Tá ið eg mikumorgunin spákaði á vestaru bryggju í Havn, rann mær í hugs nógvu orðini, sum vóru at hoyra í valstríðnum undan býráðsvalinum. Fólk úr fleiri flokkum yngstu meira vinnuligt virksemi í Havn, tí vestara bryggja er summar dagar stein deyð. Mikumorgunin var tó virksemi á bryggjuni, tí trolarin Enniberg lossaði flak at flyta av landinum, partrolararnir Japis og Ametyst og línuskipið Sandshavið landaðu til landingarmiðstøðina. Virksemið gevur arbeiði til nakrar mans í nakrar dagar, men veruligt dagligt fiskaarbeiði er ikki á vestaru bryggju. Allur fiskurin fer við lastbilum til flakavirki kring landið. Trolarar, línuskip og útróðrarbátar, sum áður landaðu til Bacalao og seinni Fiskavirking, eru farnir úr Havnini. Røddir eru um, at Saltsølan skal gerast til mentanarmiðdepul, og at saltsiloin skal hýsa konsertum. Læs resten
Kategoriarkiv: Óbólkað
Team Klaksvík-Neistin 27-37(12-17) Kyndil-Neistin 22-33(12-14) Neistin vann báðar dystirnar við stórum málmuni
Vit kunnu nú rokna við, at neistamenn fara at gera um seg í kappingini. Teir vunnu við einum máli á H71, og mikukvøldið vinna teir málríkan dyst á Team Klaksvík. Eg fekk fatur í Ára Rouch eftir dystin og spurdi hann, hví neistamenn veruliga bíta frá sær júst nú og síggja út at skjóta fleiri mál enn í fyrstu dysturnum.
Ári sigur: – Vit byrjaðu kappingarárið varnir, tí vit høvdu nýtt lið, og vit vistu ikki, hvar vit flutu. Fyrst løgdu vit okkum eftir góðum verjuspæli og drógu mangan ferðina úr álopsspælinum. Læs resten
Eftir stóru sorgina eri eg komin víðari í lívinum
Tá ið tú sært Marjuna Falkvard Danberg spæla hondbólt, sveima tankarnir um mammu hennara, Ingu Falkvard Danberg, sum spældi við Neistanum. Hon doyði av sjúku í 2002. Tá var Marjun ellivu ára gomul. Marjun og Inga minna heilt nógv um hvørja aðra á vøllinum, og serliga eykennið er, at Marjun eins og mamman vil so nógv á vøllinum, at sálarliga støðan mangan er teirra størsta mótstøða. Marjun er nógv broytt seinastu tvey árini á vøllinum, hon er meira rólig, meira búgvin, og fær tí nógv meira burturúr í spælinum. Eg havi hitt Marjuna, og hon sigur millum annað: “Nú eri eg komin víðari í lívinum eftir stóru sorgina”. Læs resten
Meiningahornið – Skeivt at leggja saman Útvarpið og Sjónvarpið júst tá

Heimaarbeiðið skuldi verið gjørt fyrst, áðrenn Ùtvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman. (Mynd Vagnur)
Tá ið stig vórðu tikin at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman, skrivaði eg grein um tað sama. Ikki helt eg, at rætt var at leggja stovnarnar saman júst tá til tess at spara eina stjóraløn, tí royndir vísa aðrastaðni, at tú sparir ikki pening at leggja saman. Hevði nýggjur bygningur verið bygdur, sum kundi hýsa báðum stovnunum, so var støðan kanska ein onnur. Nú siglir Kringvarp Føroya í tungum fíggjarligum sjógvi, har Sjónvarpið hevur tikið vælrikna Útvarpið við sær niður í fíggjarliga dýpið. Læs resten
Eg eri ótrúliga fegin at hava fingið arbeiði aftur
Ikki er stuttligt at gerast arbeiðsleysur, hetta mátti 57 ára gamli Jóhann Davidsen úr Æðuvík sanna fyri tveimum árum síðani. Hann arbeiddi í tjúgu ár hjá Hellisdal, sum savnaði inn rusksekkir í Havn, men virksemið fór til fyritøku í Kvívík fyri tveimum árum síðani. “Dagurin gerst so langur, tá ið tú einki hevur at takast við”, sigur Jóhann.
Nógvar eru býarmyndirnar, og ein teirra er Jóhann Davidsen, hesin fyrikomandi og blíði maðurin, sum sæst í havnargøtum hvønn dag. Kom at kenna hann, tá ið hann savnaði inn rusksekkir í grannalagnum. Hetta arbeiði hevði hann í tjúgu ár, men so knappliga misti hann arbeiði, og torført er at fáa arbeiði aftur hjá 57 ára gomlum arbeiðsmanni. Læs resten
Jan Ottosen er givin at venja kvinnuliðið VÍF/Tjaldur
Eg hoyrdi seinnapartin í dag, at Jan Ottesen er givin at venja kvinnuliðið VÍF/Tjaldur, tí venjararnir Zoran og Jan eru ósamdir um ymist í venjingini. Gjørdi skjótt av og ringdi til Jan og spurdi hann, um hetta eru sonn tíðini. Jan var fáorðaður, men segði soleiðis. – Tað er rætt, sum tú sigur, at eg eri givin at venja samansetta kvinnuliðið. Zoran, sum vandi kvinnurnar hjá Tjaldri seinasta kappingarár, og eg eru so ósamdir um nógv í spælinum og venjingini, at feløgini hava gjørt av, at Zoran venur kvinnurnar einsamallur. Eg venji framhaldandi menninar hjá VÍF, sigur Jan.
Tað hevur annars gingið væl hjá VÍF/Tjaldur, sum hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar. Men tað kemur ikki óvart á meg, at okkurt fór at henda við samansetta liðnum, tí tað er lættari sagt enn gjørt at fáa slík lið at rigga, tí talan er um tvey feløg, tvær hallir, tvær manningar og tveir venjarar, sum skulu samarbeiða um felags kós. Eingin ivi er um, at Jan hevur givið spennandi íkast til føroyskan hondbólt, og tað gongur væl hjá mansliðnum hjá VÍF. (Vagnur)
Neistin-H71 28-27(14-11) Neistasensatión StÍF-VÍF 23-30(12-13) Eli Müller var í essinum
Neistafólk vóru samd um eftir dystin, sum Neistin vann á H71, at hetta var besti hondbóltsdystur, tey høvdu sæð í nógv ár, sjálvt um neistamenn hava vunnið nógv seinnu árini. Tað var serliga mátin, hvussu Neistin vann dystin. Eirikur Magnussein sá dystin, og hann var ovfarin, og hann var ikki komin niður á jørðina aftur eftir frálíka dystin, tá ið eg hevði hann í telefonini. – Eg havi ongantíð sæð neistamenn stríðst so nógv fyri einum sigri, sum neistamenn gjørdu í dag. Eitt dygdaravrik av øllum monnum. Menn stríddust allan dystin bæði í verju og í álopi, so spældi ungi Teitur Magnusson sin lívsdyst, sigur Eirikur, sum var vanligur áskoðari í høllini og er so glaður neistaspælaranna vegna. Læs resten
Neistin-Stjørnan 27-22(13-6) Dysturin byrjaði við steðgi í eitt korter StÍF-VÍF/Tjaldur 21-28(13-13) StÍF steðgaði upp í seinna hálvleiki

Stjørnan spældi frálíkan seinna hálvleik og var bara tvey mál frá Neistanum tveir minuttir fyri dystarbrígsl,
Kvinnudysturin millum Neistan og Stjørnuna fekk keðiliga byrjan, tí eftir fimm minuttir spæl bleiv stjørnuleikari skaddur, og sjúkrabilur kom eftir spælaranum. Steðgur var í dystinum eitt korter, og spælarar vóru eitt sindur ørkymlaðir av hendingini. Kanska tí bleiv dysturin fyri Neistans viðkomandi í hvørfall ikki ein av teimum góðu dystunum, sigur neistavenjarin Kári Horn. Og sjálvt um Neistin fyrst í seinna hálvleiki var á odda 14-7, so kom feril av skjálta á neistakvinnur ímóti dystarenda, tí Stjørnan kom nærri og til støðuna 24-22 til Neistan. Stjørnan spældi frálíkan seinna hálvleik, men vit spældu kanska tann vánaligasta hálvleikin higartil í kappingini við stressaðum spæli, sigur Kári úr høllini á Hálsi. Dystargongdin var henda: Læs resten
Kyndil-KÍF 21-26(11-13) KÍF málverjin og verjan vunnu dystin
Seinnapartin spældu mansliðini hjá Kyndli og KÍF, og her sóu fólk veruligan mannfólkadyst, tí dysturin varð hart spældur. Eg hitti KÍF venjaran Jacob Jónsson eftir dystin og spurdi hann, hví júst KÍF vann dystin. – Vit fingu ikki álopsspælið at rigga nóg væl í dag og serliga eftir, at Ási Dam fekk reytt kort. Eingin ivi er um, at KÍF málverjin og KÍF verjan vunnu okkum dystin í dag. Málverjin Emil Dam stendur væl mest sum allan dystin, og verjan er ótrúliga góð í 35 minuttir, tá ið vit fara frá kyndilsmonnum. Okkum dámar væl at spæla skjótan hondbólt, og hetta gjørdu vit eisini í dag, sigur Jacob Jónsson í stuttari viðmerking. Dystargongdin var henda: Læs resten
Kyndil-VB 23-21(12-8) Málverjarnir vóru bestu spælararnir

VB kvinnur 17. november 2012: St.f.v: Marijana Trbojevic, Gurið Mortensen, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, Bára Krosslá Mortensen, Una Nolsøe, Tamara Radic, og Damir Oros, venjari, Fremst frá vinstru: Rúna Midjord Jacobsen, Rannvá Johannesen, Guðrun í Lágabø, Beinta Ludvig Gudmundsson, Bjarta Hergarsdóttir og Andrea Nielsen. (Mynd Vagnur)
Kvinnuliðini hjá Kyndli og VB spældu seinnapartin í Havn, og eins og í dystinum millum liðini í Vági, gjørdist hetta ein javnur dystur í millum bilum, hóast Kyndil var á odda í hálvleikinum og einaferð í seinna hálvleiki var á odda 17-11. Eg havi sjáldan sæð ein so illa spældan dyst í fyrra hálvleiki við so nógvum villum og brendum málmøguleikan, sum eg sá seinnapartin. Javnleikur til liðini á hesum økinum. Eg segði við síðumann í fyrra hálvleiki, at føroyskur kvinnurhondbóltur var betri í 70-árunum, enn tað eg sá í dag, og síðumaðurin var samdur við mær. Tað er serliga hetta, tá ið spælarar eru púra fríir við málverjanum. Spælarar hyggja ikki upp, teir bíða ikki, og teir skjóta oftast uppi i málinum, sjálvt um málverjarnir leypa upp í krossfisk. Læs resten






