Nú treingist veruliga í Gundadali (e)

Nógv tann vakrasti bygningurin í Gundadali er svimjihøllin. (Mynd Vagnur)

Endiliga kemur dagurin, at ungdómurin sleppur á Tórsvøll at spæla fótbólt. Tórsvøllur hevur verið afturlatið land í alt ov nógv ár, men nú taka teir grasið av vøllinum og leggja á graslíki. Vøllurin kann nú brúkast allar dagar í árini, og fótbóltsfeløgini í kommununi fáa ein tiltrongdan vøll aftrat. Arbeiðið er bara fyrsta stigi í størri ætlan at gera brúkbart stadion í Gundadali við millum annað altjóða peningastuðli. Vit kunnu øll vera samd um, at núverandi Tórsvøllur er ikki nakað prýði í høvuðsstaðnum, og vøllurin hevur ongantíð verið áskoðaravinaligur við ongum taki. Longri uppi er ætlanin at gera 50 metrar altjóða svimjihyl. Nú fer veruliga at treingjast í Gundadali. Læs resten

VÍF-Team Klaksvík 34-19(18-11) TK helt tørn fyrsta korterið

Magnus Müller, Agnar Joensen og VÍF eru í løtuni á FM-finalukós.

Tá ið eg ringdi til vestmenning og spurdi, hvat hann helt um liðið hjá Team Klaksvík, so svaraði hann stutt: – Nógvir góðir spælarar eru á liðnum hjá Team Klaksvík, men tað sýnist, sum spælararnir ikki eru í nóg góðari venjing, og tí megna teir ikki at spæla allan dystin við sama anda og íðni sum fyrsta korterið. VÍF vann tí tryggan sigur. Læs resten

VB-Neistin 20-22(8-10) Neistin trupulleikar í Vági – Stjørnan-StÍF 33-25(18-11) Tær ungu vístu vegin

Barbara Brauer skeyt átta mál og Ása Dam á Neystabø fýra mál í Vági.

Úr Vági verður sagt, at VB-kvinnur spældu besta dystin higartil í kappingini, og hevði Neistin ikki Barbaru, serliga tá ið neistakvinnur stillaðu upp til tríggjar metur kast, so tapti Neistin dystin. Eg hitti fyrst Gurið Mortensen, sum tekur undir við, at VB spældi frálíkan dyst, og dysturin ímóti endanum kundi farið báðar vegir. – Í dag spældu vit góðan hondbólt og ein frálíkan dyst, hetta var ikki at sammeta við dystin, vit spældu ímóti Stjørnuni fyri viku síðani. Vit royndu at mansverja Barbaru, men so royndi Neistin at fáa tríggjarmetur kast, og á henda hátt fekk Barbara nøkur mál. Vit kunnu vera nøgd við avrikið í dag, sigur Gurið Mortensen. Liðleiðarin hjá Neistanum Eirikur Magnussen sigur soleiðis. Læs resten

H71-StÍF 22-20(9-12) H71 er framvegis við um finalupláss

Bogi G. Davidsen og Bogdan Florea úr H71 og Ári J. Olsen úr StÍF.

Eftir mansdystin millum H71 og StÍF ringdi eg til Hoyvíkar at fáa nakrar viðmerkingar frá dystinum. Og viðmerkingarnir vóru ikki av teimum bestu sjálvt frá einum hoyvíkingi, tí H71 spældi ein ússaligan fyrra hálvleik, har bara níggju mál vórðu skotin, og verjan ikki nóg góð. H71 vann dystin, tí tað eydnaðist liðnum í seinna hálvleiki at tetta verjuna við meira ágangandi verjuspæli, álopsspælið bleiv betri, og tí kom liðið framum miðskeiðis í seinna hálvleiki. Læs resten

Hugaligt og klárt at hyggja út í tún í morgun

Klokkan er ellivu, og sólin skínur so fagurliga, men hon fer skjótt handan sýnuna. (Mynd Vagnur)

Í morgun er hósdagur 29. november. Tá ið fólk fara oman við hjá okkum um morgunin til arbeiðis ella í skúla, sært tú á gongulagnum á fólki, hvussu veðrið er. Veðurlagið ávirkar føroyingin, men vit gloyma skjótt vánaliga veðrið, sum kann herja oyggjarnar hesa ársins tið, men heldur gleðast um góðu løturnar, sum vit upplíva júst í morgun. Vit hava havt frálíkt heyst higartil, og nú nærkast myrkasti mánaður á vetrinum. Fyri tveimum árum síðani var eg eftir einum abbasoni í barnagarðinum við kirkjugarðin, og har segði pedagogur mær, at børnini vóru meira sjúk, tá ið vit høvdu slavið veðurlag við mjørka, disi og regni. Bakteriurnar høvdu góðar dagar í hesum veðri, men tær liggja í dvala, tá ið kalt er í veðrinum. Eingin ivi um, at nakað er um tað. Læs resten

Frílíkt, at róðrarfeløgini ikki vilja broyta barnaróðurin

 

Barnamanningar á vestanstevnu í Miðvági í 2008.

Á seinasta aðalfundi hjá Róðrarsambandinum vóru nakrar broytingar samtyktar, sum koma at broyta FM-róðrarnar nógv í 2013. Millum annað skulu bátar ikki rógva 1500 metrar, tað vil siga, at 6-mannafør við monnum rógva 1000 metrar, og 8-mannafør við monnum rógva 2000 metrar, har tað ber til. Eisini varð samtykt, at barnamanningar, sum hava róð 500 metrar, í 2013 skulu rógva 1000 metrar, men tí betur hava róðrarfeløgini á eftirmetingarfund gjørt av, at skeivt er broyta teinin hjá børnunum, tí so fara fleiri ung at halda seg aftur. Niðanfyri skriv er nú sent fjølmiðlunum um barnaróðurin.  Læs resten

Teir arbeiða í Noregi og spæla hondbólt við Kyndli

Julian Jónsson Johansen og Hans Áki Dal Christiansen. (Mynd Vagnur)

Nógvir føroyskir handverkarar arbeiða í Noregi. Teir eru í Noregi í tvær vikur, har teir arbeiða allar dagar í viku, og so hava teir frí í tvær vikur ella tríggjar vikur. Teir arbeiða um dagin ella um náttina, og um náttina er meira peningur at forvinna. Kyndilsspælararnir Hans Áki Dal Christiansen og Julian Jónsson Johansen arbeiða í Noregi í tvær vikur og hava frí í triggjar vikur.

Tá ið teir eru heima, spæla teir hondbólt við Kyndli. Men hvussu fáa teir at hanga saman at vera burturi frá Kyndilsliðnum í tvær vikur, og so sleppa aftur á liðið. Kunnu teir venja í Noregi? Læs resten

KÍF-H71 29-21(15-6) H71 gjørdi ein vørr í seinna hálvleiki StÍF-Kyndil 22-22(7-12) StÍF javnaði í seinasta minutti

KÍF verður óivað annað liðið í FM-finalunum.

Eitt H71 lið uttan Bogdan Florea ímóti vælhýrdum KÍF liði hevði lítið at bjóða í fyrra hálvleiki, har KÍF var klárt betri liðið. Úr Kollafirði verður sagt, at eingin H71 spælari var at skjóta langskot, tí fekk H71 bara seks mál í fyrra hálvleiki. Tó so einaferð fyrst í seinna hálvleiki ressaðist H71 við við skjótum og góðum spæli, og knappliga var støðan 16-14 til KÍF. Men so tók KÍF seg saman aftur og tók leiðsluna í dystinum í tryggum sigri. Ein hoyvíkingur segði mær í seinastu viku, at nú má Esbern Patursson koma heima at skriva uppgávu, annars koma Føroyameistaranir ikki í FM-finalurinar. Nakað kann vera um tað, men ikki er enn ov seint. Læs resten

VB-Stjørnan 18-23(11-9) Stjørnan gjørdi kvetti í Vági StÍF-Kyndil 20-24(10-12) Kyndil er á finalukós

Ema Beznovis hjá Stjørnuni gerst bara betri og betri (Mynd Álvur)

Tað má vera bragd av Stjørnuni at vinna í Vági, tí sjey stjørnuspælarar spældu ikki torføra útidystin. Stjørnan spældi við seks teimum somu spælarum allan dystin. Eg fekk stutt prát við fegna venjaran Svein Rógva Nielsen og spurdi hann, hvussu Stjørnan kundi vinna í Vági við so skerdum liði: – Málverjin Elisabeth Bergvin og verjan serliga i seinna hálvleiki vunnu okkum dystin og harvið týdningarmiklu stigini. Vit brendu nógv í fyrra hálvleiki, og tí fekk VB nógv skjótálop, sum góvu mál, men í seinna hálveleiki, fingu vit steðga hesum. Læs resten

Vangamyndin – Kristian Johansen dømdi 99 altjóða dystir

Kristian Johansen hevur í nógv ár verið formaður í Hondbóltssambandinum. (Mynd Vagnur)

Hondbóltssamband Føroya er stovnað í 1980, men HSF formaðurin Kristian Johansen kom longu í 1977 at virka í hondbóltsdeildini í ÍSF, sum tað æt tá. Hann byrjaði at spæla hondbólt í Neistanum sum ungur drongur í 1968, og longu sum seytjan ára gamal dømdi hann í bestu deildunum. Kristian Johansen og Hjalmar Petersen vóru altjóða A-dómarar í nógv ár. Nú er Kristian altjóða dómaraeygleiðari, og frá 2006 hevur hann verið formaður í Hondbóltssambandinum.  Læs resten