið tjúgu minuttir vóru spældir. Kyndil var tá á odda 21-18.

Men so steðgaði Neistin upp, og Kyndil dró frá til støðuna 25-18, tá ið seks minuttir vóru eftir at spæla. Neistin minkaði um munin seinastu minuttirnar, so endaliga støðan gjørdist 27-22 til Kyndil. Tað var serliga Finnur Hansson, sum gav Neistanum mønustingin í seinna hálvleiki, tí av teimum átta málinum, hann skeyt í dag, vóru tey sjey í seinna hálvleiki.

Kyndil er eitt av liðnum, sum vit kunnu rokna við heilt frammí í oddinum, meðan Neistin verður í niðara enda. Tó vænti eg, at unga neistaliðið fer at taka stig frá toppliðunum seinni í kappingini. Ein góðan skjútta aftrat í bakketuna hjá neistamonnum, so eru teir við aftur næstan á hædd við toppliðini, tí málverjarnir eru góðir, og verjan góð.

Málskjúttar Neistans: Jugoslav Djumic 7, Terji Mørk 4, Andras Joensen 3, Sjúrður Reginsson 2, Rói Hansen 2, Teitur Magnusson 2, Grímur Pedersen 1 og Beinir Davidsen 1

Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 8, Birgir Poulsen 5, Andrias Sólsker 4, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein Olsen 3, Ludvík Súnason 2, og Hørdur F. Sigtórsson 2

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 6 188 136 52 11
2 Kyndil 5 139 123 16 7
3 VÍF 5 139 119 20 6
4 H71 5 134 136 -2 6
5 StÍF 5 132 119 13 4
6 Neistin 5 109 122 -13 2
7 Team Klaksvík 5 82 168 -86 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *