Kvinnuliðini VÍF/Tjaldur og Stjørnan í bestu deildini spældu í kvøld í Runavík, og VÍF/Tjaldur vann tryggjan sigur, sjálvt um javnt gekk á fyrstu 25 minuttirnar í dystinum. Úr Runavík verður sagt, at Stjørnan misti takið seinastu fimm minuttirnar í báðum hálvleikunum. Eygleiðarin sigur, at tað var serliga vinstri vongurin hjá VÍF/Tjaldur Heidi Sevdal, sum í seinna hálvleiki gjørdi um seg. Hon skeyt eitt mál í fyrra hálvleiki, og sjey mál í seinna hálvleiki. Flestu í skjótálopi. Nú seti eg spurningin: Stjørnan í FM-finalurnar? Eg ivist. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Alt fær ein enda eisini ferðamannaskipið TERNAN/VÍPAN
Ein seinnapart í seinastu viku spákaði eg niðri á “Ískaini”, og har steðgaði eg við ferðamannaskip við tveimum nøvnum. Einastaðni á skipinum stóð Vípan, og aðrastaðni stóð Ternan. Einferð var hetta stásiligt skip, sum sigldi við ferðafólki og akførum millum Leirvík og Klaksvík. Seinni, tá ið nýggj Ternan varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju í 1980, fekk skipið navnið Ternan I. Skipið sigldi millum Havnina og Skálafjørðin, men eisini sum avloysaraskip aðrastaðni í Føroyum. Skipið, sum nú eitur Vípan, liggur svínabundið við bryggju. Meðan eg stóð har og eygleiddi skipið, sveimaðu tankarnir um keðiligu sjónina. – Hava skip sál? Læs resten
KÍF-VÍF 24-26(9-15) KÍF fekk vánaliga byrjan
VÍF gjørdi kvetti at vinna á KÍF í høllini í Kollafirði, tí KÍF hevði fyri dystin í dag bert mist eitt stig. Eg hitti Jan Ottosen og spurdi hann, um VÍF hevði lagt serliga taktikk til tess at knúgva KÍF á heimavølli.
– Eg haldi, at tað kom óvart og óvæntað á KÍF, at vit mansvardu Hans Eli frá byrjan og fóru aftur í eina 5-0 flata verju. Eli stendur væl í málinum, verjan er góð og skal hava rós.
– Eisini spældu vit væl í álopinum. Í seinna hálvleiki mansverjir KÍF Filip, og tá ið KÍF kemur heilt nær 24-23 til VÍF, er feril av panikki á liðnum, men einastaðni føldi eg kortini, at vit høvdu tak á støðuni. Eg hitti eisini KÍF venjaran Jacob Jónsson eftir dysti, og hann sigur. Læs resten
H71-Kyndil 31-25(16-13) H71 hevði leiðsluna næstan allan dystin
H71 vann seinnapartin tryggan sigur á Kyndli, og tað var bara fyrstu tíggju minuttirnar javnt gekk á. Spældir eru sjey minuttir og javnleikur 5-5, men næstu tíggju minuttirnar tekur H71 leiðsluna við tveimum og trimum málum.
Tó nærkast Kyndil, tí tá tjúgu minuttir eru spældir, er H71 á odda við 13-11 og løtu seinni 13-12. Hálvleikstøðan 16-13 til H71.
Í seinna hálvleiki dregur H71 veruliga frá, tí eftir tíggju minuttir, er H71 á odda 20-13 og løtu seinni 24-17. Kyndil nærkast eitt sindur ímóti endanum, tí tá ið 23 minuttir eru spældir, er H71 á odda 27-23. H71 vinnur tryggan sigur 31-25.
Eg fekk fatur í neistamanni eftir dystin, og hann sigur soleiðis: – Liðini byrjaðu sum eitt ódnarveður við nógvum skjótálopum, ongari verju og nógv mál skotin. Læs resten
Stjørnan-Kyndil 18-16(7-13) Stjørnan og VÍF komu nú á stigtalvuna VB-VÍF/Tjaldur 25-30(12-16)
Í dag broyttist tølini á stigtalvuni, tí nú eru Stjørnan og VÍF komin á talvuni, og vit kunnu rokna við báðum liðunum í kappingini at koma í FM-finalurnar. Fyrst til dystin í Klaksvík millum Stjørnuna og Kyndil, sum skuldi gerast ein óvanliga løgin dystur, tí Kyndil var á odda í hálvleikinum við seks málum 13-7, men liðið fekk bara trý mál í seinna hálvleiki. Pól Mikkelsen úr Klaksvík sá dystin, og hann hevur sjáldan sæð so løgnan dyst.
– Í dag spældu hvørki Simona ella Durita, men Alina Anghel er komin aftur á stjørnuliðið, og hon ger ótrúliga góðan mun serliga í verjuspælinum. Kyndil hevði tak á støðuni í fyrra hálvleiki, og tað sá svárt út hjá Stjørnuni, men í seinna hálvleiki hendi nakað, sum man sjáldan sær í hondbólti. Læs resten
Team Klaksvík-StÍF 22-31(10-11) Teir tíma væl hóast mótgongd
Seinnapartin í dag spældu mansliðini hjá Team Klaksvík og StÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. StÍF liðið var skert, tí Sveinur Justiunussen var ikki við vegna skaða, og hjá Team Klaksvík var Sámal á T. Olsen við aftur og eisini Matthias Samuelsen, sum er heima í løtuni. Óivað tí gjørdist dysturin javnur frá byrjan, men einaferð í seinna hálvleik dró StÍF veruliga frá Team Klaksvík. Eg hitti formannin í Team Klaksvík Hera Johnsson í telefonini, og hann sigur. Læs resten
Hondbólturin í Sandavági er í stórari menning
Eg havi hitt Jóhan Stenberg, venjara, og eina av eldsálunum í Søljuni og SÍF í Sandavági. Jóhan er uppvaksin á Argjum og er lærari í Sankta Frants skúla í Havn. Hann og konan, sum er av Stykkinum, fluttu til Sandavágs í 2006, og skjótt kom Jóhan at gerast virkin í hondbóltslívinum í bygdini.
Jóhan spældi frá ungum árum í Neistanum, og hann spældi eisini á besta liðnum í felagnum. – Spælarar koma úr allari oynni at spæla hondbólti í okkara felagi, og eg haldi, at hondbólturin í løtuni er á góðari kós, sigur Jóhan.
Eg gørdi skjótt av, tá ið eg hitti Jóhan Stenberg í SMS. Hann hevði matarsteðg frá lærarayrkinum í Sankta Frants skúla. Fór til húsa eftir myndatólinum, meðan Jóhan keypti í Miklagarði, og løtu seinni fingu vit positivt prát um hondbóltin í Vágum. Læs resten
Kyndil-VÍF 22-24 (11-14) Tættur og spennandi dystur í Havn StíF-Neistin menn 29-20 (12-10)
Ein av teimum góðu og spennandi dystunum millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF varð spældur í Havn mikukvøldið. Claus Rasmussen sá dystin og sigur soleiðis. – Ein frálíkur, tættur og spennandi hondbóltsdystur. Nógv ferð á spælinum, tvær góðar verjur og góðir málverjar. Besti spælarin hjá Kyndli var íslendingurin Hørdur Fannar Sigtórsson, sum var ein brandur í verjuspælinum. Dysturin gjørdist ótrúliga javnur í endanum, og óivað vann VÍF dystin, tí kyndilsmenn brendu nógvar upplagdar málmøguleikar og mistu týðandi bóltar í avgerandi løtum. Eg vil serliga nevna ein VÍF spælara, sum spældi ein frálíkan dyst. Andrias Eriksen eitur VÍF spælarin, sigur Claus. Gongdin í dystinum var henda: (Hagtøl StÍF-Neistin niðanfyri) Læs resten
Kyndil-VÍF/Tjaldur 24-22 (12-16) Tomma avgjørdi dystin í Havn StíF-Neistin 29-36(17-19)

VÍF/Tjaldur 7. november 2012. St. Adina Petrea, Amanda Kristensen, Kathrin Jacobsen, Vivian Petersen, Steinbjarta Marnersdóttir, Rannvá Jacobsen, Liljan Djurhuus og Kristina í Dávastovu. Fremst f.v: Ansy Sevdal, Barbara Nygaard, Halla Durhuus, Tóru Seloy, Heidi Sevdal, Sarah Hansen, Eilin Hansen og Linda Davidsen. (Mynd Vagnur)
Tomma Petersen í Kyndilsmálinum og mansverjan í seinna hálvleiki av Adinu Petrea førdi til, at kyndilskvinnur vunnu dystin ímóti VÍF/Tjaldur, sum í hálvleikinum var á odda 16-12. Og alt bendi á, at VÍF/Tjaldur fór at vinna dystin. Eg haldi ikki, at vit sóu ein væl spældan dyst, heldur rótuttan dyst. VÍF/Tjaldur spældi góðan fyrra hálvleik, men tá ið Adina bleiv mansvard í seinna hálvleiki, var tað eingin annar spælari hjá VÍF/Tjaldur, sum veruliga bjóðaði av, sigur Claus Rasmussen úr høllini á hálsi. (Niðast eru hagtøl frá dystinum millum StÍF og Neistan kvinnur á Skála) Læs resten
H71-Team Klaksvík 34-15 (15-9) Team Klaksvík fylgdi H71 fyrsta korterið
Í kvøld var dystur í Hoyvíkshøllini millum mansliðini hjá H71 og Team Klaksvík. Eg sá ikki dystin, men havi fingið dómaraseðilin. Úr honum síggi eg, at Team Klaksvík fylgir H71 fyrsta korterið, tí tá er støðan 5-3 til H71. Klaksvíkingar eru eisini hampuliga væl við næstu tíggju minuttirnar, tí tá ið 25 minuttir eru spældir, er H71 á odda 12-9, men Team Klaksvík missir takið seinastu fimm minuttir við trimum málum ímóti sær. Hálvleikstøðan 15-9 til H71. Læs resten








