Eg hoyrdi seinnapartin í dag, at Jan Ottesen er givin at venja kvinnuliðið VÍF/Tjaldur, tí venjararnir Zoran og Jan eru ósamdir um ymist í venjingini. Gjørdi skjótt av og ringdi til Jan og spurdi hann, um hetta eru sonn tíðini. Jan var fáorðaður, men segði soleiðis. – Tað er rætt, sum tú sigur, at eg eri givin at venja samansetta kvinnuliðið. Zoran, sum vandi kvinnurnar hjá Tjaldri seinasta kappingarár, og eg eru so ósamdir um nógv í spælinum og venjingini, at feløgini hava gjørt av, at Zoran venur kvinnurnar einsamallur. Eg venji framhaldandi menninar hjá VÍF, sigur Jan.
Tað hevur annars gingið væl hjá VÍF/Tjaldur, sum hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar. Men tað kemur ikki óvart á meg, at okkurt fór at henda við samansetta liðnum, tí tað er lættari sagt enn gjørt at fáa slík lið at rigga, tí talan er um tvey feløg, tvær hallir, tvær manningar og tveir venjarar, sum skulu samarbeiða um felags kós. Eingin ivi er um, at Jan hevur givið spennandi íkast til føroyskan hondbólt, og tað gongur væl hjá mansliðnum hjá VÍF. (Vagnur)
