Ikki er stuttligt at gerast arbeiðsleysur, hetta mátti 57 ára gamli Jóhann Davidsen úr Æðuvík sanna fyri tveimum árum síðani. Hann arbeiddi í tjúgu ár hjá Hellisdal, sum savnaði inn rusksekkir í Havn, men virksemið fór til fyritøku í Kvívík fyri tveimum árum síðani. “Dagurin gerst so langur, tá ið tú einki hevur at takast við”, sigur Jóhann.
Nógvar eru býarmyndirnar, og ein teirra er Jóhann Davidsen, hesin fyrikomandi og blíði maðurin, sum sæst í havnargøtum hvønn dag. Kom at kenna hann, tá ið hann savnaði inn rusksekkir í grannalagnum. Hetta arbeiði hevði hann í tjúgu ár, men so knappliga misti hann arbeiði, og torført er at fáa arbeiði aftur hjá 57 ára gomlum arbeiðsmanni.
Men nú ein dagin sá eg hann við trillibør og gulum vesti. Glaður var eg, tí Jóhann ynskti so inniliga at fáa okkurt at takast við. Hitti hann í morgun í miðbýnum. “Halló Jóhann, ert tú farin aftur til arbeiðis”. Hann var júst liðugur at tosa við mann, og ein kona vildi eisini heilsa honum. “Ja, eg havi fingið arbeiðið hjá Torben, sum er farin frá vegna aldur”, segði Jóhann.
-Eg hitti Torben í hølunum hjá arbeiðsmannafelagnum, har hann segði mær, at nú gavst hann hjá kommununi vegna aldur og bað meg royna at fáa hansara arbeiði. Eg brendi næsta dag til arbeiðsformannin og bjóðaði meg fram. Jú, hetta eydnaðist. Haldi, at býráðspolitikari eisini var inni í myndini.
-Glaður eri eg, og tí hetta er frálíkt arbeiði. Eg havi ymsar rutur at rudda hvønn dag. Frísk luft og nógv vinarlig fólk, eg hitti í gøtunum. Vit møta klokkan sjey á morgni og arbeiða til klokkan trý seinnapart. Fyrrverandi arbeiði at savna inn rusksekkir, sum eg hevði í tjúgu ár, var frálíkt arbeiði, og eg var ótrúliga keddur at gerast arbeiðsleysur, tá virksemið hjá Hellisdag endaði í Kvívík, sigur Jóhann.
Jóhann var á sinni í sjónvarpsendingini Ymist lív, har hann greiddi frá lívi sínum í Æðuvík, og tá ið hann gekk fimm ár í Tofta skúla og tvey ár í Glyvra skúla. Jóhann hevur stóran áhuga í føroyskum dansi, og av og á hyggur hann eftir B36, sum hann heldur við.
-Eg skal siga tær, at dagarnir gjørdist mangan ótrúliga langir seinastu tvey árini við ongum arbeiði, men nú eri fegin maður. Onkuntíð vitji eg aftur í heimbygdini Æðuvík. Ein yngri beiggi mín býr í barnaheiminum, sigur Jóhann at enda.
Sigi takk fyri stutta prátið, men eg eri ikki meira enn farin omaneftir, so heilsar ein kona úr bili Jóhann. Síggi hana veittra og sigur okkurt við Jóhann. Òivað ynskir hon honum til lukku við nýggja arbeiðinum. Henda fyrikomandi fegna býarmyndin heldur fram at heinta ymist í gøtunum og á grasvøllum har á leiðini. Um eina løtu er kaffitíð hjá arbeiðsmonnunum. (Vagnur)
