Frílíkt, at róðrarfeløgini ikki vilja broyta barnaróðurin

 

Barnamanningar á vestanstevnu í Miðvági í 2008.

Á seinasta aðalfundi hjá Róðrarsambandinum vóru nakrar broytingar samtyktar, sum koma at broyta FM-róðrarnar nógv í 2013. Millum annað skulu bátar ikki rógva 1500 metrar, tað vil siga, at 6-mannafør við monnum rógva 1000 metrar, og 8-mannafør við monnum rógva 2000 metrar, har tað ber til. Eisini varð samtykt, at barnamanningar, sum hava róð 500 metrar, í 2013 skulu rógva 1000 metrar, men tí betur hava róðrarfeløgini á eftirmetingarfund gjørt av, at skeivt er broyta teinin hjá børnunum, tí so fara fleiri ung at halda seg aftur. Niðanfyri skriv er nú sent fjølmiðlunum um barnaróðurin. 

Á nevndarfundi í Róðrarsambandi Føroya er samtykt, at uppskot verður lagt fram á aðalfundi í 2013, at teinurin hjá barnaróðri verður broyttur aftur til 500 m. Og hetta verður sett til at koma í gildi í 2013.

Hetta verður sett fram á aðalfundi, av tí tað var breið semja á eftirmetingarfundi hjá Róðrarsambandi Føroya í september, at 1000 m er ov langt. Mett var, at hugurin hjá ungu rógvarunum verður verri, tí tað verður ov strævið at rógva so langt.

Við róðrarkvøðu

Nevndin hjá Róðrarsambandi Føroya.

Í grein í heyst førdi eg fram, at aldursmunurin á barnamanningum er stórur. Og sum vit síggja á myndini omanfyri, er stórur munur á bátunum, tá ið teir fara um málið. Vit skulu hugsa um, at tólv ára gomul børn rógva ímóti næstan fimtan ára gomlum unglingum. Nøkur av teimum eru fyrsta árið í bátinum, onnur rógva kanska á triðja ári. Rógva barnamanningar 1000 metrar, so gerst munurin millum bátarnar meira enn dupult so stórur, sum vit síggja á myndini. Frálíkt og gott fyri barnamanningarnar, at tær eisini í 2013 rógva 500 metrar.

Sjálvur haldi eg, at tað var eitt afturstig, tá barnamanningar eisini skuldu rógva FM-róðrar, tí tað var ongantíð ætlanin. Eg eri vísir í, at henda broyting gjørdi, at barnamanningarnar eru fækkaðar. Upprunaliga ætlanin við barnaróðurin var, at tey ungu skuldu fáa góða uppliving á stevnunum, og ikki var neyðugt, at tey róðu hvørja stevnu. Summi børn máttu kanska uttanlands við foreldrum ella øðrum ítróttagreinum. Barnaróðurin gerst ov bundin, tá ið kappast skal um FM-heitið.

Børn, sum rógva barnaróður, skulu vera fylt tólv ár í róðrarárinum, og mugu ikki fylla fimtan ár í róðrarárinum. Tað vil siga, at talan eru um tríggjar aldursbólkar, sum kappast hvør ímóti øðrum. Soleiðis er ikki tildømis í fótbólti og hondbólti, tí har ert tú tvey ár í hvørjum aldursbólki. Og eitt ár er nógv í teimum yngru aldursbólkunum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *