Meiningahornið – Skeivt at leggja saman Útvarpið og Sjónvarpið júst tá

Heimaarbeiðið skuldi verið gjørt fyrst, áðrenn Ùtvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman. (Mynd Vagnur)

Tá ið stig vórðu tikin at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman, skrivaði eg grein um tað sama. Ikki helt eg, at rætt var at leggja stovnarnar saman júst tá til tess at spara eina stjóraløn, tí royndir vísa aðrastaðni, at tú sparir ikki pening at leggja saman. Hevði nýggjur bygningur verið bygdur, sum kundi hýsa báðum stovnunum, so var støðan kanska ein onnur. Nú siglir Kringvarp Føroya í tungum fíggjarligum sjógvi, har Sjónvarpið hevur tikið vælrikna Útvarpið við sær niður í fíggjarliga dýpið.

Eg havi altíð havt kenslur fyri Sjónvarpinum og Útvarpinum, tí eg havi arbeitt á stovnunum, kenni tí eitt sindur til stovnarnar, og eg kenni eisini fleiri starvsfólk. Sjónvarpið helt til í Vørðsluni, har matvøruhandilin Smæran var. Frá byrjan var hetta ikki góð loysn, tí parkeringplássini vóru fá, og møguleikar vóru ikki at byggja út Sjónvarpið. Keypt vóru fleiri sethús, og nýggjur bygningur kroystur niður ímillum upprunaliga tronga økið.

Útvarpið var væl rikin stovnur í Sortudíki við góðum plássi og nógvum milliónum á kistubotninum. V4 spælið var í hæddini, lýsingainntøkurnar góðar, og tey høvdu júst bygt upp í verandi bygning. Samanleggingin varð gjørd í skundi uttan nóg góðar fyrireikingar, og ikki var hugsað um fylgirnar, sum komu í kjalavørrinum av samanleggingini.

Tað kostar nógv at framleiða sjónvarp. Tey plagdu at siga í Sjónvarpinum, at tú brúkar ein tíma arbeiði at framleiða ein minutt sjónvarpstilfar, hetta er óivað broytt, síðan eg var har fyrst í 90-árunum. Lættari er tá at framleiða útvarpstilfar, har mikronfonin er høvuðsamboðið.

Alt gott um at leggja saman Sjónvarpið og Útvarpið, men stovnarnir lógu í hvør sínum enda í býnum, og stovnarnir skuldu nú hava felags leiðslu. Tú breyt niður starvsfólkamyntrið í báðum stovnum, og tú breyt niður fíggjarliga góðu støðuna hjá Útvarpinum.

Vildi landsstýrismaður og harvið politiski mynduleikin leggja stovnarnar saman, so skuldi heimaarbeiðið verið gjørt fyrst. Stórur bygningur skuldi verið bygdur aftrat útvarpshúsinum í Sortudíki, sum kundi hýsa samanlagda stovninum. So var meining í samanleggingini.

Nú hoyra vit landsstýrismannin í mentamálum siga, at skil má fáast á hølisviðurskiftunum hjá samanlagda stovninum, sum skal húsast undir sama taki í Sortudíki. Hví í Harrans navni varð hetta ikki gjørt, áðrenn stovnarnir vóru lagdir saman? Hví gera vit føroyingar so nógv sjálvmál, tí tað eru væl útbúgvin fólk, sum ráða fyri borgum? (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *