VÍF/Tjaldur-Stjørnan 30-24 (13-9) VÍF/Tjaldur nærkast toppinum

VÍF/Tjaldur mennist í hvørjum. (Mynd Álvur)

Kvinnuliðini VÍF/Tjaldur og Stjørnan í bestu deildini spældu í kvøld í Runavík, og VÍF/Tjaldur vann tryggjan sigur, sjálvt um javnt  gekk á fyrstu 25 minuttirnar í dystinum. Úr Runavík verður sagt, at Stjørnan misti takið seinastu fimm minuttirnar í báðum hálvleikunum. Eygleiðarin sigur, at tað var serliga vinstri vongurin hjá VÍF/Tjaldur Heidi Sevdal, sum í seinna hálvleiki gjørdi um seg. Hon skeyt eitt mál í fyrra hálvleiki, og sjey mál í seinna hálvleiki. Flestu í skjótálopi.  Nú seti eg spurningin: Stjørnan í FM-finalurnar? Eg ivist.

Leikgongdin var annars henda: Liðini fylgdust í fyrra hálvleiki og eftir korter spæl, var støðan 4-4.  Eftir 25 minuttir spæl var javnleikur 9-9, men so fekk VÍF/Tjaldur fýra mál á rað, so liðini fóru til hálvleiks við 13-9 leiðslu til VÍF/Tjaldur. Í seinna hálvleiki fekk VÍF/Tjaldur heilt góða byrjan, tí eftir tíggju minuttir var liðið á odda 21-14. Men næstu minuttirnar hevði Stjørnan bestu løtuna og minkaði um munin niður í trý mál, tí tá 22 minuttir vóru spældir var bara trý mál á muni 25-22 til VÍF/Tjaldur.

Men so hendi tað sama, sum seinast í fyrra hálvleiki. VÍF/Tjaldur reyk aftur á stað til støðuna 29-22 tveir minuttir fyri endabríksl. Dysturin endaði 30-24 til VÍF/Tjaldur. Sigast skal, at stjørnuliðið er framvegis skert, tí Simona Petersen kann ikki enn spæla vegna skaða í knænum, og Durita Christophersen er framvegis í Danmark. Hjá Stjørnuni gerst Ema Bezanovis bara betur og betur, men sjálvt um hon skeyt níggju mál, so brendi hon eisini nógv skot. Spælið hjá VÍF/Tjaldur gerst bara betur og betur, verður sagt úr Runavík.

Kærkomið nýtt dómarapar Daniel Rapa og Niclas Niclasen

Nú hevur Stjørnan spælt fimm dystir, og hevur tvey stig. Spurningurin er, um liðið kemur í FM-finalurnar. Mín niðurstøða er, at kemur Simona ikki aftur á stjørnuliðið nakað skjótt, so kemur Stjørnan ikki í FM-finalurnar. Hvussu er við Duritu, veit eg einki um í løtuni. Harafturímóti mennist VÍF/Tjaldur, sum kappingin líður, og eingin ivi er um, at vit kanska síggja júst hetta liðið í FM-finalunum í vár.

Men, sum eg havi sagt áður, so standa og falla øll liðini í Sunset-deildini við nøkrum heilt fáum spælarum. Nøkrum fáum skjúttum. Liðini vikna heilt nógv, missa tey bara ein av teimum góðu bakspælarunum. Vit síggja tað í Stjørnuni, og vit sóu tað, tá ið VÍF/Tjaldur spældi uttan Liljuna Djurhuus. Tað sama ger seg galdandi á hinum fýra liðunum. (Vagnur)

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 8, Andina Petrea 8, Liljan Djurhuus 6, Eilin Hansen 3, Amanda Kristensen 3 og Ansy Sevdal 2

Málskjúttar Stjørnan: Ema Bezanovic 9, Ella Petersen 5, Una Olsen 5, Annika Ljósstein 3 og Alina Anghel 2

Dómarar: Niclas Niclasen og Daniel Rapa

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 5 169 122 47 10
2 VB 5 123 129 -6 5
3 Kyndil 5 110 119 -9 5
4 VÍF/Tjaldur 5 126 124 2 4
5 StÍF 3 76 89 -13 2
6 Stjørnan 5 100 121 -21 2

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *