Granna- og neistagentan gjørdist forkvinna í NSÍ

Kinna Fritsdóttir Olsen er forkvinna í NSÍ, og hon er nøgd við gongdina í felagnum.

Tá eg komi í gamla grannalagið við Landavegin, steðgi eg mangan á og hugsi um øll fólkini, sum farin eru ella eru flutt úr grannalagnum. Herfyri steðgaði eg við hvít hús við Grønlandsveg 3, har teknistova er nú. Í mínum uppvøkstri búði har húski við fimm fólkum. Foreldrini Frits og Mia Larsen eru farin, eldra dóttirin, Marjun, býr í Danmark, sonurin, Kristian, býr í Lamba og dóttirin Kinna býr í Rituvík. Hugsaði: “Kinna” gamla grannagentan og neistagentan er vorðin forkvinna í NSÍ, hana fari eg at ringja til, tí stuttligt og áhugavert er at síggja fyrrverandi grannar í fjølmiðlum í øðrum høpi, og sum tú ikki hevur sæð í nógv Harrans ár. Hvussu var so hjá Kinnu sum 23 ára gomul at flyta til Rituvíkar? 

– Eg var ung og nýgift, men eg eri ikki persónurin, sum setist afturá og bíði, at fólk koma til mín. Eg fekk starv í Føroya sparikassa, nú Eik, og á arbeiðsplássinum kom eg skjótt at kenna nógv fólk. Eisini kom eg í bindiklubb og gjørdi nakað av fimleiki. Tú spyrt sjálvandi, nær eg kom at spæla hondbólt í Neistanum?

Í hvíta húsinum á vintru síðu búðu Kinna og tey. (Mynd Vagnur)

– Í Havn byrjaði eg at spæla hondbólt sum tólv trettan ára gomul, og eg minnist, at vit vandu fyrst í fimleikahøll, og Svanna Hanusardóttir var venjari. Um sama mundið gjørdi eg eisini fimleik í Havnar fimleikafelag. Vit vunnu FM-heitið í hondbólti í smágentudeildini í 1972. Sum seytjan ára gomul spældi eg fyrsta dystin í bestu kvinnudeildini, og har spældi eg til í 1980, tá ið eg flutti til Rituvíkar. Tó spældi eg ikki tveir vetrar, tí eg gekk á handilsskúla um kvøldið.

– Tá ið eg kom til Rituvíkar, steðgaði eg á við hondbóltinum, tí eingin veruligur hondbóltur var tá í Runavík. Eg gjørdi í Havn fimleik í Havnar fimleikafelag, og tað helt eg fram við í Støkk í Runavík, og tað geri eg enn. Eg var eisini eitt skifti í nevndini í Støkk. Men áhugin fyri ítróttinum var alla tíðina til staðar, og tá ið børnini Tummas, Kristina og Súsanna fóru at spæla hondbólt, fótbólt ella gera fimleik, fylgdi eg børnunum, hjálpti til í feløgunum og arbeiddi eisini eitt skifti sum hondbóltsvenjari í NSÍ.

Kinna hevur goymt sær leikbúnan við sekstalinum frá tíðini á besta liðnum hjá Neistanum.

– Mangan er tað soleiðis, at foreldur koma í nevndir, tí børnini eru virkin, men soleiðis er ikki við mær, tí børnini íðka ikki longur ítrótt á høgum støði. Maðurin, Regin Olsen, var formaður í NSÍ, men hetta var áðrenn eg koma at kenna hann. Áhugin fyri fótbótinum var alla tíðina til staðar, og eg kom at hjálpa til við ymsum tiltøkum í NSÍ, m.a. at selja lutaseðlar. Í fjør kom eg fyrstu ferð í nevndina í NSÍ, og í ár gjørdist eg so forkvinna, sigur Kinna.

Vit hoyra mangan um fíggjarligar trupulleikar í nógvum feløgum kring landið, og nógvir nevndarlimir stinga í sekkin, tí nevndararbeiðið gerst alt ov møtimikið. Hetta er jú alt frítíðarvirksemi. Hugsaði Kinna um hetta, áðrenn hon setti seg í forkvinnusessin?

– Nevndin setti sær ikki høg mál fyrst í hesum árinum. Vit vildu hava góð fíggjarlig viðurskifti í felagnum, og ítróttaliga málið var at verða verandi í EFFO-deildini. NSÍ megnaði at verða verandi í deildini, og vit hava tak á tí fíggjarliga, so eg skal ikki klaga.

– Tá ið tað er sagt, so arbeiði eg heilt nógvar tímar í NSÍ, ja, hvør fríløta verður brúkt, og NSÍ er nógv í mínum tonkum. Arbeiðið er spennandi, men strevið. Tú spyrt, um eg eftir kappingarlok nú eri útbrend forkvinna? – Nei, tað eri eg ikki enn, og eg vil leggja aftrat, at áhugin fyri hondbóltinum og Neistanum havi eg ikki gloymt, og eg fylgi væl við í hondbóltskappingini bæði hjá monnum og kvinnum,  sigur Kinna at enda.

Eg takki fyri samrøðuna við positivu forkvinnuna í NSÍ, sum eg merki vil nakað, og sum á ongan hátt sýnist strongd av nógva virkseminum í NSÍ.

Tankarnir leita nú aftur út á Landavegin og Grønlandsvegin, har Kinna vaksin upp. Pápi Kinnu, Frits Larsen, sum arbeiddi á Matrikulstovuni, doyði alt ov ungur av hjartatilburði bara 54 ára gamal, og eg síggi fyri mær mammuna Miu í vindeyganum, tá ið vit gingu framvið. Mia var heimagangandi húsmóðir, men hon arbeiddi av og á um kvøldið á Hotel Føroyum .

Kristian, beiggi Kinnu, giftist til Lamba, og tá ið polski seglbáturin Rzeszowiak var í havsneyð á Føroya banka, var Kristian sum skipari á Róki við í bjargingararbeiðinum. Eldru systrina Marjun, sum eg kenni væl frá ungum árum, havi eg ikki sæð í nógv ár. Hon býr í Borup nær Roskilde. (Vagnur)

Neistakvinnur í 1974. St.f.v: Asta Thomsen, Svanna Hanusardóttir, Hallgerð Johannesen, Torgerð Klein og Rannvá Hanusardóttir. Fremst f.v: Poula Sørensen, Lisa Maria Djurhuus, Gunnleyg Mortensen og Kinna Fritsdóttir Olsen.

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *