Tá ið eg mikumorgunin spákaði á vestaru bryggju í Havn, rann mær í hugs nógvu orðini, sum vóru at hoyra í valstríðnum undan býráðsvalinum. Fólk úr fleiri flokkum yngstu meira vinnuligt virksemi í Havn, tí vestara bryggja er summar dagar stein deyð. Mikumorgunin var tó virksemi á bryggjuni, tí trolarin Enniberg lossaði flak at flyta av landinum, partrolararnir Japis og Ametyst og línuskipið Sandshavið landaðu til landingarmiðstøðina. Virksemið gevur arbeiði til nakrar mans í nakrar dagar, men veruligt dagligt fiskaarbeiði er ikki á vestaru bryggju. Allur fiskurin fer við lastbilum til flakavirki kring landið. Trolarar, línuskip og útróðrarbátar, sum áður landaðu til Bacalao og seinni Fiskavirking, eru farnir úr Havnini. Røddir eru um, at Saltsølan skal gerast til mentanarmiðdepul, og at saltsiloin skal hýsa konsertum.
Tórshavnar kommmuna keypti í 1994 bygningarnar hjá Saltsøluni, og í fjør flutti sjálv saltsølan inn á Toftir. Seinni hevur kommunan ognað sær bygningarnar hjá Føroya Fiskavirking, so møguleiki til vinnuligt virksemi og mentanarligt virksemi er til staðar. Men tað kostar sanniliga nógvan pening at koma á mál, tí bygningarnir eru bara betonklossar, teir eru illa farnir og krevja stórar kostnaðarmiklar ábøtur. Eg dugi ikki at ímynda mær, at Tjóðpallurin einaferð kann húsast á vestaru bryggju, tí har er einki gott stórt rúm til endamálið, tí tjúkkar betongsúlur halda bygninginum uppi og harvið tjúkka betonggólvinum.
Mikumorgunin lá Enniberg og landaði fryst flak, sum óivað skal við bingjum til Bretlands. Næsta ár skal Enniberg umvælast fyri 35 milliónir krónur á skipasmiðjuni Mest. Høvuðsmotorurin skal skiftast, eisini ljósmotorarnir, og munnu teir ikki eisini skifta ella umvæla fabrikkina? Sjálvt skipið er í góðum standi, og tá ið stóra umvælingin er liðug einaferð næsta heyst, fer skipa at spara heilt nógvan oljupening.
Tað gongur væl hjá partrolarunum Jarpis og Ametyst, sum nú eru heimahoyrandi í Havn. Spurningurin er so, um býarpolitikkararnir í Havn fáa vallyftið gingið á møti, at vinnuligt virksemi aftur skal vera á vestaru bryggju. Hvør skal taka stig til hetta. Mortan Johannesen, reiðari, á Ennibergi er stórur parteigari í Jarpis og Ametyst. Eg rokni við, at verður flakavirkið latið upp aftur, so mugu fólk í Havn vóna, at Mortan Johannesen tekur stig til átakið. Eg sá einastaðni í bløðunum, at tað kostar einar tjúgu milliónir bara at umvæla Saltsøluna, so hon kann brúkast til vinnuligt virksemi og mentanarligt virksemi. (Vagnur)
