VB – Kyndil 23-23 (13-11) Væl spældur kvinnudystur í Vági

Kyndil hevur fingið góða byrjan í kappingini.

Eftir dystin millum kvinnuliðini hjá VB og Kyndil seinnapartin ringdi eg suður til eina av eldru eldsálunum hjá VB og spurdi hana, hvørja viðmerking hon hevði til kvinnudystin, og tað vóru føgur orð. – Vit sóu ein avbera væl spældan kvinnudyst seinnapartin  í Vági og serliga í fyrra hálvleiki. Kyndil hevur fingið eitt gott kvinnulið, og serlig leggi eg merki til fleiri ungar spælarar, sum veruliga nú bíta frá sær. Bara at nevna Ásleyg Súnadóttir, sum var ótrúliga góð, og so Guðrið G. Eystberg, og har eru fleiri. Eingin ivi um, at VB følnaði, tí Kyndil í seinna hálvleik fór at mansverja Gurið Mortensen. Alt skramblaði saman, sigur eldsálin úr Vági.

 Dystargongdin var henda:

Fyrri hálvleikur var javnur, tó hevði VB munin tvær løtur í fyrra hálvleiki fyrst á odda 4-2 og seinast í hálvleikinum 12-10 og 13-11, meðan Kyndil var einaferð á odda við støðuna 9-8. Annars var javnlekur 4-4, 5-5, 6-6, 7-7, 9-9 og 10-10, so har var ógvuliga javnt. Og fyrri hálvleikur var nógv tann betri spældi hálvleikurin.

Fyrst í seinna hálvleiki hevði VB munin við einum og tveimum málum, men tá ið seytjan minuttir vóru spældir var javnleikur 20-20. VB kom fram um 22-20, men løtu seinni var aftur javnleikur 22-22. Seinastu tíggju minuttirnar av dystinum fingu liðini bara tvey mál hvørt. VB á odda 23-22 tá ið fimm minuttir vóru eftir at spæla, og tríggjar minuttir seinni javnaði Kyndil til endaligu støðuna 23-23.

Sum støðan er í løtuni, so sýnist, sum Kyndil veruliga er farið at bíta frá sær í hesum kappingarárinum, og tað gongur eisini væl hjá VB. Minni væl gongur hjá Stjørnuni, sum hevur tapt tríggjar teir fyrstu dystirnar. Tað verður spennandi at síggja, hvussu kyndilslið fer at standa seg ímóti Neistanum. At enda vil eg nevna, at útlendingurin hjá VB Marijana Trbojeni spældi sín besta dyst higartil, síðani hon kom til Føroya. Hon var ófør, og eisini sóu vit nógv til Rannvá Johannessen, verður sagt úr Vági. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Rannvá Johannessen 7, Marijana Trbojeni 6, Gurið Mortensen 4, Helga Eyðunsdóttir 4 og Christina Holm 2

Málskjúttar Kyndil: Guðrið G. Eystberg 7, Ásleyg Súnadóttir 4, Randi S. Wardum 3, Anja Heinadóttir 2, Anna Brimnes 2, Birita Mortansdóttir 2, Turið Arge 2, og Anna Sofía Mohr 1

Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Arnar Dam

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *