VB-Neistin 20-22(8-10) Neistin trupulleikar í Vági – Stjørnan-StÍF 33-25(18-11) Tær ungu vístu vegin

Barbara Brauer skeyt átta mál og Ása Dam á Neystabø fýra mál í Vági.

Úr Vági verður sagt, at VB-kvinnur spældu besta dystin higartil í kappingini, og hevði Neistin ikki Barbaru, serliga tá ið neistakvinnur stillaðu upp til tríggjar metur kast, so tapti Neistin dystin. Eg hitti fyrst Gurið Mortensen, sum tekur undir við, at VB spældi frálíkan dyst, og dysturin ímóti endanum kundi farið báðar vegir. – Í dag spældu vit góðan hondbólt og ein frálíkan dyst, hetta var ikki at sammeta við dystin, vit spældu ímóti Stjørnuni fyri viku síðani. Vit royndu at mansverja Barbaru, men so royndi Neistin at fáa tríggjarmetur kast, og á henda hátt fekk Barbara nøkur mál. Vit kunnu vera nøgd við avrikið í dag, sigur Gurið Mortensen. Liðleiðarin hjá Neistanum Eirikur Magnussen sigur soleiðis.

– Í løtum var vandi á ferð eingin ivi um tað, tí neistakvinnur spældu ikki væl, og nógvir málmøguleikar vórðu misbrúktur. Eg haldi, at VB-kvinnur spældu ein frálíkan dystin, men tað var tó vit, sum fóru við sigrinum, har ógvuliga tætt var í endanum í dystinum, sigur Eirikur. Dystargongdin var henda:

Javnt gekk á fyrst í dystinum, tí eftir tólv minuttir var javnleikur 4-4. Tjúgu minuttir spældir og framvegis javnleikur nú 6-6. Neistin kemur á odda næstu minuttirnar fyrst 8-6 og kann fara til hálvleiks við 10-8 leiðslu.

Fyrst í seinna hálvleiki dregur Neistin frá, tí eftir seks minuttir er Neistin á odda 16-12. Átjan minuttir spældir og Neistin á odda 19-15, men VB kemur væl við í endanum í dystinum, tí tveir minuttir fyri leiklok er VB aftanfyri bara við einum máli, 20-21 og alt kann henda. Men tað var Neistin, sum fekk mál í seinasta minutti og vann dystin 22-20. (Vagnur)

Málskjúttar VB: Gurið Mortensen 4, Marijana Trbojevic 4, Helga Eyðunardóttr 3, Tamara Radic 3, Rannavá Johannessen 2, Christina Holm 2 og Laila Jespersen 2

Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 8, Ása Dam á Neystabø 4, Jacklin Durhuus 4, Bára Hansen 3, Nicoleta R. Hansen 2 og  Marjun Danberg 1

Dómarar: Arnar Dam og Tummas Juul Thomsen

Stjørnan-StÍF 33-25(18-11) Tær ungu vístu vegin

Tað var ein fegin formaður í Stjørnuni Kristoffur Ragnarsson, sum eg tosaði við eftir dystin. Formaðurin var serliga væl nøgdir, tí tær ungu stjørnuspælararnir spældu so væl ímóti StÍF. Ella Petersen, sum vit vita er frálíkur ungur spælari, skeyt ikki færri enn tólv mál. Frálíkt, at Annika Ljósstein er komin aftur á vøllin eftir skaðan, hon fekk ímóti Neistanum í Havn, men har var eingin Alina Anghel, tí hon er farin heim í jólafrí. Og Simona Petersen er framvegis skadd, sigur Kristoffur.

Ella Petersen, Stjørnan, er ein knassi og skeyt tólv mál. (Mynd Álvur)

Hjá StÌF skjýtur Rebekka Justinussein síni vanligu tíggju málini, og hetta er bara ótrúligt, men tað er tó, sum StÍF vantar eitt sindur aftrat til tess at fáa fatur í hinum liðunum. Tíverri havi eg ikki enn sæð StÍF spælt, men tað kann tykjast løgið, at Stjørnan fær heili 33 mál í dag, tí har vanta fleiri spælarar. OK. StÍF fær 25 mál, og vit nærkast samanlagt 60 málum. Verjuspæl? Dystargongdin var henda:

StÍF fylgir væl við fyrsta korterið í dystinum, tí tá er støðan 8-6 til Stjørnuna. Liðini fylgjast næstu minuttirnar, tí eftir tjúgu minuttir spæl er Stjørnan á odda 9-8. Men so øtast tú eitt sindur, tí StÍF missir tráðin seinast í hálvleikinum, har Stjørnan vinnur seinastu minuttirnar 8-2. Hálvleikstøðan 18-11 til Stjørnuna.

Fyrsta korterið í seinna hálvleiki er munurin hin sami, tí eftir fimtan minuttir, er Stjørnan á odda 26-18. StÍF endar seinna hálvleik hampuliga væl, tí at vera aftan fyri 30-20 endar dysturin 33-25 til Stjørnuna. Eingin ivi um, at Stjørnan er við í kappingini um seinna plássið í FM-finalunum. (Vagnur)

Málskjúttar Stjørnan: Ella Petersen 12, Una Olsen 6, Lovisa Lassen 5, Durita Mikkelsen 3, Annika Ljósstein 3, Erna Bezanovic 2 og Mina Sirdal 2

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 10, Oddrún Danielsen 6, Fríðrún Danielsen 4, Irena Dam 2, Paula Høgensen 2 og Lena Weihe 1

Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 8 251 186 65 16
2 Kyndil 8 179 193 -14 9
3 VÍF/Tjaldur 6 154 145 9 6
4 Stjørnan 8 178 191 -13 6
5 VB 8 182 197 -15 5
6 StÍF 6 142 174 -32 2

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *