Hondbólturin í Sandavági er í stórari menning

Jóhan hevur góðar vónir um framtíðina hjá hondbóltinum. (Mynd Vagnur)

Eg havi hitt Jóhan Stenberg, venjara, og eina av eldsálunum í Søljuni og SÍF í Sandavági. Jóhan er uppvaksin á Argjum og er lærari í Sankta Frants skúla í Havn. Hann og konan, sum er av Stykkinum, fluttu til Sandavágs í 2006, og skjótt kom Jóhan at gerast virkin í hondbóltslívinum í bygdini.

Jóhan spældi frá ungum árum í Neistanum, og hann spældi eisini á besta liðnum í felagnum. – Spælarar koma úr allari oynni at spæla hondbólti í okkara felagi, og eg haldi, at hondbólturin í løtuni er á góðari kós, sigur Jóhan. 

Eg gørdi skjótt av, tá ið eg hitti Jóhan Stenberg í SMS. Hann hevði matarsteðg frá lærarayrkinum í Sankta Frants skúla. Fór til húsa eftir myndatólinum, meðan Jóhan keypti í Miklagarði, og løtu seinni fingu vit positivt prát um hondbóltin í Vágum.

– Í løtuni eru 170 íðkandi spælarar í felagnum, og nógv lið spæla í landskappingini. 1. deild kvinnur, 2. deild menn, gentur 14 ár, gentur 12 ár og tvey lið gentur 10 ár. 2. deild menn, dreingir 16 ár, dreingir 14 ár, dreingir 12 ár og tvey lið dreingir 10 ár. Umframt eru trý lið U8 bæði dreingir og gentur, og U6 spælarar, sum ikki spæla í landskappingini.

– Hondbólturin í Vágum hevur verið í aldudali, tí felagið vantaði venjarar. Men nú er felagið meira skipað, og nógv foreldur  hjálpa. Sjálvur venji eg dr 14, dr 12, dr 10, 2. deild menn, dr 16, dr 14 og dr 10 ár, men øll liðini hava hjálparfólk, sum traðka til, tá ið dómarar skulu setast, liðini skulu spæla dystir, og spælarar skulu koyrast kring landið.

– Eg føli veruliga, at vit eru á rættari kós, og eg fegnist um, at spælarar úr Miðvági og Sørvági eisini spæla hondbólt, tí hondbólturin hevur djúpar røtur í Vágum. Umstøðurnar hjá hondbóltinum í høllini eru vorðnar nógv betri, tí nú sleppur vetrarítrótturin fyrst framat í høllini, og so mugu fólk spæla innandurafótbólt seinastu tímarnar um kvøldið.

– Mær dámar væl at arbeiða sum hondbóltsvenjari í Vágum, og mítt ynski er, at mansliðið í 2. deild flytir upp í 1. deild, tí vit hava nógvar ungar hondbóltsspælarar, sum um eina tvey, trý ár kunnu gerast frálíkir mansspælarar. Vit gjørdu átak, at dreingir 16 ár venja við monnunum, men úrslitið gjørdist, at tað legðist aftrat við monnum, so vit fáa mannað mansliðið uttan ungu dreingirnar.

– Nicoleta R. Hansen, sum spælir við Neistanum, venur kvinnurnar, og sjálvandi ynskja vit, at Søljan aftur er á síggja í bestu deildini, sigur 39 ára gamli Jóhan Stendberg at enda.

Eg havi áður skrivað greinar um hondbóltin í Vágum, sum er í kapping við fótbóltin og flogbóltin. Men verður rætt atborið, skuldi eisini verið pláss fyri hondbóltinum í oynni, sjálvt um serliga fótbólturin dregur nógvan ungdóm til sín.

Tað var tann tíð, tá ið mansliðið SÍF spældi í bestu deildini, men tað eru nú nógv ár síðani. Og besta kvinnuliðið hjá Søljuni spældi eisini í bestu deildini, men tað var, sum um eingin veruliga tók við, tá ið “stjørnurnar” fullu frá.

Eg fegnist um, at tað grør um gangandi fót í Vágum á hondbóltsøkinum, og uppskriftin til framburð eru góðir venjarar, sum taka sær av teimum ungu. Og eg fegnist at hoyra, at spælarar eisini koma úr Miðvági og Sørvági, tí í hesum bygdum eru eisini hondbóltsrøtur. Og sjálvur havi eg ógloymandi hondbóltsminni úr Sandavági, har blíðskapurin altíð var góður. (Vagnur)

Spælarar koma eisini úr Miðvági og Sørvági at spæla hondbólt við Sandavágs ítróttafelag. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *