Tá ið eg ringdi til vestmenning og spurdi, hvat hann helt um liðið hjá Team Klaksvík, so svaraði hann stutt: – Nógvir góðir spælarar eru á liðnum hjá Team Klaksvík, men tað sýnist, sum spælararnir ikki eru í nóg góðari venjing, og tí megna teir ikki at spæla allan dystin við sama anda og íðni sum fyrsta korterið. VÍF vann tí tryggan sigur.
Og hyggur tú í dómaraseðilin, so eru hetta røttu orðini. Team Klaksvík helt skansan fyrsta korterið. Javnt gekk á fyrstu minuttirnar, tí javnleikur 4-4 eftir sjey minuttir, og tá ið fimtan minuttir vóru spældir, var VÍF á odda 10-7, og Team Klaksvík heldur tørn.
Men so steðgaði upp hjá Team Klaksvík, og VÍF streyk av stað. Tjúgu minuttir spældir 13-7, 25 minuttir spældir 16-7, og VÍF fer til hálvleiks við 18-11 leiðslu.
Í seinna hálvleiki fær Team Klaksvík góða byrjan og eftir sjey minuttir er 20-16 til VÍF, men so steðgar aftur upp hjá Team Klaksvík, tí í ellivu minuttir fær liðið einki mál, og VÍF er á odda 31-17, tá ið 25 minuttir eru spældir av seinna hálvleiki. VÍF vinnur dystin 34-19. Tað eru framvegis Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Beinur Heðinsson hjá Team Klaksvík, sum skjóta flestu málini. Hjá VÍF eru nógvir um boðið heilir tólv spælarar.
Eingin ivi eru um, at VÍF í løtuni er á FM-finalukós, men jólasteðgurin hevur broytt mangt liðið, og vit minnast frá í fjør, tá ið H71 veruliga kom fyri seg eftir nýggjár og endaði at vinna FM-heitið. Enn er long tíð og nógvir dystir til mars mánað næsta ár. (Vagnur)
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 8, Rasmus Junker 7, Magnus Müller 4, Sjúrður Nielsen 3, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Joen P. Høgnesen 1, Magnus á Rógvi 1, Regin Joensen 1, Jákup A. Joensen 1, Høgni Høgnesen 1 og Gabriel Adetrei 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Beinur Heðinsson 6, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 5, Andrias Ellingsgaard 3, Dánjal Kjærbo 2, Kristoffur Jakobsen 1, Fríðin Ziskason 1 og Heri Johnsson 1
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | KÍF | 9 | 267 | 204 | 63 | 15 |
| 2 | VÍF | 9 | 253 | 207 | 46 | 14 |
| 3 | H71 | 10 | 269 | 253 | 16 | 12 |
| 4 | StÍF | 10 | 257 | 235 | 22 | 9 |
| 5 | Kyndil | 9 | 229 | 226 | 3 | 8 |
| 6 | Neistin | 8 | 194 | 205 | -11 | 6 |
| 7 | Team Klaksvík | 9 | 165 | 304 | -139 | 0 |
