Vangamyndin – Kristian Johansen dømdi 99 altjóða dystir

Kristian Johansen hevur í nógv ár verið formaður í Hondbóltssambandinum. (Mynd Vagnur)

Hondbóltssamband Føroya er stovnað í 1980, men HSF formaðurin Kristian Johansen kom longu í 1977 at virka í hondbóltsdeildini í ÍSF, sum tað æt tá. Hann byrjaði at spæla hondbólt í Neistanum sum ungur drongur í 1968, og longu sum seytjan ára gamal dømdi hann í bestu deildunum. Kristian Johansen og Hjalmar Petersen vóru altjóða A-dómarar í nógv ár. Nú er Kristian altjóða dómaraeygleiðari, og frá 2006 hevur hann verið formaður í Hondbóltssambandinum. 

53 ára gamli Kristian Johansen er kent andlit í føroyskum hondbólti, og hann hevur við nógvu altjóða royndunum sett sítt fingramerki á føroyskan hondbólt. Kristian er giftur Hildigarð Patursson, og tey eiga børnini 19 ára gamla Øssur, sum áður spældi hondbólt í Neistanum og 16 ára gomlu Hjørdis, sum er fimleikari og spælir fótbólt í B36. Foreldrini hjá Kristiani eru Hans Johansen av Argjum og Vilhelmina Johansen úr Haldarsvík. Kristian og tey búgva Inni í Vika á Argjum. Fyrst spyrja vit Kristian, hvussu hann kom at spæla hondbólt í Neistanum?

– Í Arga skúla kundi tú bara ganga til og við 5. flokk, so leiðin gekk til Havnar í 6. flokk.  Kom at ganga í Venjingarskúlanum, men flokkur okkara helt til í Brúnaskúla við Landavegin. Har gekk eg í flokki saman við Mortan Mørk og Leivi Michelsen, sum bóðu meg koma at spæla hondbólt í Neistanum. Spældi eisini fótbólt við piltunum hjá B36. Hetta var í 1968. Í flokkinum gekk eisini Hjalmar Petersen, sum gjørdist málverji okkara. Umframt at spæla hondbólt, gjørdust vit vinmenn fyri lívið.

– Hæddarpunktið var óivað, tá ið vit í 1973 vunnu FM-heitið. Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen spældi eisini tá við okkara liði. Ja, so vunnu vit eisini steypakappingar á hondbóltsleiðini. Spældi bara tveir dystir á besta liðnum hjá Neistanum, tí eg var linjuspælari, og um tað mundið vóru nógvir góðir linjuspælarar, millum annað Echardt Persson. Í nógv ár spældu vit vinmenn í 2. deild og høvdu tað ógvuliga stuttligt.

– Ein dagin í 1973, tá ið fari varð til venjing  í høllini á Hálsi, skuldi eisini vera skeið fyri dómarum. Hans Mortensen rópti og bað meg koma á dómaraskeiðið. So var gjørt, og tá ið avtornaði, vóru tað bara Torbjørn Mikkelsen, sáli og eg, sum høvdu allar spurningarnar rættar í próvtøkuni. Soleiðis byrja mítt langa dómaravirksemi. Kom næstu árini at døma dystir í bestu deildini millum annað saman við Hansi Mortensen og Egga Jensen. Serliga minnist eg landsdyst í Klaksvík millum Føroyar og Grønland, sum bleiv dømdur saman við Egga.

Kristian og Hjalmar gerast altjóða dómarar

– Í 1980 varð stovnað Hondbóltssamband Føroya, og tá broyttist mangt eisini á altjóða mótinum. Og við tíðini bleiv føroyskur hondbóltur enn størri partur av altjóða hondbóltsfamiljuni. Fyrst í 80 árunum blivu Hjalmar Petersen og Kristian dómarapar, og um hetta mundið var Petur Elias Petersen formaður í dómaranevndini í HSF. Hann legði áherðslu á, at føroyskir dómarar komu út um landoddarnar at døma.

– 1986 dømdu Hjalmar og eg fyrstu altjóða dystirnar, hetta var í norðurlendskari meistarakappingini fyri kvinnuunglingar, sum fór fram í Danmark. Millum annað spældi Anja Andersen á donska landsliðnum. Ì 1987 dømdu vit so aftur unglingar í Ìslandi, og í 1988 dømdu vit í Partille cup í Svøríki, har vit á fyrsta sinni dømdu A-landslið.

–        Í 1989 hendi so tað, at vit verða innstillaðir at gerast altjóða A-dómarar. Danmark hevði um tað mundið tvey altjóða dómarapør, danin Halvor Jensen, sum hevði hildið dómaraskeið í Føroyum, arbeiddi miðvíst fyri, at Føroyar eisini skuldi hava eitt A-dómarapar. Og tað blivu so vit báðir.

– Hjalmar og eg vóru A-dómarar til 1989 til 2002, tá gavst Hjalmar. Hann fekk nýtt starv, sum hevði við sær nógva ferðing uttanlands. Eg kom so í fimm ár at døma saman við danska dómaranum Peter Lotentzen, og dømdu vit saman, til eg fall fyri aldursmarkinum sum aljtóða dómari. Havi síðan útbúgvið meg sum aljtóða dómaraeygleiðara. Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen umboða nú Føroyar á altjóða dómarapallinum, sigur Kristian. Men hvat var so eitt av hættarpunktunum í aljtóða dømingini?

–Í sambandi við at Íslendska Hondbóltssambandið fylti 30 ár vórðu boð eftir Hjalmari og mær at døma tveir manslandsdystir millum Ísland og Danmark. Fyrsti dysturin, sum endaði við sigri til Danmark við einum máli, varð spældur á Neskaupstaði, og seinni dysturin spældur í fullsettari Laugardalshøll í Reykjavík við 4000 áskoðarum. Dysturin endaði við javnleiki. Hetta var stór uppliving fyri okkum.

Fólk sluppu inn ókeypis, og dysturin varð sendur beinleiðis í sjónvarpi.

Kristian gerst formaður í Hondbóltssambandinum

– Eg var, sum áður sagt, í hondbóltsdeildini í ÍSF, men tá ið vit fingu sersambandið í 1980, kom eg at virka í HSF frá degi eitt og til dagin í dag. Tó vóru nøkur ár í 80 árunum, har eg ikki var beinleiðis í nevnd. Eg kom í starvsnevndina í HSF í 2005 og gjørdist formaður í 2006. Tú spyrt meg, hvat hevur verið drívmegin øll árini, og hví man heldur á so leingi?

– Í 1986 var støðan, at tað vantaðu fólk at taka við leiðsluni í HSF. Og vit í Neistanum hildu, at sjálvandi skuldu neistafólk eisini geva sítt íkast til Hondbóltssambandið, tí var eg skotin upp at fara í dómaranevndina.

– Orsøkin, at farið var í starvsnevndina í HSF í 2005, er ógvuliga einføld. Helt, at nú hevði eg fingið so nógvar royndir sum altjóða dómari, at eg vildi geva mínar royndir og vitan víðari til føroyska hondbólt. HSF hevði givið mær álit at umboða Føroyar sum aljtóða dómari, nú skuldi hetta koma føroyskum hondbólti til góðar.

– Tú kemur at kenna ótrúliga nógv fólk uttanlands, sum hava fingurin á pulsinum í altjóða hondbólti, og hetta kann hjálpa okkum føroyingum fram á leið. Vit eru lítil tjóð í altjóða høpi, men vit hava eina atkvøðu eins og stóru tjóðirnar. Eftirspurningur er eftir okkara atkvøðu, og tá ið vit geva okkara atkvøðu, so rokna vit sjálvandi við, at føroyskur hondbóltur fær nakað aftur fyri. Annars kann eg siga, at smátjóðirnar Holland, Luxemburgh, Ongland, Skotland, Írland og baltisku londini standa væl saman, sigur Kristian.

At enda spyrja vit HSF formannin, hvussu hann sær fyri sær føroyskan hondbólt um tíggju ár? – Eri sera fegin um, at vit nú hava ymsu ungdómslandsliðini, og at vit longu nú, við at hyggja at bestu liðunum, heysta fruktirnar av landsliðsarbeiðinum. Skal nevnast nakað negativt, so harmar tað meg, at politikkarar ikki síggja, hvussu nógv fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt kring landið. Hundraðtals leiðarar kring landið syrgja fyri, at ungdómar íðka ítrótt ístaðin fyri at vála úti á gøtunum. Haldi ikki, at okkara politikkarar virða hetta nóg mikið. Ella vilja teir bara ikki síggja hetta, sigur Kristian at enda.

Tá ið eg spyrji HSF formannin, hvussu leingi hann ætlar at sita í formanssessinum, smílist hann. Hvør skal siga, her er einki svar. Tú fekst heldur einki svar uttan tað, at hann í løtuni hevur ótrúliga góða manning aftrat sær í Hondbóltssambandinum (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply