
VB kvinnur 17. november 2012: St.f.v: Marijana Trbojevic, Gurið Mortensen, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, Bára Krosslá Mortensen, Una Nolsøe, Tamara Radic, og Damir Oros, venjari, Fremst frá vinstru: Rúna Midjord Jacobsen, Rannvá Johannesen, Guðrun í Lágabø, Beinta Ludvig Gudmundsson, Bjarta Hergarsdóttir og Andrea Nielsen. (Mynd Vagnur)
Kvinnuliðini hjá Kyndli og VB spældu seinnapartin í Havn, og eins og í dystinum millum liðini í Vági, gjørdist hetta ein javnur dystur í millum bilum, hóast Kyndil var á odda í hálvleikinum og einaferð í seinna hálvleiki var á odda 17-11. Eg havi sjáldan sæð ein so illa spældan dyst í fyrra hálvleiki við so nógvum villum og brendum málmøguleikan, sum eg sá seinnapartin. Javnleikur til liðini á hesum økinum. Eg segði við síðumann í fyrra hálvleiki, at føroyskur kvinnurhondbóltur var betri í 70-árunum, enn tað eg sá í dag, og síðumaðurin var samdur við mær. Tað er serliga hetta, tá ið spælarar eru púra fríir við málverjanum. Spælarar hyggja ikki upp, teir bíða ikki, og teir skjóta oftast uppi i málinum, sjálvt um málverjarnir leypa upp í krossfisk.
Fyrsta korterið var ógvuliga málfátækt, tí tá tíggju minuttir vóru spældir, var javnleikur 3-3 og longu nógvir upplagdir møguleikar misbrúktir. Næstu tíggju minuttirnar kom VB á odda 7-4 og kundi lætt komið til kanska 10-5, men málmøguleikar aftur misbrúktir. Spakuliga komu kyndilskvinnur fyri seg og tóku leiðsluna í dystinum. Tær komu fyrst á javnleik 7-7, tá 25 minuuttir vóru spældir, og seinastu fimm minuttirnar vann Kyndil 5-1 og kundi fara til hálvleiks við leiðsluni 12-8, og tað sá út, sum krútið var farið úr VB kvinnum hesa løtuna.
Í seinna hálvleiki kom Kyndil framum 17-11, tí ið tíggju minuttir vóru spældir. VB skifti tá málverjan og fóru at spæla við tveimum linjuspælarum, og hetta gav veruliga úrtøku, tí VB fekk fimm mál á rað, og so var støðan knappliga 17-16 til Kyndil. Tá vóru 22 minuttir spældir. Liðini fylgdust síðani til dystarlok við tveimum, trimum mála leiðslu til Kyndil, sum vann dystin 23-21. Hjá Kyndlí sóu vit nýggja útlendska spælaran Simonu Jacob skjóta seks mál í dag, og hon var serliga í seinna hálvleiki orsøkin til, at Kyndil fekk so trygga leiðslu. Annars er tað framvegin málverjin Tomma Petersen, sum er besta kortið á kyndilsliðnum, og so sóu vit meira til Randi Wardum enn í undanfarnum dystum, og Turið Arge hevur nú spælt tveir góðar dystir á rað.
VB liðið eigur at fáa nógv meira burturúr í álopsspælinum, og serliga brenna spælarar alt ov nógv, tá ið teir eru leysir við málverjanum. Guðrun í Lágabø stóð væl í fyrra hálvleiki, og ungi málverjin Beinta Ludvig Gudmundsson, sum kom inn í seinna hálvleiki, stóð avbera væl. Spælið, sum eg sá í dag frá báðum liðunum, røkkur ikki til finalupláss, so peiki eg heldur fyrst á Neistan og síðani á Stjørnuna og VÍF/Tjaldur. Men hetta er alt metingar, og kappingin er ikki enn hálv runnin.
Eg havi ikki skrivað nakað um døming í hesum kappingarárinum. Uni Wardum og Hannis Wardum dømdu dystin, og tað eg sá, dømdu teir ógvuliga væl. Men einastaðni eri eg ikki nøgdur við, at føroyskur hondbóltur ikki kann koma víðari og útvega dómarar til dystir, sum einki tilknýtið hava til eitt felag. Veit, at summi fólk eru ikki samd við mær, og hetta hevur sum so einki at gera við Hannis og Una. Eg sakni meira uttanveltaðar dómarar, nøkur nýggj andlit eru at síggja, men langt er enn á mál.
Beint fyri kvinnudystin stóð Uni á síðulinjuni sum venjari hjá kyndilsdreingjum, sum spældu ímóti VÍF. Og so beint eftir dystin dømir hann kvinnurnar hjá Kyndli og VB. Halt mær til góðar HSF og tit A-dómarar. Kortini kundu verið blandað øðrvísi hjá persóninum, sum setir dómararnar til dystirnar um vikuskiftið. Fleiri A-dómarar vóru í høllini seinnapartin og sóu dystin millum Kyndil og VB. (Vagnur)
Málskjúttar Kyndils: Simona Iacob 6, Guðrið G. Eystberg 5, Randi S. Wardum 4, Turið Arge 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Anja Heinadóttir 2 og Jórun Ludvig 1
Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 5, Marijana Trbojovic 5, Rannvá Johannessen 3, Una Nolsø 3, Tamara Radic 3 og Helga Eyðunardóttir 2
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
