Kyndil-KÍF 21-26(11-13) KÍF málverjin og verjan vunnu dystin

KÍF spælir skjót álopsspæl, men tað vóru verjan og málverjin, sum bjargaðu KÍF sigurin.

Seinnapartin spældu mansliðini hjá Kyndli og KÍF, og her sóu fólk veruligan mannfólkadyst, tí dysturin varð hart spældur. Eg hitti KÍF venjaran Jacob Jónsson eftir dystin og spurdi hann, hví júst KÍF vann dystin. – Vit fingu ikki álopsspælið at rigga nóg væl í dag og serliga eftir, at Ási Dam fekk reytt kort. Eingin ivi er um, at KÍF málverjin og KÍF verjan vunnu okkum dystin í dag. Málverjin Emil Dam stendur væl mest sum allan dystin, og verjan er ótrúliga góð í 35 minuttir, tá ið vit fara frá kyndilsmonnum. Okkum dámar væl at spæla skjótan hondbólt, og hetta gjørdu vit eisini í dag, sigur Jacob Jónsson í stuttari viðmerking. Dystargongdin var henda:

Javn gekk á frá byrjan í fyrra hálvleiki. Tólv minuttir spældir og javnleikur 4-4. Løtu seinni fer KÍF fram um 7-5, og tá ið 20 minuttir eru spældur er javnleikur 8-8. Fimm minuttir seinna javnleikur 10-10, og Kyndil leggur seg á odda 11-10, men tað er KÍF, sum fer til hálvleiks við leiðsluni 13-11.

KÍF dregur frá fyrstu tíggju minuttirnar í seinna hálvleiki, tí tá er støðan 19-15 og løtu seinni 24-16 til KÍF. Og tað er í hesum tíðarbilinum, at KÍF málverjin stendur væl, og KÍF verjan hevur gott tak á kyndilsmonnum. Seinastu minuttirnar fær Kyndil betra eitt sindur um málmunin, men tá hevur KÍF longu vunnið dystin. Tryggur sigur til KÍF 26-21. Eygleiðarin hjá heimasíðuni í høllini sigur, at álopsspælið hjá kyndilsmonnum er ikki enn nóg gott, tí ov nógvar misskiljingar eru, og nógvir bóltar mistir. Leggjast kann aftrat, at kyndilsverjan stendur sum altíð ógvuliga stinn, men tú mást skjóta fleiri enn 21 mál, skalt tú vinna dystir í bestu mansdeild. (Vagnur)

Málskjúttar Kyndils: Birgir Poulsen 4, Høgni Klein Olsen 3, Josef Abrahamsen 3, Hørdur Fannar Sigtórsson 3, Julian Johansen 2, Finnur Hansson 2, Hans Áki Dal Christiansen 2, Andrias Sólsker 1 og Ludvík Súnason 1

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Rógvi Weihe 5, Damir Oros 4, Andrias Nielsen 3, Teitur Joensen 3, Gert Hansen 2, Nicklas Selvig 1, Rúni Joensen 1 og Ási Dam 1

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *