Tá ið tú sært Marjuna Falkvard Danberg spæla hondbólt, sveima tankarnir um mammu hennara, Ingu Falkvard Danberg, sum spældi við Neistanum. Hon doyði av sjúku í 2002. Tá var Marjun ellivu ára gomul. Marjun og Inga minna heilt nógv um hvørja aðra á vøllinum, og serliga eykennið er, at Marjun eins og mamman vil so nógv á vøllinum, at sálarliga støðan mangan er teirra størsta mótstøða. Marjun er nógv broytt seinastu tvey árini á vøllinum, hon er meira rólig, meira búgvin, og fær tí nógv meira burturúr í spælinum. Eg havi hitt Marjuna, og hon sigur millum annað: “Nú eri eg komin víðari í lívinum eftir stóru sorgina”.
Í Sunset kappingini eru fáir spælarar, sum er millum tjúgu og fimm og tjúgu ár. Liðini eru mest mannað við eldri spælarum, útlendskum spælarum og ungum kvinnum, sum flestar ganga í miðnámsskúla. Spælarar, sum skuldu verið í allar besta hondbóltsaldri, eru flestir uttanlands í lestrarørindum.
Ein spælari í hesum aldursbólki er Marjun Falkvard Danberg, sum er tvey og tjúgu ára gomul.Hon arbeiðir hjá Sportmaster í SMS. Marjun er frálíkur hondbóltsspælari, sterk, góður verjuspælari og góður álopsspælari, sjálvt um eg haldi, at hon kundi fingið enn meira burturúr í álopsspælinum. Í hesum kappingarárinum er higartil gingið væl hjá neistakvinnum og eisini hjá Marjuni. Hon er fødd í Danmark og má sigast at hava fingið hondbóltsspælið við móðurmjólkini.
– Eg eri fødd í Århus, tí mamma, Inga Falkvard Danberg, og pápi, Finn Danberg, vóru í Danmark í lestrarørindum. Bæði mamma og pápi spældu hondbólt, og eg var altíð við mammu til venjingar, men hetta minnist eg ikki.Vit fluttu aftur til Føroya í 1994, og eg byrjaði tíðliga at spæla minihondbólt í Neistanum, og eg minnist, at Svanna var venjari.
– Seinni kom eg at spæla hondbólt í gentum 10 ár, men mamma kundi mangan ikki vera við til venjingar, tí hon arbeiddi í ítróttahandli í miðbýnum, og her var tað so babba, sum meiri var við til hondbólt hjá mær, tí mamma arbeiddi mangan seint um dagin. Eg tímdi ótrúliga væl at spæla hondbólt, men eftir at mamma var farin, misti eg áhugan í eina tíð. Men hugurin kom tíbetur aftur, tí í míni stóru sorg hjálpti hondbóltsspælið mær, ella rættari sagt var við at bjarga mær.
– Sum spælari var eg tí støðu, at vit vóru so fáar gentur í mínum aldursbólki. Eirikur Magnussen var venjari hjá mær í gentum 10 ár, 12 ár og 14 ár, men tá ið vit komu upp í gentur 16 ár, bleiv Eirikur hjálparvenjari hjá dananum Michael Abildgaard, sum vandi okkum. Dóttir Eirik, Rakul Magnussen, og eg, sum vóru yngri gentur 17 ár, komu at spæla við teimum eldru gentunum í hesum bólki.
– Sum sekstan seytjan ára gomul kom eg spakuliga inn í besta kvinnuhópin, og hetta gjørdist nýggj verð fyri meg. Eg helt, at nú var eg góður hondbóltsspælari, tí eg vandi við bestu kvinnunum, men eg fekk annað at síggja. Kom at sita nógv á beinkinum, sjálvt um eg vandi mest sum hvønn dag í viku. Eg eri annars ikki persónurin, sum siti nógv still. Mær dámar at vera væl fyri og í góðari venjing, tí venji eg eisini um summarið.
– Stórt umskiftið var í mínum lívi, tá ið eg sum seytjan ára gomul fór niður til Viborg at ganga í skúla og spæla hondbólt. Har lærdi eg ótrúliga nógv, tí venjingin í Viborg var øðrvísi enn hon er í Føroyum. Í Viborg tóku venjararnir sær nógv av einstaka spælaranum, meðan í Føroyum er talan meira um bólkavenjing, um vit kunnu rópa hetta soleiðis.
– Í Viborg lærdi eg eisini nógv um kroppin og tað sálarliga í spælinum, og hvussu týdningarmikið tað er, at venjarar taka sær av tær persónliga í menningini. Eg havi góð minni úr Viborg, og tað gekk væl á vøllinum, men tíverri bleiv unglingaliðið, eg spældi við, niðurlagt, og tí kom eg aftur til Føroya á jólum hetta árið. Eftir nýggjár byrjaði eg at venja aftur við neistakvinnum, og nú slapp eg eisini meira upp í part á vøllinum. Og serliga minnist eg seinasta dystin í kappingarárinum, har tað gekk serliga væl. Eg endaði kappingarárið við sjey málum og var væl nøgd, sigur Marjun.
Marjun Falkvard Danberg og Inga Falkvard Danberg líkast í spælinum
Eg kendi heilt væl mammu Marjuna, Ingu Falkvard Danberg, og hon var eins og Marjun sterk og vildi ótrúliga nógv á vøllinum. Hon hevði ein veikleika, sum hon visti av og segði sjálv. Í avgerandi dystum var hon so spent til dystirnar, at hetta gekk út yvir spælið á vøllinum. Hon vildi gera alt so væl, men hon var mangan ikki í røttu sálarligu støðuni, og tí kundi hon ikki útinna tað á vølli, sum hon so inniliga ynskti og vildi. Hon var tí mangan vónbrotin eftir slíkan dyst, men so kundi hon viku seinni skjóta eini tíggju mál í Vestmanna, Klaksvík ella í Vági. Eg spyrji Marjuna, um hon eisini kennir til hetta fyribrigdi?

Inga Falkvard Danberg í dysti ímóti VB. Inga var málsøkin spælari, og hevði eins og Marjun frálíkt hoppskot..
– Ja, tað kenni eg væl. Í nógv ár havi eg sæð meg aftur í mammu, tí eg vil, eins og hon vildi, so nógv á vøllinum. Eg brenni so mikið nógv fyri spælinum og hugsi so nógv áðrenn dystirnar, at hetta órógvar míni avrik í spælinum. Mangan vil eg ikki geva meg, sjálvt um einki riggar, sum eg vil, tí østi eg meg sjálva upp. Men nú eri eg komin víðari í lívinum eisini á hesum økinum.
– Óivað bleiv eg vaksin ov tíðliga, tá ið vit mistu mammu, og fólk mangan samantvinnaðu meg og tað, mamma kundi á vøllinum. Nú haldi eg, at eg endiliga havi slept mammu í hondbóltsspælinum, taki sjálv ábyrgd og eri eg. Hetta takkað veri eisini Johannu Andreasen, sum hevur hjálpt neistakvinnum við sálarliga partinum í spælinum. Hon hevur lært meg, at eg skal síggja míni egnu virði, gera av, hvønn veg eg vil á lívsleiðini, og ikki vera bangin at rósa mær sjálvari, tá ið rósið er uppiborið.
– Eg dugi nú nógv betur at syrgja fyri, at eg ikki gerist ov spent fyri dystirnar. Ikki hugsa ov nógv um ymist í spælinum, ella rættara sagt syrgja fyri at avleiða tankarnar frá dystinum, sum skal spælast ein av næstu døgunum. Haldi, at eg eri vorðin meira búgvin, eisini blivin eldri og eri eisini broytt nógv til tað betra á umrødda økinum. Ja, eisini dugi eg betur at takla støðuna, tá ið gongur minni væl á vøllinum og eisini í gerandisdegnum..
– Eg taki ikki munnin ov fullan, tá ið eg sigi, at strevið stríð hjá mær at vera komin so langt. Havi lært í trý ár, og øll árini var hart arbeiði at fáa alt at hanga saman við hondbólti, familju, vinum og arbeiði. Tað krevst góður vilji at fáa alt at hanga saman. Familjan hevur verið tolin og ótrúliga góður stuðul, og serliga babba, sigur Marjun.
Marjun var á føroyska A-landsliðnum, sum fyri kortum spældi tveir landsdystir í Finnlandi. Hon var við U23 landsliðnum í Bulgaria, og hon spældi fýra U21 landsdystir ímóti Grønlandi í Føroyum. Marjun var eitt skifti darvað av skaða í øksl og knæ, men nú er eingin skaði, og hon kann spæla við fullari megi.

Inga Falvard Danberg (t.v) og Elsa Reinert eru á mótapallinum i Gundadalshøllini í 1986. Inga var felagskvinna. (Mynd Vagnur)
Eg endi samtaluna við at spyrja Marjuna eitt sindur um neistaliðið, sum higaritl hevur staðið seg væl í kappingini, og hvussu hon heldur fer at gangast, tá ið vit fara um árskiftið og nærkast FM-finalunum?
– Neistakvinnur eru væl fyri í løtuni, og spælarar eru í góðari venjing. Eg hevði væntað mær meira av hinum liðunum, men eg ivist ikki í, at tey koma eftir jól, og at allir dystirnir tá vera meira javnir. Í løtuni eru vit eina tonn framman fyri hini liðini. Neistaliðið er væl mannað við royndum spælarum, men so eisini góðum ungum óroyndum spælarum.Vit hava gott venjaratoymi, og tað hava neistakvinnur havt seinnu árini, so vit eru nøgdar.
-Tú spyrt meg um Barbaru Brauer, sum er serligur spælari? Barbara hevur givið liðnum ótrúliga nógv, nú hon spælir á triðja ári í Neistanum. Tað sýntist, sum hon fyrsta árið vildi avgera alt sjálvt, tí hon vildi av øllum alvi, at neistakvinnur komu upp á toppin. Í fjør dugdi hon nógv betur at spæla okkum aðrar, og í ár er hon uppaftur betur at geva dygdirnar frá sær til liðið.Vit læra nógv av henni. Tú kanst altíð rokna við Barbaru og hinum royndu spælarunum á neistaliðnum. Barbara er ótrúliga miðvís í sínum hondbóltsvirksemi, sigur Marjun at enda.
Áhugavert at tosa við Marjuna eisini um eyma málið, tá ið hon, systirin Nanna og pápin Finn mistu Ingu í 2002. Sjálvt um sárið ongantíð verður lekt, so eru tey øll komin víðari á lívsleiðini.
Inga var eisini stórur missur fyri Neistan, tí Inga var felagskvinna. Hon var altíð klár at taka tak í stórum tiltøkum, og ikki var hon bangin at fara á pallin, tá vit skipaðu fyri mótasýningum í tiltakinum Aftur í 60 árini.
Marjun og eg fara frá beinki á torginum í SMS og í handilin Sportmaster, har vit taka nakrar myndir. Eg takki fyri samrøðuna. (Vagnur)



Ein sera góð, erlig og ikki minst, gevandi samrøða.
Marjun er vorðin ein av okkara bestu kvinnuligu hondbóltsleikarum í landinum. Hon tekur stóra ábyrgd bæði inni á vøllinum og uttan fyri
vøllin, og er sostatt vorðin ein tann týdningarmesti leikarin á liðnum.
Eg kendi mammu Marjuna sera væl, tí eg var venjari hjá henni, tá ið hon spældi við Gentum 16 og Kvinnu-unglingum, sum tær yngru deildirnar tá kallaðust. Inga var sum Marjun, ein heilt einastandandi leikari, sum altið gav tað hon átti bæði inni á vøllinum og uttan fyri vøllin, og var sera spennandi at arbeiða saman við.
Vit eru nógv, sum kunnu læra av slíkum persónum.
Halt kósini, Marjun !